Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 4

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 Nr. 190 - 6. oktober 2004 Nr. 190 - 6. oktober 2004 7 Elin Hentze, lesandi, skrivar í løtuni høv- uðsritgerð sína um PR í tónleiki. Hon heldur, at føroyingar eiga at gera meiri fyri at fáa eina tónleika- vinnu upp at standa. – Hví skal tað ikki kunna lata seg gera her, tá tað gongur alla aðra staðni, spyr hon TÓNLEIKUR Eydna Skaale Myndir: 3-arin eydna@sosialurin.fo – Hví skuldi tað ikki gingið, at fingið tónleikin til ein vinnuveg í Føroyum, tá tað ber til aðrastaðni? Men tað krevur, at politikararnir eisini vakna og koma við í arbeiðið. Um teir fara at síggja vinnumøguleikarnar í tí, so ber tað væl til, heldur Elin Hentze, ein av fyri- lestrahaldarunum á semin- arinum. Í fyrilestri sínum tosaði Elin Hentze nógv um hvussu tónleikarar mugu marknaðarføra seg sjálvar og sín tónleik, fyri at verða sæddir í fjøldini. Hon sigur, at av tí at marknaðarføring er ógvu- liga dýr, um tú skalt síggj- ast aftur ímillum tey bestu, so eru møguleikarnir hjá smáum tónleikafyritøkum og bólkum nógv skerdir í mun til stóru feløgini. – Høvdu vit fingið eitt tónleikavinnuráð, á sama hátt, sum vit hava eitt ferða- vinnuráð, so hevði tað bøtt munandi um møguleikarnar hjá føroysku tónleikarunum at sligið ígjøgnum uttan- lands, sigur Elin. Tónleikamálaráðharri Elin heldur, at tónleika- vinnuráðið skuldi arbeitt miðvíst fyri allar tónleik- arar, soleiðis, at tað gjørdist lættari at fáa tónleikin út um landoddarnar. Til dømis við at skipa fyri konsert- ferðum, tónleikamessum og skeiðum. Hetta hevði gjørt arbeiðið hjá hvørjum einstøkum tónleikara nógv lættari, tí tað var eitt tón- leikavinnuráð, sum tók sær av og samskipaði vinnuna. – Uppgávan, sum Urd Johannesen ger fyri mentamálaráðið og vinnu- málastýrið um rútmiskan tónleik í Føroyum, er avgjørt ein góð byrjan. Eg ivist ikki í, at tónleikurin kann gerast ein vinna, men fyri at tað skal kunna bera seg, er neyðugt, at tað verð- ur samskipað við einum tílíkum ráði. Og hví ikki seta ein tónleikamálaráð- harra eisini, spyr Elin flennandi, tó við einum ávísum álvara í røddini. Hon sigur, at um før- oyskir tónleikarar kundi farið út í heim við einum felags fronti, sum áður- nevnda tónleikaráð hevði verið, hevði tað bøtt mun- andi um møguleikan at verða sæddur á altjóða tón- leikpallinum, tí alt PR ar- beiðið av føroyskum tón- leiki hevði verið felags. – Við einum tónleikaráði hevði tað eisini verðið lættari at samstarva við hini norðurlondini, soleiðis at vit kundu staðið saman ímóti teimum heilt stóru, vísir Elin á. Hon nevnir, at í Svøríki er inntøkan av tónleikinum 0,5 % av bruttotjóðarinn- tøkuni. – Av tí, at Svøríki er eitt somikið stórt og ríkt land, eru 0,5 % av tjóðarinntøk- uni rættiliga nógvir pengar. Um vit skuldu fingið 0,5 % av føroysku bruttotjóðarúr- tøkuni frá tónleikinum, hevði tað verið nóg mikið við einum ella tveimum tónleikarum, sum sláa ígjøgnum. Hví er tað eitt so órealistiskt mál, spyr Elin Hentze. Samfelagið má stuðla Hon sigur, at eitt, sum hevði hjálpt tónleikarunum væl á veg, hevði verið um teir vórðu bidnir um at spæla til ymisk tiltøk her heima, har eisini útlend- ingar eru við. – Tað kunnu vera politiskar vitjanir, fundir av ymiskum slagi, ítrótta- stevnur ella ferðafólkaút- ferðir. Um tónleikararnir koma á pallin í steðgunum, tykist tað í fyrsta umfari sum undirhald, men í veru- leikanum er tað ein sera góður sýnisgluggi hjá teim- um. Og tað kann so væl løna seg aftur seinni, greið- ir Elin frá. Hon nevnir stóru olju- messuna, sum herfyri var í Stavanger. – Ein oljumessa hevur einki við tónleik at gera, sum so, og fólkini sum koma, hava heldur ikki nakað við tónleik at gera. Men hóast tað, valdu fyri- skipararnir at enda mess- una við eini stórari konsert, har millum onnur Eivør Pálsdóttir var við. Tað var ein frálíkur møguleiki hjá henni at røkka nógvum fólkum og siga teimum, at hon er til. Tað er heilt víst, at hon hevur havt ávirkan á tey, soleiðis at tey minnast hana framyvir. Tað er sera góð marknaðarføring, sigur Elin. Hon heldur avgjørt, at føroyingar áttu at lært av tí, og tikið hugskotið til sín. Elin sigur, at vit hava nógvar framúr góðar tón- leikarar og sangarar, sum veruliga endurspegla før- oyska samfelagið. – Skulu fólk velja júst teg og tín tónleik burturúr, so er neyðugt at tú hevur nakað serligt. Tú mást verða á sama støði sum kappingarneytarnir í út- londunum – ella betri, sigur hon. – Vit hava Eivør, Guðrun