mánadagur 20. mars 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
B68 ODDALIÐ Í EVSTU LØTU
Við seinasta sparkinum í dystinum vann B68 3-2-sigur á B36, sum
sendir teir upp á eitt einsamalt 1. pláss í 1.deild
Tróndur Arge
B68 er oddalið í 1.deild, eftir at hava
vunnið tveir teir fyrstu dystirnar í
hesum kappingarárinum. Í báðum
førunum hevur tað staðið á líka til
seinasta bríksl. Hesa ferð vunnu
toftamenn 3-2 á B36 í Gundadali.
Avgerandi málið kom ikki fyrr
enn í seinastu sekundunum, tá
Albert Róin Johannesen við sein
asta sparkinum í dystinum skoraði
til 3-2. Frammanundan hevði Krist
ian Anton Andreassen tvær ferðir
lagt B68 á odda, men B36 javnaði
báðu ferðir.
Í fyrsta umfari stóð eisini nógv
á hjá B68, tá teir vunnu 1-0 á HB.
Tá fekk HB brotsspark í evstu løtu,
men málverjin bjargaði. HB vann í
gjár 3-2 á KÍ. Her var HB eitt skifti
á odda 3-1.
Í Runavík komu eisini mál í
evstu løtu. Argjamenn javnaðu til
1-1 tríggjar minuttir fyri tíð. Ein
minutt inn í yvirtíðina legði Jóhan
Gaardbo NSÍ á odda, men minuttin
seinni javnaði Jobin Drangastein
AB, sum annað vikuskiftið á rað
spælir javnleik.
Í Vági spældu Suðuroyarliðið
og
Giza
Hoyvík
javnleik
2-2.
Gestirnir løgdu seg á odda tveir
minuttir fyri tíð, men aftur kom
eitt mál í yvirtíðini. Hesa ferð var
tað Signar Olsen, sum javnaði fyri
Suðuroyarliðið.
Víkingur
vann
tryggan sigur á ÍF.
STUTTSØGD TÍÐINDI
2. umfar
HB – KÍ 3-2 (2-1)
1-0 Hjalti Djurhuus, 10
1-1 Heðin Klakstein, 19
2-1 Hjalti Djurhuus, 29
3-1 Adrian Justinussen, 54
3-2 Aksel Danielsen, 57
Víkingur – ÍF 4-0 (1-0)
1-0 Arnbjørn Svensson, 9
2-0 Tonni Thomsen, 51
3-0 Dávur á Reynatrøð, 54
4-0 Magnus Heinason, 90
TB/FCS/Royn – Giza Hoyvík 2-2
(1-0)
1-0 Teitur Midjord, 32
1-1 Daniel Patrzalek Hansen, 49
1-2 Niklas Fríði Jacobsen, 88
2-2 Signar Olsen, 90
NSÍ – AB 2-2 (0-1)
1-0 Hans Marius Davidsen, 39
1-1 Mikkjal T. Hentze, 87
2-1 Jóhan Gaardbo, 91
2-2 Jobin Drangastein, 92
B36 – B68 2-3 (1-1)
0-1 Kristian Anton Andreassen, 10
1-1 Bjarni Petersen, 35
1-2 Kristian Anton Andreassen, 69
2-2 Høgni Midjord, 85
2-3 Albert Róin Johannesen, 94
Støðan í 1. deild:
1 B68
2
2
0
0
4
2
+2
6
2
TB/FCS/Royn II
2
1
1
0
7
2
+5
4
3 NSÍ II
2
1
1
0
5
2
+3
4
4 Víkingur II
2
1
0
1
6
4
+2
3
5 KÍ II
2
1
0
1
6
5
+1
3
6 HB II
2
1
0
1
3
3
0
3
7 AB
2
0
2
0
3
3
0
2
8 B36 II
2
0
1
1
3
4
-1
1
9 Giza Hoyvík
2
0
1
1
2
5
-3
1
10 ÍF II
2
0
0
2
0
9
-9
0
FÓTBÓLTUR
Jóan Símun Edmundsson heldur
fram við málskjótingini í donsku
Superliguni. Hann og liðfelagarnir
í OB vóru í gjár á vitjan hjá AGF
í seinasta dystinum í grund
spælinum, og har vunnu teir 2-1
eftir at hálvleiksstøðan var 0-0.
Jóan Símun skoraði til 1-0 við
einum góðum skoti uttan fyri
brotsteigarmarkið í 71. minutti.
Sigurin var tó ikki nóg mikið til at
sleppa undan niðurflytingarspæl
inum. OB endar nevniliga nummar
11.
Hallur Hansson var við all
an dystin, tá ið AC Horsens í gjár
vitjaði í Esbjerg. Kolbeinn Fin
bogason legði AC Horsens á odda
í 83. minutti, men minuttin seinni
javnaði Robin Søder til endaliga
úrslitið, nevniliga 1-1. Hallur Hans
son spældi allan dystin á vinstra
vongi hjá AC Horsens, sum endar
nummar 10 og nú eisini skal spæla
um niðurflyting.
