hósdagur 16. mars 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 17. MARS 2017
SOSIALURIN 33
32
Í
vikuni gjørdist greitt, at ein
myndarøð úr Føroyum hevur
fingið altjóða viðurkenning.
Vinnarin av Altjóða »ZEISS
Photography Awards« 2017 var
belgiski Kevin Faingnaert, og
hann vann nevniliga heiðurin fyri
myndarøðina, sum hann hevði
tikið í Føroyum.
Røðin, sum hann vann prísin
fyri kallast »Føroya« og lýsir lívið
á avskornum plássum í Føroyum.
Vinningurin hjá Kevin Faingnaert
er Zeiss linsur fyri góðar 83.000
krónur og góðar 20.000 krónur í
ferðapeningi, sum skal brúkast til
myndaverkætlan.
4676 myndafólk úr 132 londum
kappaðust um heiðurin, og heili
31000 myndir vóru í umboði.
Myndarøðin av Føroyum var hin besta
MYND: HEINESEN MYNDIR
O
kkurt eggjandi, argandi, er
í tí at ganga til arbeiðis so
tíðliga á morgni, at náttin
valla er liðug. At ganga í
úlvatímanum, sum tímin millum nátt
og morgun eina ferð varð kallaður.
Í degningsløtuni so at siga, hóast
myrkur valdar í nakrar tímar afturat
við lemjandi degningsælum.
Tey flestu sova og droyma enn.
Onkur bilur er tó longu á vegunum.
Onkur skal okkurt so árla, júst sum
eg.
Ikki tí, at nakað øgiliga spennandi
hendir, men tað er jú hetta myrkrið.
Sum í sonevndu kreppuni fyrst í
nítiárunum hevur kommunan
bara ráð til ljós í hendinga
gøtulykt, so rættiliga myrkt
er at ganga.
Okkurt hendir tó av
og á á leiðini. Ein morgun
herfyri sá eg við eitt ein
fugl, ein hvítan fugl,
flúgva frammanfyri. Sá
ikki, hvat slag hann var.
Men hann var ikki ein av teimum,
vit vanliga síggja her. Ikki ein likka,
ikki ein kráka, størri enn stari. Minti,
sá hann ikki væl, men minti
um lítlan heyk, dúgva var
hann ikki, tí so elegant, so
yndisliga, flýgur dúgva
ikki.
Nú hvarv hann. Men, nei, nú
var hann har aftur longri frammi.
Ljóðleyst flog, upp og niður, millum
myrku pelarnar og húsini.
Eina degningsløtu seinni hvarv
hann oman í Gundadal.
Var hetta ein filmur (kanska er lívið
ein filmur, ein vánaligur filmur, eina,
í mesta lagi tvær stjørnur), var hetta
ein filmur, var hesin náttarfuglurin
eitt tekin, eitt súmbol um okkurt, sum
fer at henda. Ein fyriboðan um okkurt,
helst okkurt ringt, hóast fuglurin var
hvítur.
Ein annan morgun, tað hevði kavað
eitt sindur, vóru spor í kavanum.
Kvinnuspor, tað sást á sniðinum og
støddini og mynstrinum í kavanum.
Veit ikki, nær kavin legðist, men spor
ini vóru óskalað, tó kanska ikki heilt
nýggj.
Hvør var hon, sum har hevði gingið
í úlvatímanum. Kanska beint, áðrenn
eg kom á banan.
Ein við longum beinum, tað sást,
tí langt var millum sporini. Eg kláraði
ikki at stíga so langt, verri enn so.
Kanska rann hon. Ivaleyst rann hon.
Men tá sporini og eg komu til
eitt transformatorhús hjá SEV, fóru
sporini aftur um tað. Tey komu tó
afturíaftur hinumegin og út aftur á
gongubreytina og oman eftir henni.
Hvat gjørdi hon aftan fyri har? Eg
hugdi ikki.
Kanska fór hon bara oman á Tórs
breyt at renna har. Eingin dramatikkur
yvirhøvur.
Hóast kavi var lagstur, eitt følv,
sum tað so romantiskt eitur, var ikki
hált. Eg havi stóra virðing fyri teimum,
sum tora at renna í hálku. Eg tori nóg
illa at ganga.
Og so hatta flogfarið, sum hvørja
degningsløtu kemur úr útnyrðingi og
hvørvur í ein landssynning.
Antin flýgur tað lágt ella hevur tað
øgiligan gang. Tí tað hoyrist so væl.
Ella er tað einasta flogfar uppi yvir
Føroyum júst hesa løtuna.
Og tí hoyrist tað, tí eingin annar
gangur er ta løtuna.
Havi ongantíð sæð tað, flogfarið.
Kanska eitt spøkilsisflogfar. Eitt
flogfar, sum flýgur aftur.
Havi ikki hasa appina, sum sigur
frá, hvørji flogfør eru uppi yvir tær
beint nú.
Havi onga app yvirhøvur, og
kortini eri eg á lívi – haldi eg.
Kanska er hatta eitt njósnara
flogfar, sum bara líka skal kekka fyri
onkran, um Føroyar eru har enn. Tað
er altíð hent at vita, nú kalda kríggið
er á veg niður um aftur frostmarkið.
Ella bara eitt heilt vanligt flogfar
fult av ferðafólki ella farmi á veg
onkra staðni sunnan fyri ella eystan
fyri okkum.
Í morgun skal eg aftur út í úlva
tíman. Ferðin varar fimm minuttir
pluss ella minus. Tað veldst um veðrið
og hálkuna. Veturin er nú komin við
tjaldrinum, og hann varar til fyrst
í juni. Myrkrið minkar, men enn er
bølamyrkt.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Kavasporini í náttini
BAKSÍÐAN