mikudagur 6. oktober 2004síða 2
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
Nr. 190 - 6. oktober 2004
Nr. 190 - 6. oktober 2004
3
Svartkjafturin er ein
lutfalsliga bíligur
fiskur, og tá ið minni
verður at veiða, fer
tað ikki at loysa seg at
senda tey stóru og
dýru skipini út á hav-
leiðirnar eftir hesum
fiskaslagi. Tí heldur
leiðarin á Fiskirann-
sóknarstovuni, at ant-
in verða tað vit sjálvi,
sum noyðast at loysa
hetta málið - ella
verður tað OPEC, ið
ásetir oljuprísirnar,
sum loysir málið fyri
okkum
FISKIVINNA
vilmund jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Í døgunum, 27-29. septem-
ber, vóru samráðingar á
Hotel Hafnia í Havn um
svartkjaftin. Strandalond-
ini, sum royndu at finna
semju um veiðina av hesum
tilfeingi, vóru Føroyar, Ís-
land, Noreg og ES, og Rus-
land var við sum eygleiðari.
Landsstýrið hevði tveir
ráðgevar við á hesum fundi.
Annar var Hjalti í Jákups-
stovu, leiðari á Fiskirann-
sóknarstovuni; hin var Jan
Arge Jacobsen, fiskifrøð-
ingur.
Úrslitaleysur fundur
Hjalti í Jákupsstovu sigur,
at fundurin endaði úrslita-
leysur.
– Nei, enn er so langt
ímillum partarnar, at her
kom einki ítøkiligt burtur
úr.
Hann sigur, at generelt
fyri strandalondini er, at tey
krevja ein ov stóran part av
svartkjaftinum, og hetta
snýr seg serliga um ES,
Noreg og Ísland.
– Vit krevja sjálvsagt
okkara eisini part, og vit
halda, at hinir krevja ov
nógv.
Hjalti sigur, at ES, sum
hevur verið rættiliga tungt
at dansað við í spurningin-
um um svartkjaftin, hevur
minkað síni krøv nakað,
men framvegis eru samlaðu
krøvini á kvotum eini 130-
140% størri, enn mett verð-
ur ráðiligt at fiska av stovn-
inum.
– Eg vil siga, at londini
eru samd um, hvussu fiski-
skapurin eftir svartkjafti
skal skipast, men tey eru
ikkki samd um heildar-
kvotuna.
Hann sigur, at útrokning-
ar hjá ICES vísa, at ein
gongd leið kundi verið at
fiskað 1,5 miljónir tons í
eini 2-3 ár og síðan lækkað
heildarkvotuna niður í 1
miljónir tons.
– Veiðan eftir svartkjafti í
økjunum hjá strandalond-
unum og í altjóða sjógvi er
alt ov stór.
Hjalti vísir á, at samlaða
veiðan í fjør var 2,3 milj-
ónir tons, og at veiðan
higartil í ár er 2 miljónir
tons.
– Hetta er tað, sum veitt
verður í íslendskum sjógvi,
føroyskum sjógvi, norskum
sjógvi, ES-sjógvi og í al-
tjóða sjógvi.
Hann vísir á, at veiðan
eftir svartkjafti soleiðis er
nógv størri, enn stovnurin í
longdini tolir.
– Á fundinum varð roynt
at finna eina semju, soleið-
is at heildarveiðan komandi
ár verður 1,5 miljónir tons,
men hetta eydnaðist ikki.
Fleiri uppskot vóru frammi
í hesum sambandi, men
einki vann frama, sigur
Hjalti.
Á fundinum á Hotel
Hafnia samdust londini tó
um at hittast aftur, tá ið
NEAFC fer at hava fund,
10. november.
– Tað er torført at siga,
um nakað úrslit fer at
spyrjast burtur úr tá, nú so
langt framvegis er millum
partarnar, sigur hann.
Tvey prinsippir
Sum skilst, er tann stóri
trupulleikin, hvussu ein
minni heildarkvota skal
býtast millum londini.
