mánadagur 20. mars 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 20. mars 2017 · Nr. 34
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
BAGGE ØGILIGA VÆL NØGDUR
Venjarin hjá Víkingi helt, at tað til tíðir sást, at vit enn eru tíðliga
í fótbóltsárinum. Renningarnar sita ikki og bóltarnir liggja ikki,
sum hann orðar seg. Hann ákærir NSÍ fyri at lossa nógvar bóltar
niðan á vøllin, men hann staðfestir, at hetta var ein ógvuliga
trupul dystur, og at hann er øgiliga væl nøgdur við at fáa trý stig.
Hvørki NSÍ ella Víkingur skaptu nógvar málmøguleikar, men
Víkingur tók av tí eina, og upp á hepni, royndir og dugnasemi
fingu teir vart 1-0-leiðsluna og tey trý stigini í hús
Pætur Albinus
Bæði verða tey nevnd sum
møgulig topplið hetta kapp
ingarárið, so hóast komið
einans var til annað umfar,
so var tað ein kensla av topp
dysti, tá ið NSÍ og Víkingur
brustu saman við Løkin
sunnudagin.
Tað sást eisini aftur á vøll
inum. Eingin vildi tapa, og
álopsbogin varð lítið spentur
og við stórum umhugsni.
Bæði liðini høvdu tað klass
isku
uppruddaratýpuna
liggjandi langt afturi, beint
framman fyri verjuna, NSÍ
við Karl Løkin og Víkingur
við Fróða Benjaminsen.
Hetta gjørdi verjupart
arnar sera stinnar, og tað
lá somikið væl fyri at bróta
spælið hjá hvørjum øðrum,
at tað ongantíð kom so langt
sum til flótandi spæl og at
fáa menn, serliga álopskendu
bakkarnar, niðan við.
Hetta var støðan tann
fyrsta hálva tíman. Nøkur
hornaspark til hvønn partin,
men eingin upplagdur møgu
leiki.
Burtur úr ongum
Tað var mest vandi á ferð, tá
ið liðini sendu hornaspark
inn fyri. Tað var eisini á
henda hátt, at Víkingur fekk
hol á smáar tíggju minuttir
fyri hálvleikssteðgin.
Upprunaliga fekk NSÍ
ruddað bóltin burtur, men
ikki longri enn til Hans Paula
Samuelsen, sum smekkaði
bóltin
inn
aftur
í
brotsteigin, har tað
fleiri ferðir bleiv
til trunkaspæl.
H e s a f e r ð
slapp
Filip
at
standa
óvæntað fríur
í brotsteigin
um, og árakað
brotssparks
blettin
fekk
hann tamarhald
á
bóltinum
og
fekk sneitt hann inn
við handaru stong í
mál til 1-0.
– Knappliga savnaðust
allir spælararnir við fremru
stong, og eg kom at standa
púra einsamallur á brot
sparksblettinum. Eg sá, at
eingin stóð við afturu stong,
so eg trillaði bara bóltin inn,
sigur Filip um málið til 1-0.
Lív í
Málið setti púra greitt meiri
lív í dystin. At koma afturúr
tendraði ein neista í NSÍ-
arunum,
sum
framvegis
høvdu trupult at spæla seg
fram til skotroyndir, men
umvegis tey mongu horna
spørkini, teir fingu, vóru
teir ógvuliga vandamiklir. Í
tveimum atløgum rakti NSÍ
træverkið – einu ferðina fór
eitt hornaspark frá Árna
Frederiksberg beinleiðis á
afturu stong, og hinu ferðina
f e k k
Elias Rasmussen sligið bóltin
á tvørtræið og út. Hesa
løtuna var tað fríska lotið
besti vinurin hjá NSÍ, meðan
træverkið var fíggindin.
Hjá Víkingi var setning
urin lættari, nú teir vóru
komnir á odda, og hjá teim
um snúði tað seg um at ríða
hetta lítla trýstið, ið NSÍ fekk
lagt, av sær – í øllum førum
til hálvleiksssteðgin.
NSÍ trýstir
Seinni hálvleikur var ikki
stórt meira enn ein minutt
gamal, tá ið Sølvi Vatn
hamar fekk ein upplagdan
málmøguleika. Í grundini
einasti upplagdi málmøgu
leikin
í
dystinum.
Eftir
verjumistak kom hann at
standa púra
leysur, men
Símun Rógvi
Hansen kom
væl
út
ímóti
og fekk skermað
vinstrabeinssparkið
hjá Sølva við síðuna av
málinum.
Hetta var næstan alt, ið
ein kom at síggja til Vík
ing í seinna hálvleiki, tí nú
setti NSÍ seg fullkomiliga
á dystin. Eingin útskifting
varð framd, men álopsbogin
varð spentur í orðsins sanna
týdningini, og Víkingur datt
longri aftur á vøllin.
Tað er lættari at oyði
leggja spælið, enn at skapa
spælið. Hetta prógvaði ein
vælmannað og ikki minst
ógvuliga
roynd
Víkinga-
verja, sum dugdi væl at vera
fyrst á bóltinum og rudda
burtur.
– Vit hava nógvar deyð
bóltar, har bólturin hoppar
út til ein av teirra ella vit
akkurát ikki náa fram til
bóltin, so tað eru teir smáu
marginalarnir, ið eru av
gerandi, helt NSÍ-venjarin,
Anders Gerber.
Lossa bóltar
Petur Knudsen, sum seinasta
vikuskifti skeyt einasta mál
ið í 1-1-javnleikinum ímóti
EB/Streymi, varð settur á
vøllin 11 minuttir fyri leiklok
– nakað seint at satsa, vildi
onkur hildið, men hvussu
var og ikki, so fekk NSÍ aftur
eitt stórt trýst heilt ímóti
dystarenda.
Víkingarnir vórðu trýstir
heilt aftur í egnan málteig,
men teir trivust við upp
gávuni at rudda burtur, og
teir gjørdu tað meistarliga
saman við einari stong, sum
aftur var í vegin hjá NSÍ.
– Tá teir hava tríggjar
mans í verjuketini og lossa
bóltarnar í feltið hjá okk
um, so verður tað ringt hjá
okkum at sleppa niðan á
vøllin. Um vit ikki fáa tam
arhald á næsta bóltinum,
so verða vit standandi. Vit
komu ikki niðan, tí teir
lossaðu alla somlu tíðina, og
tað gjørdi tað trupult fyri
okkum, segði venjarin hjá
Víkingi, Sámal Erik Hentze.
Hetta var myndin av NSÍ-
avrikinum síðstu løtuna, og
hon avspeglaði tíðarneyðina
at fáa tað útjavnandi málið.
Tætt Í brotsteiginum vitjaðu
teir fleiri ferðir, og hóast tað
fleiri ferðir var vandi á ferð,
so vóru víkingarnir dugna
ligir at fáa ruddað burt í fleiri
umførum.
Nakrir minuttir vórðu
lagdir afturat, og tá ið Lars
Müller bríkslaði fyri sein
astu ferð, stóð 0-1 á mál
talvuni og Víkinga-leikar
arnir stórfegnast um hesi
harðvunnu trý stigini.
Hetta var ein dystur, sum
var ógvuliga taktiskur fram
til fyrsta málið kom, og síðani
fullkomiliga varð latin upp.
NSÍ slepti hondbremsuni
og fekk eisini lagt eitt stórt
trýst á Víking, sum tó fekk
vart sigurin í hús.
patur@sosialurin.fo
EIRINDALEYSIR
VÍKINGAR
VIÐ LØKIN
Fótbóltur
Dysturin
hesa vikuna...