Viljormur Davidsen var liðskip
ari og spældi allan dystin á vinstra
bakki, tá ið Vejle í gjár vann 2-1
á útivølli ímóti AB í næstbestu
donsku deildini. AB var á odda
1-0 í hálvleikssteðginum, men við
tveimum málum gjørdist Dominic
Vinicius stóra sigurshetjan hjá
Vejle í 2-1-sigrinum. Vejle er á 9.
plássi, seks stig frá niðurflyting og
átta stig frá uppflytingarspælinum.
Føroyingarnir í Vendsyssel FF
hava ikki verið í dysti enn, tí tað
skulu teir nevniliga í kvøld, tá ið
tað umræður heimadyst ímóti FC
Helsingør. Vinnur Vendsyssel FF
hendan dystin, lyfta teir seg upp á
eitt 4. pláss. Jákup Thomsen, sum
er útleigaður frá FC Midtjylland til
Skive IK, var ikki við vegna skaða,
tá ið liðfelagar hansara í gjár vunnu
3-2 á útivølli ímóti Nykøbing FC.
Skive IK er nú fremst í næstbestu
deildini.
BADMINTON
Í døgunum 14. – 16. apríl fer ung
lingalandsliðið í badminton til
kapping í Berlin. Hetta er fyrstu
ferð,
at
Badmintonsambandið
sendir leikarar til hesa kappingina.
Føroyar verða umboðaðar í aldurs
bólkunum U13 til U22. Landsliðs
venjararnir, Aritra Nandy og Paulo
Pinheiro, hava tikið hesar leik
ararnar út:
U13
Adhya Nandi (HBF)
Bjarnhild í Buð Justinussen (KBF)
U15
Ari 0Nandi (HBF)
Rúni Øster (HBF)
Lena Maria Joensen (KBF)
Miriam í Grótinum (HBF)
U17
Mona Rasmusdóttir (ÍF)
Sissal Thomsen (HBF)
Jónas Djurhuus (HBF)
Árant á Mýrini (MBF)
Ari Miné Jacobsen (KBF)
U19
Gunnva Jacobsen (HBF)
Kristina Eriksen (HBF)
U22
Rannvá Djurhuus Carlsson (HBF)
Magnus Dal-Christiansen (HBF)
Sólfríð Hjørleifsdóttir (VÍF)
TALV
Sandavágsmenn
mundu
gjørt
bart og tikið øll á bóli í avgerandi
dystinum um FM-heitið í seinasta
umfari í landskappingini í talvi í
dag. Neyvan nakar hevði grunað,
at Sandavágs Talvfelag fór at
leggja oddaliðið hjá Havnar Telv
ingarfelag afturum seg í enda
spurtinum, tí til tess kravdist ein
ógvuliga ruddiligur sigur í síná
millum finaludystinum, men tað
mundi lukkast. Sandavágur vann
3-1 og veitti liðnum hjá Havnini
fyrsta ósigurin í allari kappingini.
Havnarmenn høvdu eitt stig fyri
neyðini í dag, skuldu teir taka FM-
heitið úr Vágum til Havnar, og tað
stigið eydnaðist teimum við bit
og slit at fáa. Á 2.-, 3.-, og 4. borði
vóru vágamenn náðileysir. Høgni
Egilstoft Nielsen vann á Martin
Poulsen, Torkil Nielsen vann á Carl
Eli Samuelsen og Silas Eyðsteinsson
vann á Sjúrði Thorsteinsson.
Hetjan
hjá
havnarmonnum
var Olaf Berg á 1. borði. Við hvíta
fólkinum koppaði hann føroya
meistaranum
Rógva
Egilstoft
Nielsen. Hetta var fyrsta talvið
í dystinum, sum var liðugt, og tí
kom helst ein ávísur friður á hinar
tríggjar á havnarliðnum. Kanska
gjørdust teir í so friðarligir, tí endin
var, at allir taptu. Men tað skal
einki takast frá vágamonnum, sum
vístu fyrimyndarligan stríðsvilja og
gott spæl. Stórmeistarin Helgi Dam
Ziska var ikki við á havnarliðnum,
tí hann er burturstaddur. FM-liðið
hjá Havnar Telvingarfelag í vetur
hava hesir seks mannað: 1. Helgi
Dam Ziska 2. Olaf Berg 3. Martin
Poulsen 4. Carl Eli Samuelsen 5.
Sjúrður Thorsteinsson 6. Herluf
Hansen.
Endaliga støðan í 1. deild gjørdist
hendan:
1. Havnin 30½
2. Sandavágur 29½
3. Klaksvík 1 22½
4. Havnin 2 14½
5. Kollafjørður 13