mikudagur 6. oktober 2004síða 3
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Nr. 190 - 6. oktober 2004
Nr. 190 - 6. oktober 2004
5
Bilar og hoppiborg á Tvøroyri
Halda høvdið undan vatnskorpuni
á Tvøroyri
Hetta vikuskiftið
skipað gamlaárs-
nevndin og Lions
Klubburin í Suðuroy
fyri stórum tiltaki í
ítróttarhøllini í
Trongisvági
TILTAK
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy: Ert tú suðuroy-
ingur og gongur tú við
tonkum um at skifta bilin
út? So verður møguleikin
hetta vikuskiftið. Tí hetta
vikuskiftið verður tað ikki
neyðugt hjá tær at fara til
bilasølurnar, tí nú koma
bilasølurnar til tín.
Og tað er lagamanni at
hava børnini við, tí meðan
tey gomlu hyggja eftir bili,
ber til at lata tey smáu
royna seg í hoppiborg ella
onkrum øðrum.
Hetta vikuskiftið skipað
Gamlaársnevndin á Tvør-
oyri og Lions Klubburin í
Suðuroy fyri stórum tiltaki
í ítróttarhøllini á Tvøroyri.
Gamlaársnevndin
hevur
bilaframsýning við fleiri
kendum bilamerkjum. Við
á sølustevnuni eru fimm
bilasølur: Nordbil, Nord-
car, Berg Motors,Wenzel
Petersen og Reyni Service.
Harafturat eru bæði Trygg-
ingarfelagið Føroyar og
lýsingavirki, Lýsing, við á
stevnuni at vísa, havt tey
hava at bjóða.
Samstundis hevur Lions
Klubburin í Suðuroy ymisk
tiltøk á skránni. Hjá Lions
ber til at royna hoppiborg
og ringreið, umframt at ísur
og poppkorn verður at fáa.
Samstundis verða ymisk
sløg av tombola.
Og klokkan 15.30 leygar-
dagin, fara Eyðun Nolsøe
og brøðurninr Tróndur og
Brandur Enni, at syngja og
spæla.
Peningurin, sum gamla-
ársnevndin fær inn, verður
brúktur til nýggjarshaldið á
Tvøroyri, sum nú er blivið
til eitt hitt stórfingnasta í
øllum landinum.
Peningurin, sum Lions
fær inn við sínum tiltøkum,
verður óskerdur brúktur til
vælgerðandi og mentanar-
lig endamál.
Tiltakið í ítróttarhøllini er
opið fríggjakvøldið frá
klokkan 19-22, leygardagin
frá klokkan 14-20 og
sunnudagin frá klokkan 14-
20.
Fíggjarligu útlitini á
Tvøroyri eru ikki so
galin. Skattaprosentið
fer at standa í stað
næsta ár, men barna-
frádrátturin hækkar
FÍGGJARLIG ÚTLIT
Àki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Tvøroyri: Fíggjarligu út-
litini á Tvøroyri eru ikki so
galin.
Tað fingu tey at vita, sum
høvdu leitað sær á bý-
ráðsfund á Tvøroyri í farnu
viku.
Á byráðsfundinum var
fíggjarætlanin fyri komandi
ár til viðgerðar og tá upp-
lýsti borgarstjórin, at útlit-
ini vóru ikki so døpur.
Hann segði, at metingar-
nar hjá Toll og Skatt vísa, at
inntøkan hjá Tvøroyrar
kommunu av kommuskatti
fer at kvinka eitt sindur
uppeftir komandi ár.
Í ár verður mett at tvøra-
fólk fara at hava tilsamans
231 milliónir í inntøku,
men næsta ár metir Toll og
Skatt, at inntøkan hjá tvøra-
fólki fer a verða góðar 232
milliónir, ella eina góða
millión hægri.
Sostatt hevur býráðið
lagt eina fíggjarætlan fyri
næsta ár, sum javnvigar við
43,5 milliónum, sum er tað,
sum kommunan væntar at
fáa inn í kommunuskatti
komandi ár.
Býráðið heldur ikki, at
tað er neyðugt at hækka
kommunuskattin og hann
verður sostatt aftur 22,5 %
næsta ár, akkurát, sum í ár.
Hinvegin ætlar býráðið at
stuðla húskum við børnum
við at hækka barnafrádrátt-
in. Í ár er barnafrádrátturin
4000 krónur um árið fyri
hvørt barni, men næsta er er
ætlanin at hann skal vera
4500 krónur fyri hvørt barni.
Sostatt hevur hetta bý-
ráðið miðvíst og stigvíst
hækkað barnafrádráttin øll
árini, tí tá ið hetta valskeið-
ið byrjaði, var frádrátturin
2750 krónur um árið fyri
hvørt barni.
Samstundis verður mett,
at við árslok 2005, er
skuldin hjá kommununi
komin niður á 70-80 milli-
ónir, sum eru slakar tvær
álíkningar.
