hósdagur 16. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
17. mars 2017
Eingin sigur, at tað skal vera lætt. Men tað
er ótrúligt, sum politikarar duga illa at finna
skilagóðar loysnir saman – og hvussu væl
teir duga at fáa tað at síggja út, sum um hini
eru tey býttu.
Málið um gjald fyri at koyra í Vágatunli
num er sum ein skøvað pláta, har ymsir
ógrundaðir pástandir verða slongdur út um,
hvør hevur lovað hvat. Men eingin hevur
ánilsið fyri, hvat er lovað, tí eingin kann vísa
á, at avtala er gjørd um nakað sum helst,
sum hevur við hetta vælsignaða gjaldið at
gera.
Eitt oppurtunistiskt uppskot er nú í ting
inum, har Sambandsflokkurin skjýtur upp,
at gjaldið fyri at koyra í undirsjóvartunlu
num verður avtikið.
Nýskipanini hjá teimum er – sum altíð
– at skrúvan uttan enda, vegskatturin og av
gjald á bensin og diesel – bara skal skúvast
enn longur upp. »Avgjaldsøðin« er øgilig,
sum fólkafloksmenn plaga at siga.
Trupulleikin er ikki so stórur við hesum
gjaldinum, sum er 30 krónur og sum fer at
lækka niður á 25 krónur, tá vit hugsa um, at
suðuroyringar og sandoyingar skulu rinda
ávikavist 305 krónur og 200 krónur fyri at
sleppa av oynni við bili.
Samhaldsfesti kann ikki bara vera gald
andi fyri ávísan part av landinum. Skulu
tunlarnir vera samhaldsfastir, so mugu skip
ini eisini vera samhaldsføst.
Tað er sjálvandi alla æru vert, at tingfólk
bera mál fram á ting, sum tey fegin vilja
hava ígjøgnum. Men ofta er tað bara oppurt
unisma. Tí tað nyttar einki hjá einum and
støðuflokki at koyra eitt mál fram, sum øll
vita, at flokkurin ikki koyrt fram, um hann
sat við ábyrgd í landsstýrinum. Tá hevði tað
sømt seg betur, at flokkar samstarvaðu – og
sjálvandi at samgongan eisini lurtaði eftir
andstøðuni. Um andstøðan ikki verður tikin
fyri fult av samgonguni, so verður trupult
at samstarva. Tí er neyðugt, at báðir partar
arbeiða við skili.
Jú, vit skulu hava eina skilagóða og
samhaldsfasta skipan fyri samferðsluna.
Men tað skal sjálvandi vera ein skipan, sum
gagnar øllum pørtum av landinum.
Tí má áheitanin á politikararnar vera, at
alt ikki bara verður til snakk og reyp, men
at teir taka lógvatak saman og
loysa uppgávuna – so hon
verður til gangs fyri øll
fólk í Føroyum.
Zakarias Wang hevur sent okkum ársins stytsta
lesarabræv. Talan er um ein spurning – ein sera
einfaldan spyrning til formannin í Sambandsf
lokkinum, Bárð Nielsen:
Spurningur til Sambandsflokkin
– Nær er stjórnarskrá Danmarkar vorðin stjórn
arskrá okkara?
Zakarias Wang
Zakarias Wang sigur við Sosialin, at hann hevur
roynt at funnið fram til hendan spurning at
kalla alt lívið. Tá nú formaður Sambandsfloks
ins er so andbráur, so lysti Zakariasi Wang at
vitað, hvussu og nær
hendan avgerðin er
tikin. Tí hann veit tað
ikki, og í forsætismála
ráðnum vita tey tað
heldur ikki.
Samhaldsfasta samferðslu fyri fyri øll
Nær
Bárður
Niel
sen?
Zakarias
spyr Bárð:
Les eisini blaðið
á telefonini
Kavasporini
í náttini
Høgni Djurhuus
baksíðan
Eik – når
letter tågen?
Jørn Astrup Hansen
Tíðargrein síða 17
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Tórbjørn Jacobsen happar
borgarstjóran í Vági fyri sítt
danska navn, sum ikki sømir
seg ein røttum tjóðveldismanni
Um tað er valið um formanspostin í Komm
unufelagnum, sum nívir Tórbjørn Jacobsen –
ella um hann veruliga meinar, at ein tjóðveld
ismaður ikki kann eita Dennis – kann lesarin
kanska sjálvur meta um.
Men í øðini ímóti Høgna Hoydal og øllum
kvinnunum sum sita á ovastu rók í Tjóðveld
inum, langaði Tórbjørn Jacobsen eisini eftir
borgarstjóranum í Vági, Dennis Holm, nú um
dagarnar.
Tað plagar ikki at vera við mýkindum,
tá Tórbjørn Jacobsen hvessir pennin. Tað
var tað heldur ikki á Facebook hesaferð, tá
hann tók rívan til ímóti sínum floksfeløgum
í Tjóðveldi.
Borgarstjórin í Vági, sum yvirhálaði borg
arstjóran í Runavík og fór við formanssessi
num í Kommunufelagnum, kallar Tórbjørn
Jacobsen ein »tjóðveldis-darling per exxel
lance«. Og hann sigur víðari:
– Guð má vita, hví ein tjóðveldismaður
nakrantíð er komin so illa fyri at hann eitur
Dennis :-))
Høgna Hoydal leggur borgarstjórin í
Runavík undir at ætla at gera enda á vinnu
liga meginmotorinum í Føroyum í Eysturoy
og Norðoyggjum:
» – Ongir hava sum vágamenn, vestmenn
ingar, sandoyingar, vágbingar og tvørámenn
gjørt sær dælt av møguleikanum at fylla sær
lummarnar tjokkfullar við Fólksins ogn hesi
seinastu nógvu árini. Teir ganga lagghallir av
fæi, klárir til at koma innaftur í nýskipanina
hjá Hoydal og hansara dulnevndu
spunasmiðum og myrku sveinum (ÁD, MJ
og HAK – allir meira og minni miseydnaðir
yvirhøvur og apostlar og ideologar hjá Pylsu-
Pól (uttan anti-trust á donskum pylsum.)
Eitt er vinnulig korruptión, væl verri er
hin politiska korruptiónin.
Økiskvoturnar hava eittans endamál hjá
landsstýrinum. Knúsið tað sum er og tað
sum fungerar, og lati okkum fáa Ingolf S.
Olsen (Vágar), Paula Trond Petersen (Vest
manna), Páll á Reynatúgvu (Sandoy), Dennis
Holm (tjóðveldis-darlingurin per exxellance
og Kristin Michelsen og Bjarna Hammer á
Tvøroyri inn í avtoftingarboxina mótvegis
Eysturoy og Norðoyggjum.
Sum málið liggur nú, snýr tað seg bara um
at knúsa tað í stumpar og stykkir sum um
síðir er farið at rigga.
Tað var ikki gamal tjóðveldispolitikkur.
Segði nakar politisk útluting?«
– Guð má vita, hví ein tjóðveldismaður
nakrantíð er komin so illa fyri, at hann
Visti tú?
At vit 1. februar
vóru vit 49.935
fólk í Føroyum?
Tjóðveldismenn skulu
ikki eita donsk nøvn