týsdagur 14. mars 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mars 2017
4
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Hallur av Rana
T
á Studentaskúlin og Hand
ilsskúlin á Kambsdali í 2015
løgdu saman, og blivu til
Miðnám, skapti tað eina av ør
grynnu av møguleikum fyri leiðsl
una og lærararnar at skipa skúla
gongdina á nýggjan hátt.
Sum úrslit av samanleggingini
kundi nýggi skúlin bjóða teimum
600 næmingunum, ið hava sína
dagliga gongd í skúlanum, seks
ymiskar breytir á Kambsdali og
eina í Klaksvík.
Størsta broytingin er tó ikki
nøkur nýggj lærugrein, breyt ella
vaksandi næmingatal, men ein
broyting í hvussu man hugsar um
skúlan.
– Við samanleggingini av skúl
unum á Kambsdali hava vit eitt
sera breitt úrval av útbúgvingum
og lærugreinum á einum staði.
Hetta hevur havt stórar fyrimunir
í t.d. kunningini og valinum hjá
næmingum. Nú skulu teir ikki velja
millum tveir skúla. Teir velja ein
skúla og so eina útbúgving og læru
greinir, vísir Páll Isholm, rektari á.
Eitt mennandi umhvørvi
Rektarin vísir á, at man í skúlanum
leggur seg eftir at menna eitt um
hvørvi, har einstaki næmingurin
fær møguleikan at gera tað, ið
viðkomandi hevur áhugað fyri.
– Tað er ein sannroynd, at vit
trívast best og læra mest, tá vit
fáast við tað, sum hevur okkara
áhuga. Og tað kann skifta frá tíð
til aðra. Tað er so mangan, vit
síggja, at næmingar hava áhuga
og ætlanir, sum broytast, tí júst
miðnámsskúlin er við til at opna
eyguni fyri øðrum evnum, sum tey
als ikki kendu áðrenn, sigur Páll
Isholm, og vísir á, at ætlanirnar hjá
næmingunum mangan broytast.
– Ofta er tað júst tað, sum vit
einki vistu um, áðrenn vit fóru á
miðnám, sum broytir okkara áhuga.
Ein miðnámsútbúgving er ikki bara
ein snórabein leið ella eitt endaligt
val, men eisini ein breið faklig vifta
av lærugreinum og evnum, sum tú
verður tvungin til at fyrihalda teg
til. Tað er so okkara uppgáva sum
skúli at gera hetta á ein spennandi
og áhugaverdan hátt, sigur Páll
Isholm.
Óneyðug stúran
Mangan hoyrist frá næmingum á
miðnámsskúlum, at tey føla eitt
stórt trýst verður lagt á tey til at
klára seg væl í skúlanum, so at tey
fáa eitt so gott útgangsstøði sum
gjørligt, tá søkjast skal víðari á
aðrar skúlar ella arbeiði.
Páll Isholm ásannar, at trýstið
frá skúla, familja og aðrastaðni
kann fyri summi gerast so stórt,
at tað hevur óhepnar avleiðingar
við sær. Tí er skúlin eisini varin við
hvussu umhvørvið er fyri einstaka
næmingin.
– Fyri mong kann tað enda við
óneyðugari stúran og ótta, sum als
ikki eru fremjandi fyri læring og
persónliga menning. Tað er um
ráðandi, at vit sum skúli skapa
tryggar og greiðar karmar, ið øll
kunnu fyrihalda seg til og mennast
í og at næmingurin fyrst og fremst
hugsar um, hvørjum hann hevur
áhuga í, tá hann skal velja, sigur
Páll Isholm.
Virknar borgarar
Umframt at royna at brynja næm
ingunum við teimum bestu før
leikunum til teirra víðari lestur og
lív, so sær skúlin tað eisini sum sína
uppgávu, at menna borgarar, ið
taka ein virknan lut í samfelagnum.
– Sjálvandi eru vit sett í verðina
at útbúgva okkara ungdóm til
framtíðar lestur og læru. Men
okkara uppgáva er eisini at búgva
næmingarnar til virknar borgarar í
føroyska og altjóða samfelagnum.
Hetta gera vit bara í einum spenn
andi og livandi skúla, har faklig
menning og almenn búgving ganga
hond í hond og har vítt er til veggja,
sigur Páll Isholm.
Rektarin vísir á, at skúlin hevur
eitt fjølbroytt úrval av tiltøkum, ið
eru ætlað at víðka sjónarringin hjá
næmingunum fyri hesum.
– Felagstiltøkini eru sera um
ráðandi partur av hesum. Tað
var kanska til eina jazzkonsert á
Kambsdali, at áhugin hjá einum
komandi jazzstjørnu birtist. Tað
var kanska næmingaráðsvalið í
lat eyguni upp hjá einum komandi
løgmanni ella kanska var tað á
eini virkisvitjan í Miðlahúsinum,
at áhugin hjá onkrum komandi
journalisti birtist. Ja kanska var
tað júst vitjanin hjá Leif Sørensen,
ið fekk onkran at síggja stjørnur
fyri sær, sigur Páll Isholm og leggur
afturat.
– Eitt annað dømi er kórsangur,
sum er eitt eyðkenni fyri føroyska
samfelagið. Vit arbeiða eisini støð
ugt við at menna eitt skúlakór, ið
er við til at fremja felagsskap har
tónleikur, skaldskapur og samstarv
er lyklaorð og har næmingar møt
ast tvørtur um øll mørk.
hallur@sosialurin.fo
Áhugin skal dríva verkið
– Ofta er tað júst tað, sum vit einki vistu um, áðrenn vit fóru á miðnám, sum
broytir okkara áhuga. Ein miðnámsútbúgving er ikki bara ein snórabein leið ella
eitt endaligt val, men eisini ein breið faklig vifta av lærugreinum og evnum, sum
tú verður tvungin til at fyrihalda teg til. Tað sigur Páll Isholm, rektari á Miðnámi
»Sjálvandi eru vit sett í verðina at útbúgva okkara
ungdóm til framtíðar lestur og læru. Men okkara
uppgáva er eisini at búgva næmingarnar til virknar
borgarar í føroyska og altjóða samfelagnum«
– Tað er so mangan, vit síggja, at næmingar hava áhuga og ætlanir,
sum broytast, tí júst miðnámsskúlin er við til at opna eyguni fyri
øðrum evnum, sum tey als ikki kendu áðrenn, sigur Páll Isholm