mánadagur 20. mars 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
REGIN DAVIDSEN 07 VESTUR
Tað er á Dungasandi
at stigini skulu fáast
til høldar. Høvdu
uppiborið betri í
dag, so kenslan er
ikki góð.
Spælið er heilt gott til tíðir, so
úrslitini skulu og fara at koma.
JAN B. ANTHONIUSSEN NSÍ
Hatta er fótbóltur!
Var mann eitt lítið
sindur heldigur,
høvdu vit lættliga
vunnið við 4-5 málum. Stong,
yvirleggjari, strika, alt slapp upp í
part. Men sama ger. Vit spøna teir
bara í Gøtu ístaðin fyri!
Góðir!
JAN KJÆRBO TB/FCS/ROYN
Ein mannfólka
innsatsur í einum
minni vøkrum dysti.
Stálsetti viljin vann
okkum stigini. Okur
eru nr. 1!!
RÓGVI DAM EB/STREYMUR
Hvar var verjan
hjá okkum í
dag. Einki spæl,
tað verur betur
til næsta dyst.
Saman standa vit
sterk
SÆBJØRN LEITI ÍF
Hetta var tað
vit vildu síggja,
fínur dystur
fín døming, nú
eru tey fystu 3
stiguni komin
á kontu flott
kempa dreingir
Koyr á ÍF
LISSI MOURITSEN B36
Og støðan er tann "GITA" innkast
til KÍ ! 36. Min spældir " GITA"
fyrsta innkast til B36 ! Nável 1
stig "FLOTT" og skýli fult av B36
viðhaldsfólki VIT eru har nemliga í
við og mótgongd ! FLOTT einaferð
og altíð B36
Viteru B36
FÓTBÓLTUR
Meðan suðuroyingar fegnast um hvørt stig, sum teir taka seg frá botninum, so eru
teir í NSÍ, sum verður 60 ár seinni í vikuni, vónbrotnir um, at úrtøkan í tveimum
royndum á heimavølli bara er eitt stig, hóast spælið hevur verið á góðari leið
Jóannes Hansen
Tað er heilt onnur dagsskrá
sunnanfyri Suðuroyarfjørð,
enn tað plagar at vera í fót
bóltinum. Meðan TB og
FC
Suðuroy
sum
oftast
stríddust fyri at halda seg
røttu megin niðurflytingar
strikuna, tá ið annað liðið var
í bestu deildini, so er í løtuni
talan um heilt annað stríð.
Eftir tvey umfør er TB/
FCS/Royn einasta liðið, sum
hevur vunnið fulla úrtøku.
Eftir 2-1 á heimavølli í fyrsta
umfari ímóti ÍF, endaði tað
í gjár við 1-0 sigri í Sørvági
ímóti
07Vestur.
Einsam
alli málskjúttin var Poul
Ingason, sum í 19. minutti
saman við tveimum liðfe
løgum var púra blankur mitt
fyri málinum, tá ið Rógvi Jo
ensen við horna legði bóltin
innfyri úr vinstru.
So snúði tað seg um stríð
og strev fyri at varðveita
leiðsluna. Heimaliðið hevði
bóltin nógv, men tað gekk
striltið at mynda upplagdar
málmøguleikar, og suðuroy
ingarnir vóru ovurfegnir, tá
ið Kári Jóannesarson á Høvd
anum bríklsaði fyri síðstu
ferð, meðan heimamenninir
vóru vónbrotnir. Nú hevur
07Vestur spælt tvær ferðir
90 minuttir uttan at hava
skorað mál og uttan at hava
vunnið stig – í fyrsta umfari
endaði tað við 2-0 tapi í
Gundadali ímóti HB.
– Tað eru fleiri, sum siga,
at nú fara vit at gera ein Lei
cester. Hetta taka vit sum
skemt. Vit hava bara fokus
á næstu avbjóðingini, og
hjá okkum snýr tað seg um
at skava so mikið at stigum
saman, at vit sleppa undan
niðurflyting. Um tað skal
eydnast, so er neyðugt hjá
okkum millum annað at
vinna ímóti ÍF á heimavølli
og á 07Vestur á útivølli. At
tað er eydnast vísir okkum,
at tað kann bera til, sigur
Jón Krosslá Poulsen, sum í
gjár var í álopinum hjá suð
uroyingunum saman við Búa
Egilsson.
Suðuroyingarnir
vóru
í 3-5-2 uppstilling. Marius
Berntzen helt tætt millum
stólparnar. Málskjúttin Poul
Ingason var í miðverjuni
saman við Mats Walberg og
Jón Áka Jacobsen. Teitur Ol
sen og Dánjal Godtfred vóru
vongverjar, og sentralt á mið
vøllinum vóru Heri Kjærbo,
Rógvi Joensen og Salmundur
Bech, sum var tann, ið stuðl
aði álopsspælarunum mest.
– Í fjør var eg í Víkingi. Har
var hugburðurin sera góður
og avgerandi. Nú eri eg aftur
í Suðuroy, og tað er hugaligt
at staðfesta, at hugburðurin
á samansetta liðnum er tann
sami, sum hann var í Víkingi
í fjør. Eingin ivi er um, at
vit standa saman um hetta,
og tað er gott útgangsstøði.
Vit hugsa ikki um toppin og
heiðursmerki, men vit arb
eiða fyri søkini, og so fáa vit
at síggja, hvat fer at spyrjast
burturúr, sigur Jón Krosslá
Poulsen.
