Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 HART TRÝST VERÐUR LAGT Á LANDSSTÝRISMANNIN VIÐ FISKIVINNUMÁLUM Tríggjar kærur eru í landsstýrismálanevndini um landsstýrismannin, umframt ágangurin um uppskotið um nýggja fiskivinnuskipan Árni Gregersen Landsstýrismaðurin við fiski­vinnumálum er í løtuni und­ir ógvusligum trýsti. Landsstýrismálanevndin hev­ur fingið tríggjar kær­ur um Høgna Hoydal, og tær eru allar knýttar at upp­ skot­in­um um nýggja lóg um vinnu­ligan fiski­skap uttan ein – hon snýr seg um, at lands­stýr­is­mað­urin tók aftur loyvir frá skipum, sum fiskaðu makrel í ES sjógvi. Seinasta kæran um lands­ stýr­is­mannin við fiskivinnu kom frá for­mann­in­um í lands­stýr­is­mála­nevnd­ini – Jógv­an Skortheim, Sjálv­ stýri. Tingmaðurin fyri Sjálv­ stýri vil hava nevnd­ina at kanna um lands­stýr­is­mað­ urin hevur logið fyri Løg­ ting­inum, tá ið hann svar­aði einum spurningi frá Ól­uvu Klettskarð, Tjóðveldi. Tjóðveldiskvinnan spurdi Høgna Hoydal, lands­stýr­is­ mann, um uppskotið til ný­ skip­an av fiskivinnuni fór at hava nakrar avleiðingar fyri tey feløg og tey fólk, sum eru í vinn­uni. Jógvan Skorheim sigur, at landsstýrismaðurin heilt greitt svaraði, at tað fer tað ikki at hava, men eft­ir­ fylgj­andi e­r komið fram frá mong­um øðrum, at tað fer tað at hava. – Eftir mínar fatan – eisini í samband við lógina um ábyrgd landsstýrismanna – so er tað ómetaliga um­ráð­ andi, tá tað snýr seg um eitt so stórt mál sum hetta – at ting­ini verða væl lýst. At tey hvørki eru villeiðandi ella ann­að, men at Løgtingið fær nøkt­andi upplýsingar um tað, sum málið snýr seg um. Tí haldi eg, vit eiga at fáa svar uppá hendan spurningin, sig­ ur Jógvan Skorheim. Tvey onnur mál Umframt kæruna frá Jógv­an Skor­heim, so hevur lands­ stýr­is­málanevndin fing­ið tvær aðrar kærur um lands­ stýr­ismannin við fiski­vinnu­ mál­um. Onnur er frá for­mann­in­ um í Fólkaflokkinum, Jør­gen Nicla­sen, um at lands­stýr­is­ mað­urin tók nøk­ur fiski­rætt­ indi aftur frá upp­sjóv­ar­skip­ um. Fiski­rætt­ind­ini vóru til makrel í ES sjógvi. Formaðurin í Fólka­flokk­ in­um vísir á, at hetta ikki ber til, og at hetta kann fara at kosta landskassanum end­ ur­gjald. Víst verður til málið um Jógv­an S, sum fordømi. Har vóru latin rættindi tik­in aft­ ur og tað kostaði lands­kass­ an­um endurgjald. Hitt málið, sum Meg­in­ fe­lag Útróðramanna hevur lagt fyri nevndina, snýr seg um, hvussu fiskimálaráðið hev­ur umsitið galddandi lóg um vinnuligan fiskiskap. Felagið sigur, at lógin er um­sit­in soleiðis, at hon er til fyri­muns fyri trolarar heldur enn onnur. Meginfelag Út­róðr­ar­ manna sigur, at hetta er gjørt utt­an at Løgtingið er kunnað um, hvat er farið fram Tað er tí uppfatanin hjá MÚ, at tingfólk í roynd og veru hava viðgjørt og at­ kvøtt í blindum í málinum um fiskidagarnar, segði Meg­ infelag Útróðrarmanna m.a. í kæruni til Lands­stýr­is­mála­ nevnd­ina. Hoyringssvar Kæran frá Jørgen Nicla­sen hev­ur verið fyri í lands­stýr­ is­mála­nevndini og nevndin hev­ur avgjørt at senda málið til hoyringar hjá Høgna Hoy­ dal landsstýrismanni Hitt málið frá Meginfelag Út­róðr­ar­manna var á dags­ skrá, men ikki viðgjørt. Lands­stýrismálanevndin hev­ur fund aftur um 14 dagar og tá fer nevndin eisini at av­ gera um hon tekur kæruna frá Jógvan Skorheim upp. Hesar kærurnar móti lands­stýr­is­manninum eru part­ur av tí form­liga po­ lit­iska áganginum á lands­ stýr­is­mannin, men eisini í al­menna rúminum stendur lands­stýr­is­maðurin fyri ógv­ us­ligum skotum. So at siga allir partar í fiski­vinnuni hava gjørt við­ merk­ing­ar til upp­skotið um ný­skip­an av fiski­vinnuni og tær flestu við­merkinganar eru nei­lig­ar. Tað sum higartil helst hevur fylt mest og sum hev­ ur avloyst kjakið um upp­ boðs­sølu, er uppskotið um anti-trust. Tað sær út, sum tað er ein spurn­ingur, sum upptekur vinn­una og tey, sum eru rund­an um vinnuna mest. Anti-trust vil siga, at onki felag ella einstaklingur slepp­ur at eiga meira enn ávís­an part av vinnuni. Fleiri búskaparfrøðingar siga, at hetta hevur onga ávirk­an á, hvussu nógv sam­ fe­lag­ið fær burturúr vinnuni. Høgni Hoydal, lands­stýr­ is­mað­ur sigur, at hetta verð­ ur gjørt, so einstøk feløg ikki ger­ast so sterk, at tey seta fólka­ræði til síðis. Í løtuni er ný­skip­an­ar­ upp­skotið til hoyringar hjá fisk­ivinnuni. POLITIKKUR Høgni Hoydal, landsstýrismaður, er í løtuni undir ógvuliga hørðum trýsti. Jógvan Skorheim, Sjálvstýri, hevur kært landsstýrismannnin fyri landsstýrismálanevndini. Jørgen Niclasen, Fólkaflokkurin, hevur eisini kært landsstýrismannin fyri landsstýrismálanevnd