Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 · Nr. 32 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 VIÐMERKINGAR Bárður S. Nielsen formaður í Sambandsflokkinum Sambands­flokk­ urin vísir á, hvussu út­flutn­ ings­virðið Føroya kann tví­faldast, og ar­beiðs­pláss marg­faldast, með­ an 14. september-samgongan einki ger við at tryggja búskaparliga og fíggjarliga haldføri Føroya, meðan útreiðslurnar spola uppeftir Sambandsflokkurin vísir á loysn­ir: hvussu útflutningsvirði Før­oya kann tvífaldast, hvussu arbeiðs­pláss í hópatal kunnu skapast, og hvussu føroysk vælferð – við nýggjum inntøkum – kann lang­tíðar­tryggjast. Lykilin er ein nógv betri markn­ aðaratgongd til ES-marknaðin við sínum 500 milliónum brúkarum. At fáa nógv meira av fiskatilfeinginum upp á land. Og at fara frá at vera rávøruútflytari til at vera mat­vøru­ framleiðari. Marknaðaratgongdin er avger­ andi, og hana vilja vit útvega í tøtt­ um samstarvi við okkara partnarum í Ríkisfelagsskapinum. Hetta vilja vit gera heldur enn at gera sum 14. september-samgongan, ið setur ein heiður í at skapa konfliktir við donsku stjórnina, og sendir sínar fólka­tingslimir til Danmarkar at knarra og prædika um fullveldi. Hvar fór alt tosið hjá gomlu andstøðuni, sum nú er í samgongu, um at tryggja fíggjarliga haldførið hjá Føroyum? Afturgjald av stóru skuldini hjá landinum? At fremja bygnaðarbroytingar innan tað almenna? Menna fleiri vinnulig ar­beiðs­ pláss á landi? Tálma ovurstóra íløgurnar og nýtsluna hjá tí almenna? Búskaparráðið staðfestir aft­ ur og aftur, at búskaparliga lang­ tíðarhaldførið ikki er nøktandi í almenna geiranum. Tørvur er á broyt­ingum, og Føroyar mugu lag­ ast til tað lítla samfelag, ið vit hava. Fyri fáum døgum síðani staðfesti Búskaparráðið í síni nýggjastu frágreiðing, at samgongan einki hevur gjørt fyri at betra haldførið. Als einki! Tað er heilt týðiligt, at í løtuni er ongin, sum rættuliga hættar sær at tosa um at vera búskaparliga ansin og at brynja okkum til verri tíðir, uttan at verða kallaður ljósa­sløkkjari. Í løtuni sær tað eisini út til, at samgongan og landsstýrið seta mál á politisku dagskránna, sum skapa nógva órógv og spjaðing í fólkinum. Hví ikki heldur seta dagskránna við at skapa vinnulig arbeiðspláss og inntøkur – og sum hava við sær, at vit kunnu yvirliva bú­skapar­liga og varðveita okkara væl­ferðar­sam­ felag? Føroyar og føroyingar fara ongantíð at yvirliva og klára seg við populistiskum og nationalistiskum dreymum og signalpolitikki. Tað gerst einans við hørðum arbeiði og realpolitikki. Einans hart arbeiði og realpolitikkur bera á mál Virgar Dalsgaard Harra Carl Jo­han Jensen, skald og fyrr­ver­andi polit­ iskur Al­banien- ekspertur er í løt­uni føroyskt asso­cierað­ur chargé d´affaires í Brux­elles hjá konu sínari (hann spísk­ar blýantar, ber stembara- tæg­ur og rennur sneisaørindi í tí cen­trala býarpartinum nærhendis Manne­ken PIS), og har styttir hann sær stundir við at yrkja um, hvussu allir aðrir føroyingar MØSNA. Hann hevur tí nýliga framleitt hesa sermerktu yrking: "SO MØSNA TEIR, SO MØSNA TEIR....
Sum stundum ein illa tipt kumma,...
kann surkla, bubbla og brumma, so krunkar í summum fakfelagskrummum djúpt niðri í reiðarans lumma." Hesar linjur eru ikki produceraðar av einum triviellum rímsmiði, men av einum meginskaldi, ja, sjálvum MEGINMØSNARANUM á tí so­ nevnda føroyska parnassinum. - Hesin poetur er á fíggjarlógini fyri síni produktir! Hart plágaðir lesarar hava aldrin verið í iva um, at hetta løgna og larmandi decibelskaldið er rætti­liga latrinært orienterað, men hetta er so fyrstu ferð, at poeturin beinleiðis hevur avdúkað, at hann hevur fordjúpað seg so nógv í fækalum málum, at hann letur eina fylta "kummu" í Bruxelles vera sín lyriska krumtapp, haðani hann oysir sína djúpu inspiratión av yrkjara-tøðum. Tá ið ein meira búgvin og prakt­ iskur maður setist á eina defekta kummu, roynir hann at reinsa hana ella senda boð eftir einum VVS- manni, men tað maktar teoretikarin CJJ ikki. Hann yrkir eina illsinta odu móti tí illavorðnu kummuni í staðin fyri - Landið hevur nú fingið eitt stál­ sett og heroiskt KUMMU-SKALD! Rørandi viðkvæmt er skaldið, tá ið tað sum lyrikarum vant varnast hvørt einasta ljóð, sum tann ljódliga EU-kumman gevur frá sær. - Akkurát sum minni djúp skald gáa eftir fuglaljóði ella banalum alduskvatli! Hatta er minst til ein føroyskan NÁTTHÙSA-prís! Leggið serliga merki til ta ele­ ganta endarímið "lumma", sum harmonerar prægnant við "kum- ma", líka so flott sum í einum skjótt fuskaðum konfirmantsangi. Fyri ikki at tosa um ta sublimu glosuna fakfelags-"KRUMMUM". Fantastiskt - eitt skolandi nýbrot í atlantiskari poesi! Hvør torir at samanbera nakrar reglur hjá J. H. O. Djurhuus við hes­ ar sermerkt nossligu wc-reglur úr Bruxelles? Føroyskur lyrikkur á veg móti nýggjum konfirmant-hæddum? Í sambandi við at SEV hevur fi ngið nýggja nevnd, sett tveir nýggjar deildarstjórar og stovnað Menningardeild verður almenn móttøka Øll eru hjartaliga vælkomin. ALMENN MÓTTØKA fríggjadagin 17. mars kl. 15–17 í Østrøm