týsdagur 14. mars 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 15. mars 2017
14
Sosialurin
LESTRARBLAÐIÐ
Hallur av Rana
T
á fólkakæri sangarin Signar
í Homrum leygardagin 25.
juni 2016 trein á pallin við
bólki sínum á Voxbotn framman
fyri stóru mannamúgvuni í Vágs
botni, hevði sangarin eina eyka
orsøk at vera í góðum lag.
Eins og nógvir av áhoyrarunum
hevði sangarin nevniliga eina av
eyðkendu hvítu húgvunum á høvd
inum, ið boðaði frá, at hann hevði
lokið prógv á einum av landsins
nógvu miðnámsskúlan.
Við 10,2 í miðal frá HF í Hoydølum
kundi Signar í Homrum av sonnum
vera errin av sínum prógvi, ið var
fyrsta stigið á vegnum til eitt størri
mál. Nøkur ár frammanundan
hevði kollfirðingurin nevniliga sett
sær fyri, at hann ynskti at lesa á
Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróð
skaparsetrinum.
Dreymurin
gjørdist
eisini
veruleiki nakrar vikur eftir Vox
botn, tá 42 ára gamli Signar í Hom
rum
eftir
summarferiuna
var
millum teir fyrstu føroyingarnir,
ið fingu møguleikan at taka eina
bachelor-útbúgving
innan
bú
skaparfrøði
á
Fróðskaparsetur
Føroya.
Byrjaði sum 40 ára gamal
Tvey ára vóru tá farin síðan Signar
í Homrum á fyrsta sinni møtti sum
næmingur á Føroya Studenta og
HF-skeið í Hoydølum. Tað var als
ikki ein sjálvfylgja, tí tað var nevni
liga fyrstu ferð í 20 ár, at Signar í
Homrum sat á skúlabeinki.
– Eg var 40 ár, tá eg fór í HF.
Eg tók FHS fyrst í nítiárunum,
og fekk tá bjóðað lærupláss sum
handilsnæmingur, og tók eg av tí
møguleikanum. Tað lá ikki fremst
í tonkunum tá, at fara undir víðari
lestur, men er tað nakað, ið er
komið til mín seinni í lívinum, sigur
Signar í Homrum.
Læruplássið gjørdist til eina
longri yrkisleið innan sølu- og lýs
ingarverðina, men so ein dagin
hoyrdi hann eina lýsing í útvarp
inum, ið gjørdist byrjanin til enn
eitt skeið á skúlabeinki.
– Í nøkur ár hevði eg spælt við
tankan um at fara undir víðari
lestur. Hugurin var serliga til at
lesa á Søgu- og Samfelagsdeildini
á Fróðskaparsetur Føroya, men tað
bar ikki ordiliga til, tí eg manglaði
eina miðnámsútbúgving. Eg hevði
enntá spurt meg fyri, um eg ikki
kundi fáa undantak við mínum
arbeiðsroyndum, men tað bar ikki
til, greiðir Signar í Homrum frá, og
heldur á.
– Ein dagin hoyrdi eg so eina
kunngerð í útvarpinum um, at
síðsta freistin at tekna seg til HF
nærkaðist. So eg gjørdi skjótt av,
tók eina avgerð um, at nú skuldi
tað verða, sendi eina umsókn inn,
og byrjaði so á skúlanum eftir
summarferiuna.
Strævið at sita stillur
Við eitt varð tilvera á arbeiðs
marknaðinum býtt út við eina
tilveru á skúlabeinki aftur, og tað
eydnaðist sum heild væl, tó at
onkrir avbjóðingar vóru.
– Eg mátti líka venja meg við
tað í byrjanini. Fyrstu tíðina var
eg øgiliga troyttur av at skulu sita
so langar dagar. Tað var øgiliga
tungt. Men tað at lesa og læra var
eingin trupulleiki, minnist Signar í
Homrum aftur á.
At fara aftur á skúlabonk sum
40 ára gamal hevði sínar avgjørdar
fyrimunir, ásannar Signar í Hom
rum, tá hann hugsar aftur á tíðina
í Hoydølum.
– Tað er eitt sindur øðrvísi at
fara í skúla í hesum aldrinum, og
tað krevur nakað av einum. Men
tað eru nokk so nógv ting, ið man
bara veit frá lívsroyndum, ið man
ikki veit tá man er 18 ella 20 ár.
Man veit t.d., at ting skulu gerast
og tey gera seg ikki sjálvi. Í hesum
aldri situr man ikki og skrivar ein
stíl klokkan ellivu dagin áðrenn
hann skal latast inn, sigur Signar í
Homrum.
Hóast tað aldrin var ætlanin
hjá Signar í Homrum at fara aftur
í miðnámsskúla, so er hann í dag
glaður fyri avgerðina at fara á HF.
Tí hóast hann sjálvur metti, at ar
beiðsroyndir møguliga kundi viga
upp móti einum manglaði prógvi
frá miðnámsskúla, so er hann í
dag sannførdur um, at hann lærdi
nøkur virðismikil amboð í HF, ið
eru góð at hava, nú hann er farin
undir víðari lestur.
