Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 2 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Hallur av Rana – Visti tú, at tað eru 1000 lesandi á Setrinum? Og tá havi eg ikki talt tey 250 við, sum bara lesa eina stak­ grein! Tað er Ólavur Waag Høgnesen, sum eigur orðini, og tað hoyrist á honum ein vissa um, at talið kemur óvart á blaðmannin. Ólavur Waag Høgnesen, sam­ fe­lagsfrøðingur og løgfrøð­ing­ur, er kunningarleiðari á Fróðskapar­ setri Føroya, og ein av høvuðs­upp­ gávunum er at vísa á Setrið sum eitt gott val, tá ið tað kemur til hægri útbúgving. Umsøkjarar rokna við dygd – Hesi 1.250 fólkini hava valt Setrið, tí tey rokna við at fáa eina dygdarútbúgving burturúr at lesa á Setrinum, og tað setur krøv til Setrið, sigur kunningarleiðarin. – Fróðskaparsetur Føroya er einasta universitetið í Føroyum. Vit hava tí eina serliga skyldu at halda eitt høgt fakligt støði, tí tey, sum vilja lesa eina útbúgving, sum Setrið bjóðar út, hava einki alternativ her í landinum, sigur Ólavur Waag Høgnesen. Við teimum lesandi er øðrvísi, heldur Ólavur, tí tey hava onga skyldu til at velja Setrið av tjóð­ skaparligum grundum. Hann vísir í hesum sambandi til grein á www. setur.fo herfyri, har grøn­lendska Henriette Rasmussen verð­ur end­ urgivin fyri at spyrja: »Kan man leve af at elske sit land?«. Í kapping við øll heimsins universitet Kunningarleiðarin visir á, at heim­ staðurin hevur altíð eina ávísa atdráttarmegi. Tey ungu hava – fyri­bils – alla sína søgu her: Sín­ar røtur, sína familju og onnur per­ són­lig sambond við. Hinvegin er dag­sins ungdómur nógv meira op­in fyri verðini enn undanfarin ættar­lið. – Tað hevur við sær, at hóast Setrið er einasta universitet í land­ inum, so eru vit ikki í einari mono­ polstøðu. Í prinsippinum eru vit í kapping við øll universitet í verðini um at draga føroyskan ungdóm til okkara, sigur Ólavur Waag Høgne­ sen. Góð skoðsmál Eins og øll onnur universitet noyð­ ist Setrið at gera seg til fyri at draga lesandi til sín. Kunningarleiðarin leggur dent á, at tað nyttar einki bara at vera fagurlátin. Aftanfyri orðini má vera ein veruleiki, sum tey lesandi uppliva, meðan tey lesa. Í hesum sambandi vísir Ólavur Waag Høgnesen á, at hvønn dag kýta starvsfólk seg fyri at halda eitt høgt fakligt støði og fyri at stovnurin virkar væl, og Setrið verður eisini eftirmett regluliga av fakfólki uttaneftir. – Tað hugaligasta er kortini, tá ið lesandi sjálvi geva okkum góð skoðsmál. Vit fáa javnan at vita frá fyrrverandi lesandi, sum lesa víðari aðrastaðni, at tey eru væl fyri fakliga. Setrið fær eisini gott skoðsmál frá lesandi, sum hava royndir frá lestri uttanlands og sum flyta heim at lesa á Setrinum, sigur Ólavur Waag Høgnesen. Les á Setrinum – uttanlands Hóast tað kann ljóða sum ein tvør­søgn, so roynir Setrið at reka síni egnu lesandi av landinum. Kunningarleiðarin greiðir frá, at tað ber væl til at taka ein part av útbúgvingini á Setrinum á einum universiteti uttanlands. – Vit eggja teimum lesandi til at taka minst eina lestrarhálvu uttanlands, tí tað gevur tí lesandi nakað, bæði fakliga og persónligt, men tað gevur sanniliga eisini Setri­num íblástur, sigur Ólavur Waag Høgnesen. Alt fleiri seturslesandi velja at taka ein part av lestri­n­um uttan­ lands, og fíggingarmøgu­leikarnir eru góðir. Trivnaður telur nógv Val av útbúgvingarstaði er nú á døgum ikki bert ein spurningur um útbúgving og fakligt støði. Fyri ungdómin hevur trivnaðurin alt meiri at siga. – Høvuðsorsøkin til at tey les­ andi trívast er heilt greitt, at vit eru eitt stórt lítið universitet. Tann einstaki lesandi hevur nógv betur samband við onnur lesandi og við undirvísarar, enn tey høvdu havt á einum stórum universiteti, sigur Ólavur Waag Høgnesen. Hann leggur aftrat, at nú Setrið fyri ein part fer at húsast í Sjóvinnuhúsinum, so verða for­ treytirnar fyri studentatrivnaði betri. – Ráð teirra Lesandi og aðrar eldsálir gera eitt stórt arbeiði fyri at tey lesandi skulu trívast. Lest­rarárið byrjar við stórari inn­ leiðsluveitslu og hvørt fríggjakvøld er lestrarkafé. Freistin at søkja inn á Fróð­ skaparsetur Føroya er 15. apríl eftir kvotu 2, og 1. juli eftir kvotu 1. hallur@sosialurin.fo 1000 fólk lesa á Setrinum Sjóvinnuhúsið skapar fortreytir fyri betri studentaumhvørvi, metir Ólavur Waag Høgnesen, kunningarleiðari á Fróðskaparsetrinum Ólavur Waag Høgnesen sigur, at nú Setrið fyri ein part fer at húsast í Sjóvinnuhúsinum, so verða for­treytirnar fyri studentatrivnaði betri – Høvuðsorsøkin til at tey les­andi trívast er heilt greitt, at vit eru eitt stórt lítið universitet. Tann einstaki lesandi hevur nógv betri samband við onnur lesandi og við undirvísarar, enn tey høvdu havt á einum stórum universiteti, sigur Ólavur Waag Høgnesen