Annars hevur kommunan
sett eina millión av á
fíggjarætlanini fyri næsta
ár til at vetrarfriða Tvøroyri
fyri seyð.
Kristin Michelsen, borg-
arstjóri, sigur, at samráð-
ingar eru við hagarnar um
endurgjald fyri mist vetrar-
bit, men at tær eru ikki
lidnar enn.
Somuleiðis ætlar býráðið
at gera ein bátahyl eystan-
fyri nýggju samferðsluhavn-
ina og at fáa stuttleika-
bátarnar yvir hagar at liggja.
Fíggjarætlanin hjá Tvør-
oyrar Býráð er nú til við-
gerðar í teimum ymsu bý-
ráðsnevndunum og hon
skal hava eina viðgerð aft-
urat, áðrenn hon er enda-
liga samtykt.
Suðuroy-
ingar
fáa
farstøð
Landsstýrið ætlar
at gera farstøð á
nýggju samferðslu-
avnini í Trongis-
vági
FARSTØÐ
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Suðuroy:
Tað er nú greitt, at
landsstýrið ætlar at gera
farstøð á nýggju sam-
ferðsluhavnini í Trong-
isvági.
Nú nýggjur Smyril er í
gerð, hevur landið gjørt
nýggja samferðsluhavn í
Trongisvági.
Men í tí sambandi,
hevur stór misnøgd ver-
ið um, at ongin farstøð
verður gjørd á havnar-
lagnum.
Vanliga hugsanin er, at
tað er ikki at bjóða fólki
at gera nýggja sam-
ferðsluhavn, uttan at
gera farstøð samstundis.
Ístaðin skulu fólk slepp-
ast upp á fjall á sam-
ferðsluhavnini og noyð-
ast at ganga úti í øllum
veðri.
Men á fíggjarlógini
næsta ár hevur lands-
stýrið sett tríggjar milli-
ónir av til nýggja farstøð
í Suðuroy.
Bjarni
Djurholm,
landsstýrismaður
í
vinnumálum, sigur, at í
sambandi við arbeiðið
at fyrireika Hovstunnil,
leyp nakað av peningi
av.
Hann fer nú at søkja
Løgtingið um loyvi til at
brúka tað avlopið til far-
støð á nýggju sam-
ferðsluhavini.
Men tað er ikki nóg
mikið og tí biðjur hann
eisini um tríggjar milli-
ónir afturat á fíggjar-
lógini fyri næsta ár til
farstøðina.
Men umsóknin á fíggj-
arlógini næsta ár er
sostatt treytað av, at
løgtingið gevur honum
heimild til at flyta
avlopið frá Hovstunl-
inum í ár, til farstøðina.
Ringreið er eitt, sum børnini
kunnu royna í ítróttarhøllini
í Trongisvági hetta
vikuskiftið. Klokkan 15.30
leygardagin fara Eyðun
Nolsøe og brøðurnir Tróndur
og Brandur Enni, at syngja
og spæla
Lærarin verður leiðari á frítíðarskúlanum
Hóast stóra ónøgd frá
Føroya Pedagogfelag,
hevur landsstýris-
maðurin, Hans Pauli
Strøm, ongar ætlanir
um at broyta avgerð-
ina um at seta ein
lærara í starv sum
fyribilsleiðara á frí-
tíðarskúlanum í
Trongisvági
PEDAGOGAR
ÓNØGDIR
Páll Holm Johannesen
pall@sosialurin.fo
Føroya Pedagogfelag og
landsstýrismaðurin í al-
manna- og heilsumálum,
Hans Pauli Strøm, vóru á
fundi týsmorgunin í sam-
band við setanina av einum
lærara sum fyribilsleiðarar
á frítíðarskúlanum í Trong-
isvági.
– Vit eru framvegis ikki
komin ásamt um nakra
semju í málinum, men tað
var kanska heldur ikki
væntandi, sigur Hans Pauli
Strøm
Føroya
Pedagogfelag
hevur fleiri ferðir hartað
landsstýrismannin fyri sín
leiklut í málinum um
leiðaran á frítíðarskúlanum,
og á fundinum við lands-
stýrismannin týsmorgunin
bar fakfelagið enn einaferð
sín ónøgd fram.
Pedagogfelagið er bæði
ónøgt við mannagongdina í
málinum, og avgerðina hjá
landsstýrismanninum um,
at seta ein lærara sum fyri-
bilsleiðara á frítíðarskúlan-
um, hóast tað greitt stendur
í dagstovnalógin, at ein
námsfrøðingur skal standa
á odda fyri frítíðarskúlum
– Pedagogfelagið greiddi
frá sínum sjónarmiðum,
eins og vit greiddu frá
okkara, men partarnir eru
ikki komnir til nakra semju.
Vit hava tikið avgerðina, og
nú vendist ikki aftur, sigur
Hans Pauli Strøm.
