týsdagur 14. mars 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
Tíðliga í mars mánaði slóknaði ein
av okkara allarmest kendu útiset
um, Ragnhild, sum búði í Sorø á
Miðsjællandi.
Ragnhild Reinert var fødd í
Kaldbak 16. oktober 1938, men tey
vóru nógv systkin, so hon kom
tíðliga vesturum til Syðradals, har
hon vaks upp eina tíð hjá nærum
skyldfólki.
Hon gekk kortini í skúla í Kald
bak og hevði sína mestu tilveru har.
Hon kom til Danmarkar longu í
1950'unum og bleiv gift við Erling
Sørensen, sum arbeiddi í tí danska
flotanum.
Tey búsettu seg í tí idylliska Ny
boder á Eystarubrúgv, sum serliga
var ætlað familjum, sum høvdu
samband við tann danska flotan.
Men húsini í Nyboder eru meira
hugnalig enn praktisk og als ikki
egnaði hjá barnafamiljum, so tey
gjørdu eftirhondini av at flyta úr
teimum søguligu bygningunum
hjá Christiani Fjórða.
Men tað var stór húsaneyð í
Kjøpinhavn tá, so ilt var at finna
hóskandi býli í høvuðsstaðnum.
Tey gjørdu tí av at flyta út úr
býnum og funnu sær eini valahús
við stórum hava í Pedersborg býar
partinum við Sorø, sum liggur 75
km frá Kjøpinhavn.
Har setti tey seg niður; - Ragn
hild stórtreivst í tí grøna lands
lagnum og gjørdist eftirhondini
inkarneraður soranari.
Hon fekk sær skjótt starv í tí
sociala sektorinum, og síðani fór
hon inn í politikk sum stálsett og
viljasterk javnaðarkvinna og bleiv
skjótt vald inn í býráðið í Sorø.
Seinni kom hom inn í eitt ótal
av lokalum nevndum og eitt stutt
skifti sat hon eisini í amtinum, so
hon gjørdist eitt sera kent andlit í
býnum. Hon var eisini ofta at hoyra
í lokalradio á Ves-tursjællandi.
Í 1980´unum fekk hon saman
við fleiri øðrum lokaltbúgvandi før
oyingum stovnað felagið »Føroyskt
felag á Vestursjællandi«, sum hevur
havt 30 ára jubiléum. Hon fekk
eisini fíggjað keypið av einum
kappróðrarbáti til føroyingar í
Sorø, sum eftir tógvið stríð fingu
innivist í bátahúsunum hjá »Sorø
roklub«.
Stutt eftir skipaðu vit við Petur
A. Petersen presti á odda fyri eini
seniornevnd, sum skuldi virka
fyri einum føroyskum eldrabýli á
Sjællandi. Vit nevndarlimir høvdu
tá ein ógloymiligan fund saman
við Ragnhild, har hon helt eina sera
persónliga, modernaða og visonera
røðu um, hvussu eldramentanin
átti at skipast, bæði millum føroy
ingar og danskarar.
Ragnhild hjálpti og dugnaði
nógvum føroyingum, sum komu til
Danmarkar og ongan góðan høvdu.
Hon útvegaði fleiri fólki innivist
og lærupláss ella skúlaútbúgving.
Hetta hendi Ikki minst undir tí
stóru kreppuni fyrst í 1990´unum.
Hon skipaði eisini fleiri ferðir
fyri Føroya-ferðum saman við
donskum vinum og kenningum.
Í 1995 varð hon vald til formans
fyri Sankta Ólavs kirkjuliði í
Kjøpinhavn, har hon var tvær setur.
Viðurskiftini í Sankta Ólavs
kirkjuliði vóru um tað mundið
heldur ógvislig, eftir at Petur An-
drew Petersen hevði lagt frá sær,
men tað eydnaðist Ragnhild og
nevndini at kyrra partarnar, so man
fekk sett prestin Berg Jacobsen við
næstan einmældari innstilling.
Ragnhild hevði jú drúgvar takt
iskar royndir frá sínum politiska
arbeiði í Sorø og fekk teir stríðsfúsu
partarnar at semjast.
Fyri fáum árum síðani fór hon
frá sum formaður í Sorøfelagnum,
men hon var trúgv á fundum og
kom til tey allarflestu tiløk í felag
num.
Ragnhild var fyri okkum so kná
sum føst hella – hon var ein institu
tión millum útisetar!
Sjálvur vitjaði eg Ragnhild av
og á, og hon var altið fryntlig og
tíðindafró. So seint sum eina slaka
viku, áðrenn hon doyði, var eg inni
á gólvinum.