Sólju, Lenu Andersen og Teit Lassen, fyri bert at nevna nøkur, sum øll hava eina ótrúliga intensa nær- veru. Tað er ein endurspegl- ing av føroyska fólkinum, sum er nógv meiri nærver- andi og intenst enn stórbý- arfólki er. Og tað hevur eina ógvuliga sterka ávirk- an á áhoyraran, greiðir Elin frá, og leggur afturat, at serliga í dag, har tónleik- urin fyri tað mesta antin er larmutur ella teldugjørdur, hevur hendan føroyska nærveran nógv at siga. Hon sigur, at tað eisini býr ein kraft í føroysku tónleikarunum, sum ger, at teir bæði kunnu vera harða ódnin, sum leikar í, eins væl og blikalognin. Og teir bestu kunnu skifta frá ódnini til blikalognina bert í einari reglu í einum lagi. – Tá tú skalt selja tónleikin, ræður tað um at finna tey bestu søluargu- mentini. Nakað, sum er ser- stakt. Henda náttúrliga kraftin samantvinnað við nærveruna er nakað ser- stakt, nakað, sum føroyskur tónleikur kann seljast uppá. Okkara serligi og spenn- andi identitetur, sum vit hava av at búgva her, er eitt gott søluargument, sigur Elin og tekur íslendsku Björk sum dømi. – Hon setti veruliga Ís- land á heimskortið, og óbeinleiðis man hon hava verið ein góður stuðul hjá íslendsku ferðavinnuni. Hon umboðar eldgos, heit- ar keldur og huldufólk. Nú hon er sligin ígjøgnum hevur Ísland veruliga fing- ið eitt andlit úteftir, so tað loysir seg avgjørt at stuðla tónleikarunum. Tað lønar seg altíð aftur, staðfestir Elin at enda. What does it take? Tónleikaseminar í Norðurlandahúsinum What does it take? Mánadagin 04.10 var Norðurlanda- húsið karmur um ein ógvuliga áhugaverdan evnis- dag. Millum annað varð prátað um, hvat skal til, fyri at ungir føroyskir tónleikarar skulu kunna sláa ígjøgn- um uttanlandas og liva av tónleikinum TÓNLEIKUR Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo 112 fólk høvdu meldað seg til seminarið, og á áskoðaraplássunum í Høllini sótu umboð fyri nærum allar bólkar í tónleikaheiminum. Tón- leikarar, Grót og Men- tón, sangskrivarar, plátu- feløg, klassiskir dirigent- ar og onnur vóru savnað fyri at hoyra eitt sindur um hvat í veruleikanum skal til. Stór nøvn Urd Johannesen, ið skipaði fyri degnum, hevði veruliga verið úti um seg og fingið stór og áhugaverd nøvn at koma hendaveg. Seks fyrilestrahaldarar vóru, harav tveir svenskarar, ein dani, ein íslendingur og tveir før- oyingar. Heitið á seminarinum var »what does it take«, og á ymiskar hættir greiddu fyrilestrahald- ararnir frá um egnar royndir innan tónleika- heimin. Teir góvu góð ráð, og góvu eitt innlit í ein gerandisdag, har vinnuvegurin er tón- leikur. Nógv av tí, sum sagt varð, var nýtt og spenn- andi, meðan okkurt av tí var nakað, sum fólk høvdu hoyrt áður. Fyrilestrarnir stuðlaðu hvønn annan sera væl, og so gott sum øll øki av tónleikavinnuni vórðu uppi og vendu. Eftir seminarið var stór og flott buffét, har allir luttakararnir fingu høvi at práta saman um dagin og tað, ið sagt var. Sum heild lótu fólk sera væl at eftir tiltakið. Bert tað, at fokus verður sett á tónleik sum vinnuveg í Føroyum, mundi gleða tónleika- fólk stórliga. Setið eitt tónleikavinnuráð Tú ert aldri meiri enn ein sang burtur frá einum US # 1, og tá tú rakar tað lagið, gerst tú ríkur. Ben Malén, manager, Svøríki ” Tá tónleikarar frá smáum samfeløgum sum okkara skulu promota seg sjálvar, hjálpir tað í stóran mun at promota okkara lond eisini. Við okkara heimlondum hava vit nakað serligt, sum skilir okkum frá heildini, og tí gagnast tað sera væl, um vit leggja okkum eftir at gera okkara heimland til okkara vørumerkið. Lárus Jóhanneson, 12tónar, Ísland ” Gerið eitt sangskrivara-vikuskifti úti í eini lítlari bygd, har tit ballast, hugna tykkum og skriva tekstir. Eg kann viðmæla, at fólk sum ikki kennast skulu arbeiða saman, tí tað gevur ótrúliga nógv. Meiri enn man heldur. Ben Malén, manager, Svøríki ” Vit hava ikki bert fisk, men eisini nógvan frálíkan tónleik og nógvar framúr tónleikarar. Hví ikki skapa eina vinnu? Leif Andersen, sangskrivari, Føroyar ” Siktið eftir stjørnunum, og kanska tit enda á mánanum. Ben Malén, manager, Svøríki ” Innan langt er umliðið, verður telefonin ultimativa tónleikatólið. Fólk vilja ikki keypa góðar stakfløgur fyri 15 kr, men tey keypa gleðiliga ein vánaligan ringitóna fyri sama prís. Ben Malén, manager, Svøríki ” Tykkum nýtist ikki at nýta so nógva orku uppá at sleppa út í heim at spæla. Fáið heimin at koma higar ístaðin, tað hevði allarhelst fingið fleiri føroyskar fyritøkur at stuðla tykkum. Ben Malén, manager, Svøríki ” C M Y K 7 6