Tað ber sostatt til at stað-
festa, at landsstýrismaðurin
heldur fast um, at avgerðin
hjá Tvøroyar kommunu um
at seta læraran heldur enn
námsfrøðingin í starv sum
fyribilsleiðara av frítíðar-
skúlanum var hin rætta.
Kjakast um økið
Á fundinum týsmorgunin
greiddi Hans Pauli Strøm
umboðunum hjá Føroya
Pedagogfelag frá, at polit-
iskur vilji er í samgong-
unum um at endurskoða
dagstovnalógina.
– Eg boðaði teimum frá,
at vit ynskja at taka alt økið
upp til viðgerðar. Ætlanin
er, at vit á ráðnum, Pedag-
ogfelagið og kommunurnar
skulu hava neyvt samskifti,
og taka málið ígjøgnum.
Endamálið við endurskoð-
anini er at fáa fastar og
greiðar mannagongdir á
økinum, sigur landsstýris-
maðurin í almanna- og
heilsumálum.
Millum
málini,
sum
skulu viðgerast er grein 5 í
dagstovnalógini, sum um-
fatar børn við serligum
tørvi og grein 8, sum er
ásetingin um krøvini til
leiðarar á frítíðarskúlum.
Í bíðistøðu
Formaðurin í Føroya Peda-
gogfelag ynskir ikki at gera
stórvegis viðmerkingar til
fundin í morgun. Jarvin
Feilberg Hansen sigur, at í
løtuni viðger Føroya Peda-
gogfelagið málið, og fel-
agið hevur í løtuni ikki
nakra viðmerking til niður-
støðuna á fundinum.
– Vit bíða í løtuni eftir
nøkrum skjølum frá Tvør-
oyrar býráð, og áðrenn tey
eru komin okkum um
hendið, hava eg onga við-
merking, sigur Jarvin Feil-
berg Hansen.
TÍÐINDASKRIV
Komandi leygarkvøld, 9.
okt., kl 20, verður stuðuls-
konsert í Læraraskúlahøllini
á Frælsinum, har kend nøvn
sum Anna D. Háberg,
Gunnar
Mikkelsen
og
Havnarkórið fara at syngja.
Tað eru vinafeløgini Før-
oyar-Ísrael sum skipa fyri
innsavningini, sum er til
frama fyri neyðstødd og
fátæk í Ísrael.
Sum øll vita, so hava
áhaldandi yvirgangsatsókn-
ir nú í fýra ár verið til mikl-
an skaða í Ísrael, og mong
eru deyð. Hagtølini siga, at
eini 600 tilvildarlig fólk eru
álvarsliga skadd og fleiri
hava fingið varandi mein.
Innsavningin er til frama
fyri:
• barnafamiljur ið hava mist
uppihaldara
• fátæk á gøtunum
Hví Ísrael?
Vit vita fullvæl, at neyðin
er stór nógvastaðni í heim-
inum, og ynskja ikki at taka
nakað frá nøkrum, men hví
vilja vit hjálpa júst Ísrael?
Jú, vit halda at vit standa í
skuld til teirra. Paulus sigur
um tey, ið savnaðu inn til
tey fátæku í Judea, at tá ið
tey hava fingið part í anda-
ligu góðum teirra, skylda
tey teimum eisini at tæna
teimum við hinum tímiliga.
Jødunum varð orð Guds
litið upp í hendur, og teir
hava varðveitt tað, og frá
jødunum er Kristus komin.
Hervið er ikki sagt, at
hjálpin, ið kemur úr Føroy-
um, skal avmarkast til
jødar. Vit vilja ikki gera
mannamun.
Vit heita inniliga á lands-
menn okkara um at taka
væl undir við hesi inn-
savning. Allur stuðul munar
tí „mangir løkir smáir gera
stórar áir".
Takk fyri tína hjálp!
Ísraelsfelagið
Vinir Ísraels í Føroyum
Svenning av Lofti
Dánjal Poulsen
– Pedagogfelagið greiddi frá
sínum sjónarmiðum, eins og
vit greiddu frá okkara, men
partarnir eru ikki komnir til
nakra semju. Vit hava tikið
avgerðina, og nú vendist ikki
aftur, sigur Hans Pauli
Strøm.
Savnsmynd
Stuðulskonsert og innsavning
Tjóðveldis-
flokkurin
kúrrur
Tað er lítið nýtt at frætta
úr Tjóðveldisflokkinum
um ósemjuna, ið er
íkomin millum Tórbjørn
Jacobsen
og
Høgna
Hoydal. Hvørki aðal-
stjórn ella formaður
Tjóðveldisfloksins vilja
siga nakað í málinum.
Høgni Hoydal er í løt-
uni staddur í Danmark í
Fólkatingsørindum, og
hann sigur seg ikki hava
nakra viðmerking um
málið í løtuni. Formað-
urin í aðalstjórn Tjóð-
veldisfloksins, Jóannis
Dalsgarð, ynskir somu-
leiðis ikki at úttala seg
um málið
-páll
C
M
Y
K
5
4