Fyritreytirnar eru øðr
vísi, enn tær eru hjá øðrum
feløgum. Fimm av teimum,
sum í gjár vóru á dómara
seðlinum, eru í høvuðsstað
num og hava harvið ikki
møguleika at venja saman
við liðfeløgunum hvørt venj
ingarkvøld:
Vit venja eitt kvøld á
eysturvøllinum, og nú hava
vit frá FSF fingið loyvi til at
venja eitt kvøld um vikuna
á Tórsvølli. Fríggjakvøld og
leygarmorgun venja vit allir
við Stórá. Venjararnir báðir
vísa, at teir vita, hvat tað
snýr seg um, og vit royna at
útinna tað, sum teir vegleiða
okkum at gera. Og so hevur
tað alstóran týdning, at teir
eru so góðir at seta okkum
upp og at framala rætta hug
burðin á liðnum, sigur Jón
Krosslá Poulsen.
07Vestur venjarin
Trygvi Mortensen
er vónsvikin:
– Hetta var ein av dystunum
á heimavølli, sum vit høvdu
vónað at vunnið stig í. Í
Gundadali spældu vit eins
væl og HB, og ímóti suður
oyingunum haldi eg, at vit
vóru betri enn mótstøðulið
ið. Trupulleikin hjá okkum
er, at vit ikki megna at spæla
okkum til heilt upplagdar
møguleikar og at skora mál.
Tað mugu vit verða betri til,
og so mugu vit taka til eft
irtektar, at mótstøðulið fáa
høvi at leggja so nógv fyri
kropsliga, sum suðuroying
arnir gjørdu, sigur Trygvi
Mortensen
venjari
hjá
07Vestur.
Tvær umtalaðar
støður í Gundadali
B36 og KÍ spældu javnleik 1-1
í Gundadali. Tað var nakað
vátt og eitt sindur av vindi.
Tað ávirkaði spælið nakað,
men hóast tað vóru nógvir
áskoðarar til dystin. Í stutt
um, so hevði KÍ yvirtakið í
fyrra hálvleiki og skoraði,
meðan B36 trýsti í seinna
hálvleiki og skoraði.
Semir Hadzibulic legði KÍ
framum við fínum langskoti
stutt undan steðginum.
Eg royndi tvær ferðir
áðrenn, men hasi ferð rakti
eg bóltin væl, sigur serbiski
miðvallarin, ið heldur at KÍ
fór nakað langt aftur á vøllin
í seinna hálvleiki.
Eftir hvíldina legði B36
nógv fyri, og tað eydnaðist at
javna, tá ið Róaldur Jakobsen
umsetti brotsspark til mál.
Millum áskoðararnar tykist
verða fleiri meiningar, men
spælararnir halda, at tað er í
ordan, at tað verður bríkslað
fyri brotssparki.
– Sum eg síggi tað, so verð
ur hondin á Sørmundi Kalsø
skumpa upp á bóltin og er
í ónatúrligari støðu, so tað
kann væl verjast at døma
brotsspark, sigur Jonas F.
Rasmussen, liðskipari hjá KÍ.
Róaldur Jakobsen var iva
leysur, tá hann meddaði bólt
in mitt í málið.
– Jonas bleiv at rópa aft
anfyri meg, at eg fór at skjóta
til vinstru, so tað tordi eg
ikki, sigur Róaldur Jakobsen
brosandi, men tekur tað
aftur. – Nei tvætl, eg hevði
avgjørt áðrenn, at skjóta í
miðjuna. Eg eri ikki líka ról
igur, sum eg var fyrr. Tá bíð
aði eg eftir at málmaðurin
fór, viðgongur miðvallarin
hjá B36, sum tó ikki vil siga
hvussu hann skjýtur næstu
ferð.
Tórður ligið nátt á
sjúkrahúsinum
Málverjin hjá B36, Tórður
Thomsen, kendi seg so illa
longu aftaná eitt korter, at
hann bað um at blíva skiftur
út. Hann var illa fyri, tá hann
kom inn í B36-húsið og var
um at svíma. Hann hevur
ligið nátt á sjúkrahúsinum,
men talan er ikki um nakað
álvarsamt, sigur hann við
Sosialin í dag.
Í hansara stað kom 17
ára gamli Rói Mørk Hentze.
Hann kom bara væl frá upp
gávuni.
– Tað er gott at vit hava
ein klassa málverja í Róa at
koma inn. Hann spældi væl
og kundi einki gera við málið
hjá teimum, sigur Jákup á
Borg, venjari hjá B36 og legg
ur afturat;
– Eg haldi, at vit koma
uppiborið upp á javnleik
1-1. Eg haldi eisini, at um vit
spældu eina løtu afturat, so
høvdu vit kanska vunnið,
sigur Jákup á Borg.
Gestirnir fóru
vónbrotnir av Skála
Tað endaði málleyst, tá ið HB
vitjaði á Skála. Harvið hevur
Skála spælt tvær ferðir 90
minuttir uttan at skora
mál og uttan at mál er farið
ígjøgnum hjá Andras Gango.
Skála liðformaðurin Pæt
ur Dam Jacobsen sigur so
leiðis:
– Vit fegnast um, at tað
aftur eydnaðist at halda
tætt, og ímóti HB myndaðu
vit
fleiri
málmøguleikar,
OKUR STRÍÐAST FYRI
AT VARÐVEITA PLÁSSIÐ
Pætur Dam Jacobsen (t.v.) og Daniel Elly Pedersen í tvídysti