Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-14, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 14. mars 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 15. mars 2017 16 Sosialurin LESTRARBLAÐIÐ Hallur av Rana H já teimum føroysku les­ andi, ið hava ætlanir at fara undir víðari lestur eftir summarferiuna, verður tað nú lættari at sleppa inn á dreyma­ útbúgvingina í Føroyum og Dan­ mark. Danskir myndugleikar hava nevniliga samtykt ein nýggjan um­ rokningarleist, tá 13-talsstigin skal umroknast til nýggja 7-talsstigan. Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða Skrivstovuna, vísir á, at nýggi umrokningarleisturin er ein lítil fyrimunur fyri lesandi, ið fingu miðnámsprógv eftir gamla 13-talsstiganum. – Við nýggja útrokningarleist­ inum, so verða miðalpróvtølini hjá teimum lesandi, ið fingu mið­náms­ prógv eftir 13-tals­stiganum, upp til 0,3 stig betri enn við undanfarna útrokningarleisti. Tey fáa nú ein lítla fyrimun tá tey søkja inn á hægri lestur í Danmark og Før­oy­ um. Tað bilar kanska einki, tí út­ javnar bara tann mismunin, ið hesi lesandi hava verið fyri seinastu árini, sigur Holger Arnbjerg. Danmark enn størst Seinastu hagtølini hjá Studni, ið eru frá august 2016, vísa, at hóast Fróðskaparsetur Føroya sein­astu árini eru farið at bjóða fleiri út­ búgvingar og taka fleiri næm­ingar inn, so er Danmark fram­haldandi landið, ið dregur flest før­oysk lesandi til sín, vísir Holger Arnbjerg á. Meðan 973 lesandi í Føroyum fingu útgoldið mánaðarligan lest­ rar­stuðul frá Studna í skúla­árinum 2015/2016, so vóru tað 1303 føroysk lesandi í Danmark, ið fingu ferða­ stuðul útgoldnan í sama tíðarskeiði. Hædd skal tá takast fyri, at talið av føroyskum lesandi í Danmark helst er hægri, tá tað ikki eru øll, ið søkja ella fáa goldið lestrarstuðul. Lesa í danska ríkinum Meðan tølini fyri føroysk lesandi í Føroyum og Danmark hava ver­ ið nøkulunda støðug seinastu árini, so vísir Holger Arnbjerg á, at talið av lesandi uttanfyri danska kongaríkið er støðugt minkandi. – Tað er serliga ein stór minking av føroyskum lesandi í Skotlandi og Onglandi, ið er orsøkin til stóru afturgongdina av føroyskum les­ andi uttanfyri kongaríkið, vísir Holger Arnbjerg á. Hagtøl hjá Studni vísa, at talið av føroyskum lesandi uttan fyri danska kongaríkið topp­aði skúla­ árið 2011/2012, tá 256 føroy­ingar vóru undir lesnað í einum øðrum landi enn Føroyar og Dan­mark, men er síðan mink­að, soleiðis at tað í dag eru 156 føroyingar, ið lesa uttanfyri kongaríkið. So lágt hevur tað ikki verið síðan skúlaárið 2007/2008, tá 151 føroyingar lósu uttan fyri kongaríkið. Pengar og politikarar Leiðarin á Altjóða Skrivstovuni metir, at tað eru fleiri orsøkir til, at talið av lesandi uttanfyri Danmark og Føroyar er minkað, og at flestu hava við fíggjarviðurskiftir at gera. – Føroyafrádrátturin er torførur hjá øðrum londum at kappast við. Um tú ynskir at lesa uttan fyri Før­ oyar, so eru 70.000 krónur skatta­ fríar, tá man lesir í Danmark, øgiliga lokkandi, sigur Holger Arnbjerg. Harumframt vísir hann á bretska pundið. Har lesandi fyrr megnaðu at rinda fyri skúlagjaldið við stuðli frá Studna, so hava broyt­ ingar í gjaldoyrakursinum ført við sær, at lesandi í eitt tíðarskeið hava verið noydd at rinda ein lítlan part av kostnaðinum, vísir Holger Arnbjerg á. Harumframt hava føroyingar, ið hava lisið í Bretlandi, havt trupulleikar við, at danskir og føroyskir myndugleikar ikki altíð meta enskar master útbúgvingar á sama støði sum danskar kandi­ dat útbúgvingar. Úrslitið av tí hev­ur verið, at tey, sum hava lisið Bretlandi, ikki altíð fáa fulla góðkening fyri sína bretska bache­ lor í Danmark, og fáa ikki somu løn við einari bretskari master innan tað almenna í Føroyum, sum tey, ið hava tikið ein kandidat útbúgving í Danmark. – Roynt hevur verið at broytt hetta í Føroyum, men Fíggjar­ mála­ráðið ynskir ikki at javnseta útbúgvingarnar. So fyri at sleppa undan slíkum avbjóðingunum seinni í lívinum, velja fólk heldur at fara til Danmarkar at lesa, sigur Holger Arnbjerg. Tað er tó serliga ein hending, ið Holger Arnbjerg sigur hevur fest seg í minnið hjá nógvum ungum. – Fráboðanin frá føroysku mynd­ug­leikunum um, at man um­ hugs­aði at krevja ein part av ÚSUN- stuðulin aftur frá teimum lesandi, ið ikki vendu aftur til Føroya at arbeiða eftir eitt ávíst áramál, hevur verulig fest seg í minnið hjá lesandi. Hóast tað aldrin gjørdist til nakað, so fái eg enn tann dag í dag fyrispurningar um hetta, tá fólk leggja ætlanir fyri hvar tey ynskja at lesa, sigur Holger Arnbjerg. hallur@sosialurin.fo Lesandi við 13-tals­stiganum fáa nú ein lítlan fyrimun Umrokningarleisturin frá føroyska 13-talsstiganum til 7-talsstigan verður nú broyttar. Nýggja umrokningin ber við sær, at miðalpróvtøl verða upp til 0,3 stig hægri enn áður. »Føroyafrádrátturin er torførur hjá øðrum londum at kappast við. Um tú ynskir at lesa uttanfyri Føroyar, so eru 70.000 krónur skattafríar, tá man lesir í Danmark, øgiliga lokkandi« Holger Arnbjerg, leiðari fyri Altjóða Skrivstovuni