– Hóast eg royndi at sleppa und
an, so dugi eg at síggja aftaná, at tað
var skilagott at taka HF. Har lærdi
man tað at lesa, og fáa tey røttu
amboðini til víðari lestur. So í dag
eri eg glaður fyri, at eg valdi at fara
á HF, sigur Signar í Homrum.
Leiðin gekk á
Fróðskaparsetrið
Eftir tvey ár í Hoydølum hevði
Signar í Homrum loksins fingið
skjølini, ið hann hevði brúk fyri at
sleppa víðari, og gamli dreymurin
um at sleppa undir hægri lestur
livdi enn í huganum hjá kenda
kollfirðinginum. Einki ivamál var
heldur um, at tað skuldi vera á
Fróðskaparsetrinum.
– Eg dugdi ikki at ímynda mær
eina tilveru sum 42 ára gamal á
Oyrarsundi, so avgerðin at lesa
víðari á Fróðskaparsetur Føroya
var løtt at taka, greiðir Signar í
Homrum frá.
Meðan Signar í Homrum tók
HF, var arbeiðið við at seta eina
nýggja búskaparútbúgving á stovn
á Fróðskaparsetrinum komin so
langt áleiðis, at útbúgvingin á
fyrsta sinni varð boðin út, tá Signar
í Homrum søkti inn á Setrið.
– Tá man bjóðaði næmingum
at lesa búskaparfrøði fyri fyrstu
ferð í Føroyum, hugsaði eg, at tað
hevði verið spennandi at roynt. So
tað gjørdist mítt val, sigur Signar í
Homrum.
Langir dagar
At tað ikki er heilt tað saman at
taka eina miðnámsskúlaútbúgving
og eina bachelor í búskaparfrøði,
var nakað, ið Signar í Homrum
skjótt legði merki til, tá hann byrj
aði á Fróðskaparsetrinum.
– Eg væntaði ikki, at tað var so
nógv at gera, sum tað er. Vit eru í
skúla fýra tímar hvønn dag, og eg
brúki minst tað sama til at lesa
heim. So hetta er eitt fulltíðar
arbeiði, sigur Signar í Homrum.
Men hóast umhvørvið er mun
andi øðrvísi, so er hann glaður
fyri nýggja umhvørvið á Søgu- og
Samfelagsdeildini, har hann følir,
at lærararnir og starvsfólkini gera
sítt til, at tað skal gangast næm
ingunum væl.
– Nú havi eg ikki sjálvur lisið í
Danmark, men tað hava nøkur av
hinum, ið eg lesi saman við. Tey
vísa á, at tað er ein øgiliga stórur
munur á at lesa á Setrinum, og
at lesa í Danmark, tí at man her í
Føroyum er so nógv tættari upp
á læraran. Um man hevur onkran
spurning, so ber til at fáa fatur á
honum, tí man skal ikki kappast við
150 aðrar næmingar, greiðir Signar í
Homrum frá.
Framtíðin
Bachelor í búskaparfrøði á Fróð
skaparsetrinum er ein trý ára út
búgving, og í løtuni er ikki møguligt
at taka eina víðari útbúgving á
Setrinum innan búskaparfrøði.
Hvat ætlanin er eftir, at Signar
í Homrum vónandi fær prógv á
Setrinum, veit hann ikki reiðiliga
enn.
– Eg taki hetta fyrst, og so fáa vit
at síggja hvørjar møguleikarnir eru,
tá eg eri liðugur á Setrinum. Men eg
havi arbeitt nógv innan sølu, so eg
vænti at tað verður á onkran hátt
tann vegin eg fari, sigur Signar í
Homrum.
Spurdur um hann kann viðmæla
øðrum til at gera tað sama sum
hann, og fara aftur á skúlabonk
eftir ein longri steðg, er hann skjót
ur at svara.
– Absolutt, tað er eingin orsøk
at halda seg aftur. Um man hevur
hug og umstøður til at lesa, so kann
tað viðmælast. Aldurin er eingin
forðing fyri tí, og talan er um eina
góða íløgu, sigur Signar í Homrum.
hallur@sosialurin.fo
Tað er eitt sindur øðrvísi at fara í skúla í hesum aldrinum, og tað krevur nakað
av einum. Men tað eru nokk so nógv ting, ið man bara veit frá lívsroyndum, ið
man ikki veit tá man er 18 ella 20 ár. Man veit t.d., at ting skulu gerast og tey
gera seg ikki sjálvi. Í hesum aldri situr man ikki og skrivar ein stíl klokkan ellivu
dagin áðrenn hann skal latast inn, sigur Signar í Homrum, sum 40 ára gamal fór
aftur á skúlabonk. Í dag lesur hann búskaparfrøði á Fróðskaparsetri Føroya
Eingin orsøk at
halda seg aftur
»Tað var skilagott at taka HF. Har
lærdi man tað at lesa, og fáa tey røttu
amboðini til víðari lestur. So í dag eri eg
glaður fyri, at eg valdi at fara á HF«