mánadagur 20. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Sosialurin 90 ár
siða 10
Brendu
bilar á
Vaglinum
Tíðindi síða 6
Sand
oyggin
ikki lóg
leyst øki
Fíggjarmálaráðfrúan vil ikki priv
atisera síðsta partin av BankNordik,
tí so missir landið tamarhaldið á
bankanum – soleiðis at skilja, at
bankin kann flyta av landinum.
Føroya
Banki
hevur
næstan
altíð verið á donskum hondum. Frá
stovnan í 1906 og til húsagangin í
1993 var føroyski dóttirfelag hjá Den
Danske Bank. Tað var einki problem,
tá tað gekk væl. Til tað endaði
galið og bankin varð hongdur um
hálsin á landsstýrinum og føroyska
skattgjaldaranum.
Nú hevur staturin tryggjað bank
arnar so væl, at tað verður ikki ein
fíggjarligur trupulleiki hjá landsstýr
inum – takið bara endurreisingina av
Eik Banka sum dømi.
Vit kunnu øll staðfesta, at privati
seringsævintýrið hjá landsstýrinum
er kollsiglt. Tað var eisini marg
hátligt, at tað skuldi ein javnaðarløg
maður til, áðrenn nakað bleiv privati
serað. Høgraflokkarnir, sum altíð
hava prædikað privatisering, gjørdu
einki við tað – fyrr enn teir vórðu
undirlagdir einum vinstravendum
løgmanni, Jóannesi Eidesgaard.
Men tað gekk ikki long tíð, til
borgarliga
landsstýrið
tjóðartók
privata ognarlutin í Atlantsflog.
BankNordik vilja tey eftir øllum at
døma ikki serlja heilt, tí tey eru bang
in fyri at missa ávirkan. Skulu vit so
gloyma alt um privatisering?
Tá vit tosa um stovnar sum Posta
og Føroya Tele, so hevur tað einki
við privatisering at gera. Tað er rein
spekulatión hjá politkarum at leggja
slíkar stovnar í partafeløg.
Tá sleppa politikarar frá at taka
støðu. Almennu partafeløgini eru
ikki so bundin av at røkja starvs
fólkini so væl, sum vóru tey ein al
mennur stovnur – nevnd og leiðsla
gera sjálvar av, hvussu høgt upp tey
skrúva lønir til nevnd og leiðslu – og
somuleiðis hvussu langt niður tey
skrúva treytir hjá starvsfólkum.
So at leggja almennar stovanr í
partafeløg hevur fleiri fyrimunir.
Tað er stuttligari at vera leiðsla, tað
er lættari at trýsta starvsfólkini – og
politikarar ganga púra fríir, teir hava
onga ábyrgd og kunnu frítt brúka seg,
uttan at tað kostar nakað.
Men tað er ein ikki sørt ullint
støða, sum Kristina Háfoss boðaði
frá í síðstu viku. Tí annaðhvørt skal
bankin privatiserast, ella ikki. Skuldi
bankin farið av landinum við sín
um høvuðssæti og øll tí, sum hevur
týdning, man so ikki ein annar banki
fara at vísa seg?
Tá Tjóðveldi vildi offra Norrønu
á sinni, søgdu júst tað sama. At fór
Norrøna av landinum, so fór onkur
at koma við eini nýggjari.
Hóast uppskotið hjá Miðflokki
num ikki er serliga væl umhugsað og
neyvan verður samtykt. So setir tað
logiska spurningin: Hví skal lands
stýrið eiga í einum peningastovni?
Hálv milliard fyri høvuðssæti
Ein lesari okkara, sum heldur
nógv av kapitalistisku sam
felagsskipanini, helt, at tað
hevði verið stuttligt, um fyrr
verandi javnaðarblaðið end
urprentaði hesa skemtitekn
ingina, sum Johs. Haraldsen
teknaði í Dimmalætting í
1993. Tá varð nógv tosað um
nýskipanir – sum danska
stjórnin vildi trýsta niður
yvir føroyingar. Í hesum
døgum eru nýskipanir aftur
á skrá, ikki sum krav frá døn
um, men sum politiskt mál
hjá samgonguni – sum í sín
um skjøldri valla kann lýsast
sum ein kapitalistisk sam
gonga. Tekningina kallaði
Johs. Haraldsen: »Politiskar
kúvendingar«
Politiskar kúvendingar
Hví skal landsstýrið ráða
yvir einum peningastovni?
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Komandi
leygardag,
25.
mars, verður Móðurmáls
dagurin 2017 hildin í Løks
høll í Runavík.
Hóast altjóða móður
málsdagur er 21. februar, so
verður føroyskur móður
málsdagur hildin 25. mars,
sum
er
føðingardagur
V.
U.
Hammershaimbs.
Hann varð føddur á Steig í
Sandavági hendan dagin í
1819 – og tí verður hildið, at
hesin dagur eigur at vera
førosykur móðurmálsdagur,
tí ávirkanin, sum Hammers
haimb hevði á móðurmálið
hevur verið so avgerandi.
Tað eru Móðurmálslæra
rafelagið, Nám, Sosialurin,
Málráðið og Mentamála
ráðið, sum skipa fyri móður
málsdegnum.
Hesaferð hava fyrireikar
arnir valt yrkismál sum evni
fyri Móðurmálsdagin. Tað
verður lýst í fimm stuttum
fyrilestrum.
Tað
verður
Zakaris
Svabo Hansen, formaður
í Málráðnum, sum býður
vælkomin, og Rigmor Dam,
landsstýriskvinna í menta
málum, sum setur dagin í
Løkshøll klokkan 13.
Jógvan í Lon Jacobsen
fer at hugleiðga um yrkis
mál og almannamál, Elin
Henriksen fer at tosa um
yrkismál í støddfrøði og
Marjun Arge Simonsen fer
at tosa um yrkorðagerð.
Eftir kaffisteðg fer Maria
Dam at tosa um yrkismál í
evnafrøði og Randi Kúrberg
um føroyskt ítróttarmál.
Millum
framløgurnar
fer Elinborg Pálsdóttir at
sygnja.
Tiltakið endar við, at
Móðurmálsvirðislønin 2017
verður handað.
Móðurmálsdagur
verður leygardagin
Tað var Hans Mortensen,
fyrrv. stjóri í SMS, sum
fekk seinastu Móðurmáls
virðisløn fyri sítt íkast til
føroyskt lýsingarmál