– Í hesum spurningi
standa tvey prinsippir ímóti
hvørjum øðrum. Annað er,
at kvotan skal býtast eftir,
hvussu nógvur svartkjaftur
er hjá hvørjum einstakum
landi – og hvussu fiskurin
ferðast millum havleiðir-
nar. Hitt er eitt býti, sum
byggir á, hvussu nógv ein-
støku londini veiða av
svartkjafti.
Hjalti sigur, at hesi bæði
sjónarmiðini standa upp
ímóti hvørjum øðrum, og
stevið er ringt, tí hvør vil
hava sum mest burtur úr.
ES hevur gjørt krav uppá
40% av kvotuni, men einki
er at ivast í, at hetta kravið
má minkast, um nøkur
loysn skal finnast.
– Vit halda, at hesi bæði
sjónarmiðini um býtið eru
skilagóð og kunnu fyri-
halda okkum til tey bæði,
sigur hann.
Hjalti vísir á, at norð-
menn veiða størstu nøgd-
irnar av svartkjafti; teir
fiska bæði í norskum
sjógvi, føroyskum sjógvi,
ES-sjógvi og í altjóða
sjógvi. Í aðru røð yvir
mestu veiði koma íslend-
ingar.
– Men samstundis verða
størstu nøgdirnar veiddar í
føroyskum sjógvi, leggur
hann aftrat.
Onnur viðurskifti
Undir
samráðingunum
heittu føroysku umboðini á
partarnar um eisini at
hyggja at øðrum viður-
skiftum, nú svartkjafturin
aftur var til viðgerðar.
– Vit heittu á londini um
eisini at hyggja at, hvønn
týdning svartkjafturin hev-
ur fyri ymisku londini. So-
leiðis vístu vit á, at hetta
tilfeingið hevur ómetaliga
stóran týdning fyri okkum
føroyingar – bæði fyri tann
flotan, sum fiskar svart-
kjaft, men so sanniliga
eisini sum býtisfiskur fyri
eitt nú tosk í Barentshavin-
um og fyri veiðirættindi í
ES-sjógvi.
Spurdur, um londini ikki
duga at síggja stóra týdn-
ingin, sum svartkjafturin
hevur fyri Føroyar, sigur
Hjalti:
– Jú, teir hava sympati
fyri okkum privat, men
kortini roynir hvør at skava
sum mest til sín sjálvs, og
soleiðis vil tað nú einaferð
vera í samráðingum um
veiðirættindi.
ICES ella OPEC?
Øll tekin eru um, at tað
verður torført hjá standa-
londunum at semjast um
eina ábyrgdarfulla heildar-
kvotu av svartkjafti.
Hjalti torir ikki at meta
um, hvørt ein kvota uppá
1,5 miljónir tons, sum
ICES mælir til, kemur í lag
til komandi ár. Men hann er
onga løtu í iva um, at
veiðan eftir svartkjafti fer
at minka, sum árini ganga,
um eingin semja fæst í lag.
– Tað verða antin vit
sjálvi, sum sita á svartkjaft-
inum – ella OPEC, sum
fara at avgera hetta. Svart-
kjafturin er lutfalsliga bí-
ligur fiskur, og tá ið minni
verður at veiða, fer tað ikki
at loysa seg at senda tey
stóru og dýru skipini út á
havleiðirnar eftir hesum
fiskaslagi.
Tí heldur leiðarin á Fiski-
rannsóknarstovuni, at antin
verða tað vit sjálvi, sum
noyðast at loysa hetta málið
- ella verður tað OPEC, ið
ásetir oljuprísirnar, sum
loysir málið fyri okkum,
soleiðis at vit ikki forkoma
svartkjaftastovninum.
– Semjast londini ikki
um eina ábyrgarfulla heild-
arkvotu, kunnu vit bert
vóna, at stovnurin ikki
verður alt ov illa fyri, tá ið
royndin fer at minka av sær
sjálvum, sigur Hjalti í
Jákupsstovu.