Hon var vælhýrd og greiddi mær
frá, hvussu tað gekst henni við tí
pacemakaranum, sum hon hevði
fingið fyri fáum mánaðum síðani.
Tað var øgiliga skelkandi at
frætta, at hon so stutt eftir, at vit
høvdu prátað um summar og ferða
líkindi, ikki skuldi fáa eitt summar
afturat.
Hon fór til gravar tann 10. mars
frá síni kæru og ofta vitjaðu Peders
borg kirkju, sum var á tremur av
fólki.
Ein sløk helvt av fylginum vóru
føroyingar.
Friður verið við minni um ein
sera engageraðan, virkisfúsan og
empatiskan útiseta.
Virgar T. Dalsgaard
Ragnhild Sørensen – ein merkisverdur útiseti
75 ára føðingardagur
24. mars fyllir Annamaria Peter
sen, vanliga nevnd Annemia,
Vágur, 75 ár. Henda dagin er hon
burturstødd.
70 ára føðingardagur
Poula Vestureið, Vágur, fyllir 70
ár 28. mars, men heldur dagin 25.
mars í Bygdarhúsinum í Lopra
frá kl 14.00, har tit eru vælkomin
at halda dagin við henni.
Brúdleyp
3. juni kl. 12.00 giftast vit í
Fuglafjarða kirkju. Opið hús í
Mentanarhúsinum í Fuglafirði
kl.18.00-00.00. Tey, ið ynskja at
heilsa upp á brúðarparið verða
biðin um at siga okkum frá innan
14. mai á tlf 580314 Eilin ella 237472
Andreas.
Brúdleyp
13. apríl, Skírisdag, giftast Judith
Signhild Finnsson, Glyvrar og
Kjartan Midjord, Skálavík. Vígslan
verður kl. 13 í Glyvra kirkju.
Eftir víglsuna eru øll vælkomin í
Skótahúsið, har drekkamunnur
verður inntil kl. 17. Døgurði verður
fyri foreldrum og systkjum kl. 19.
Vit skulu giftast
Leygardagin 15. apríl kl. 14.00
giftast í Tvøroyrar kirkju Osla
Jacobsen og Poul Hammer.
Veitslan verður hildin í VB-
húsinum kl. 19.00. Tey ið ynskja
at halda dagin saman við okkum,
verða biðin at siga frá á tlf. 293025
(Osla) ella 224915 Poul áðrenn 27.
mars Við sama høvi, halda vit
eisini 50 ára føðingardag hjá Oslu.
Vælkomin
Silvurbrúdleyp
28. mars hava vit verið gift í
25 ár. Vit hátíðarhalda dagin í
bygdarhúsinum í Leirvík 8. apríl
kl 18. Tað hevði glett okkum at sæð
ætt vinir og kenningar. Vinaliga
sigið okkum frá í seinasta lagi 31.
mars við at senda eini sms boð ella
við at ringja á telefonnr.
273329 Tórhild Bjarkhamar
787329 Rúni Bjarkhamar
Brúdleyp
Fríggjadagin 24.03.17 giftast Halla
Hansen, Haldórsvík og Magnus
Hammer Olsen, Strendur. Vígslan
verður í H aldórsvíkar kirkju kl.
13. Ábit verður í Avhaldshúsinum,
eftir vígsluna, har øll eru
hjartaliga vælkomin. Veitslan
verður fyri innbodnum kl. 19:00.
Halla og Magnus
Koparbrúdleyp
Hóast okur hava hildið saman í
43 ár, hava okur bert verið gift í
12 ½ ár. Giftarmálið var loyniligt
á sinni, og silvurbrúdleypið er
trupult at fáa eyga á….... so okur
hava avgjørt, at koparbrúdleypið
skal hátíðarhaldast.
Veitslan verður í VB-húsinum
leygardagin 22. apríl kl. 18.
Tey, ið ynskja at hátíðarhalda
dagin saman við okum, verða
biðin um at siga frá á tlf 573044
(Maud), 239875 (Mannbjørn)
ella mannbjorn@gmail.com - í
seinasta lagi 1. apríl.
Okur gleða okum!
Maud og Mannbjørn
Føðingardagur
21/3 verður Linjohn Kærbech,
Vágur 70 ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 25/3 í Stóra Pakkhúsi,
frá kl.14.00 til 20.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
75 ára føðingardagur
Tann 19. mars fyllir Helgi
Augustinussen 75 ár. Dagurin
verður hildin á Hotel Bakkin
leygardagin 18. mars frá kl. 14 til 19.
Øll eru hjartaliga vælkomin.