Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Vit kunnu øll svara nikkandi, tá for­mað­ur Sam­bands­floksins sig­ur, at »einans hart arbeiði og real­poli­ tikk­ur bera á mál«. Tí eingin kann so­vandi skapa nýskipanir – landi og fólki at gagni. Men tá Bárður Nielsen sigur, at »Sam­bands­flokk­urin vís­ir á, hvussu út­flutn­ings­virð­ið Før­oya kann tví­fald­ast, og ar­beiðs­pláss marg­ fald­ast, með­an sam­gong­an einki ger við at tryggja bú­skap­ar­liga og fíggj­arliga haldføri Før­oya, meðan út­reiðsl­urnar spola upp­eft­ir...« So stendur ein ljósaklárur spurn­ing­ur­in eftur: Hví gjørdi Sambandsflokkurin einki við hetta, meðan flokkurin sat við landsins leiðslu í sjey ár? Edmund Joensen bar hetta sama fram fyrifleiri árum síðani, meðan hann var fólkatingsmaður og Kaj Leo Holm Johannesen var løgmaður, men einki hendi. Ikki tí. Bárður Nielsen er uttan iva líka skilagóður sum bæði Ed­ mund og Høgni og Aksel ella Poul. Men tá ein politiskur leið­ari, sum hev­ur sitið í landsins týdn­ing­ ar­mesta sessi í Fíggj­ar­málaráðnum (hað­ani hann enntá varð keyptur út av einum ríkum handilsmanni) og sum er leiðari í einum flokki, sum hevur havt politiska vald­ið í land­i­ num í sjey ár, kemur út og sig­ur seg hava allar loysnir og vil læra hini, so mugu vit spyrja. Held­ur Bárð­ur Niel­sen, at veljarin er býttur? Hvat hjálpir tað at siga, at »lyk­ il­in er ein nógv betri markn­að­ar­at­ gongd til ES-marknaðin við sínum 500 milliónum brúkarum. At fáa nógv meira av fiskatilfeinginum upp á land. Og at fara frá at vera rá­vøru­útflytari til at vera mat­vøru­ fram­leið­ari.« Tað kostar ikki eina krónur at siga tað, og vit tjena onga krónu upp á at siga tað. Øll kunnu siga hatta. Men sum politikari, so mást tú handla, tú mást gera eitthvørt politiskt ar­beiði. Men hvat er tað, sum Sam­bands­ flok­k­urin vil? Roynir Bárður Niels­ en at billa veljarunum inn, at Sam­ bands­flokk­ur­in meira enn hinir flokk­ar­nir vil hava til dømis betri markn­að­ara­t­gongd? Var tað so einfalt, so høvdu fræg­ ir menn sum Kaj Leo Holm Jo­hann­ e­sen og Jørgen Niclasen ó­iva klár­að tað eins væl og Bárður Niel­sen. Um tað ber til at fáa markn­að­ ar­at­gongd »í tøttum samstarvi við ­okk­ara partnarum í Ríkis­fel­ags­ skap­i­num«, hví í Jesu navni hevur Sam­bands­flokk­ur­in so ikki langt síðani gjørt tað? Skulu vit brúka somu nið­ur­ støðu, sum Bárður Nielsen, so hev­ ur løg­mans­tíð­in hjá Sam­bands­ flokk­i­num kost­að Før­oy­um 42 mill­i­ard­ir í minsta markn­að­ar­at­ gongd – tí at Sambandsflokkurin ikki gjørdi tað, sum hann nú sigur, at hini skulu gera. Eg dáni í, at fólk rista á høvd­i­ num av politiskum flosklum. Hevur Sambandi gloymt útflutningsvirðið í sjey ár? gloymda útflutningsvirðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin á Hálsi · Smyrilsvegur 7 · 357500 BYGG TÍNA EGNU NORDIC SOFU – 70 YMISK TOY/LEÐUR AT VELJA ÍMILLUM SPAR 20% SATURDAY U SOFA 329X254/150/83CM FÆST Í 3 LITUM NEW YORK SOFA 136X90X90 KOKSGRÁ BARCELONA SOFA 232X200X83 OSLO U SOFA 275X195X147X83 FYRR 6.999,- 5.499,- SPAR 1.500,- FYRR 7.999,- 6.499,- SPAR 1.500,- AVMARKAÐ NØGD FYRR 4.999,- 3.499,- SPAR 1.500,- BERT 8.999,-