Hjalti í Jákupsstovu:
Áseta vit ikki svartkjaftakvot-
una ger OPEC tað fyri okkum
– Undir samráðingunum
vístu vit á, at svartkjafturin
hevur ómetaliga stóran
týdning fyri okkum
føroyingar – bæði fyri tann
flotan, sum fiskar svartkjaft,
men so sanniliga eisini sum
býtisfiskur fyri eitt nú tosk í
Barentshavinum og fyri
veiðirættindi í ES-sjógvi,
sigur Hjalti í Jákupsstovu
- Smjast londini ikki um eina ábyrgarfulla heildarkvotu,
kunnu vit bert vóna, at stovnurin ikki verður alt ov illa fyri, tá
ið royndin fer at minka av sær sjálvum, sigur Hjalti í
Jákupsstovu· Mynd: Vilmund Jacobsen
Make-up artistskúli til Føroya
Gongst sum ætlað,
verður ein make-up
artistskúli í Føroyum í
januar. Talan er um
skeið, sum varar seks
vikur. Íslendskar
kreftir standa aftan
fyri hesa ætlanina, og í
farnu viku var ein
lærari frá einum slík-
um skúla í Íslandi í
Føroyum og helt skeið
MAKE-UP
Solby A. Eliasen
solby@sosialurin.fo
Nógv bendir á, at íslendskir
make-up artistar hava ætl-
anir um at koma inn á før-
oyska marknaðin. Í øllum
førum er tað ein skúli, sum
arbeiðir við einum merki,
sum eitur No Name, sum
hevur ítøkiligar ætlanir um
at gera seg galdandi á før-
oyska marknaðinum.
Men tað er ikki tað ein-
asta. Ætlanir eru eisini
frammi um at byrja ein
make-up artistskúla í Før-
oyum. Ikki ber til at frætta
so nógv um ætlaninar, men
í øllum førum ljóðar tað, at
skúlin skal byrja í Føroyum
í januar komandi ár.
Vanliga tekur eitt slíkt
skeið tríggjar mánaðir í Ís-
landi. Men um skúlin kem
ur til Føroya, so er ætlanin,
at hann bert skal vara í seks
vikur.
Í Íslandi ganga tey í skúla
frá klokkan 8 til 13 í
tríggjar mánaðir, meðan tey
í Føroyum koma at ganga í
skúla frá klokkan 8 til 16 í
seks vikur. Á hendan hátt
læra tey júst tað sama sum í
Íslandi, bara upp á stytri
tíð.
Útsettur skúli
Skúlin skuldi upprunaliga
byrja í Føroyum í septem-
ber, men bleiv av ymsum
orsøkum ikki til nakað.
Ístaðin skipaði íslendarar-
nir fyri hesum skeiðinum,
sum ein av lærarunum á ís-
lendska make-up artistskúl-
anum hevði í síðstu viku.
Skeiðsleiðarin, sum var her
í Føroyum, eitur Silla.
Á skeiðnum, sum varð
hildið á frisørdeildini á
Tekniska skúla í Havn,
lærdu luttakararnir fýra
ymiskar hættir at leggja
make-up.
Tað fyrsta kvøldið løgdu
luttakararnir milt dag og
kvøld make-up. Næsta dag-
in brúðar make-up, triðja
dagin nakað sum eitur
Smokey eyes og fjórða
dagin make-up til Catwalk.
Smokey eyes er make-up,
har serliga eyguni verða
gjørd myrk ella heilt svørt.
Modellirnar vóru ymiskar,
og luttakararnir nýttu eisini
høvi til at taka áðrenn og
aftan á myndir.
Tá make-up skal leggjast
til Catwalk, skal tað ofta
verða øðrvísi og sterkt. Um
til dømis fólk ganga móta-
framsýning fyri hár, so
kann tað sum skilst vera
gott, at leggja líka make-up
á allar modellirnar.
Skeiðsluttakararnir lata
væl at skeiðinum, og tey
munnu vera fleiri, ið eru
sera spent at vita, um make-
up artistskúlin kemur til
Føroya í januar.
Gongst sum ætlað, verður ein make-up
artistskúli í Føroyum í januar. Íslendskar
kreftir standa aftan fyri ætlanina
Mynd: Jens K. Vang
Silla, sum hevði skeiðið á frisørdeildini á Tekniska skúla, er
lærari á einum íslendsum make-up artistskúla
Mynd: Jens K. Vang
C
M
Y
K
3
2