mánadagur 20. mars 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Í
1996 var Hans Jóhannes á Brúgv saman við
konu síni Hanne-Mi og Jan Øregaard, farin til
miðamerikanska lanið Puerto Rico at sam
ráðast um sølu av fiski.
Tey búðu á einum hotelli í høvuðsstaðnum,
San Juan. Eitt kvøldið høvdu tey latið seg í stás
klæðir, tí tey ætlaðu sær á eina matstovu at
hugna sær eina løtu. Hetta var um tíggjutíðina.
Myrkt var úti og tey leigaðu sær ein hýsuvogn av
gistingargúsinum, hat tey búðu.
Hýruvognurin kom og tey bóðu føraran
koyra til eina ávísa matstovu. Sutt áðrenn tey
vóru komin á staðið, steðgar hýruvognsførarin
og sigur, at hann kundi ikki koyra heilt til mat-
stovuna, tí hon var ikki at komulig við bili. Men
hann segði teimum, hvussu tey skuldu ganga tað
petti, ið eftir var. Hetta var umleið tveyhundrað
metrar niðaneftir og síðani sama tein til vinstru.
Tey so gera.
Hetta var ein hugnalig gøta við vanligum
handlum, men tað var so mikið seint, at teir
hvødu stong og dirgið var fyri vindeyguni.
Tey gingu lið um lið niðan gjøgnum gøtuna, ið
var manntóm, men annars sá alt út sum van-ligt.
Tá hendi nakað, sum gav teimum ein skelk,
ið tey seint munnu gloyma. Ímóti teimum koma
tveir ungir menn. Annar steðgar beint framman
fyri Hans Jóhannesi og sigur:
– Gev mær pengarnar hjá tær!
Pengamappan hjá Hans Jóhannesi lá í taskuni
hjá Hanne-Mi. Hann biður hana koma við pen-
gunum. Hon fer aftur um Hans Jóhannes, opnar
kaskuna, stingur mappuna inn undir klæðini hjá
sær og sigur á føroyskum.
– Eg havi tikið mappuna!
Tá ið maðurin sá niður í taskuna, og eingir
pengar vóru í, gjørdist hann illur og fór at gera
meira um seg. Men tað sást týðuliga, at hann
eisini var bangin, tí hann ristist á hondunum,
sum var hann undir hvørðum trýsti.
Hans Jóhannes spyr nú Jan, um hann hevði
nakrar pengar.
Jan hevði einar fimmhundrað dollara uppi ár
sær, sum tá svaraðu til ummleið tveytúsund og
fimmhundrað krónur. Jan gav honum pengarnar,
men maðurin gavst ikki so, helt á við at hótta
eina løtu.
Umsíðir tók hann pistólina til sín og báðir
fóru sín veg.
Tey gingu víðari og fingu eyga á ein løgreglu
bil og ein løgreglumann. Tey rópa á hann og
siga, at tey eru rænd. Hann spyr, hvørjum landi
tey eru úr. Tey royna at greiða frá, at tey koma
frá Faroe Island ella Danmark, tí tey hildu, at
eingin í Puerto Rico visti, hvat Faroe Island var
fyri eitt land. Men tey gjørdust ikki sørt bilsin, tá
løgreglumaðurin svaraði á føroyskum:
– Eg eri eisini úr Føroyum.
So er tað ikki einki í tí, sum onkur sjómaður
hevur tikið til, at føroyingur og havhestur finst
allastaðni á jørðini.
Tey prátaðu nú við føroyska løgreglumannin
eina løtu. Maðurin starrvaðist sum trygdarløg-
regla í bynum. Hann segði teimum, at tey kundu
prísa seg lukkulig, at tey vóru sloppin við lívinum
og ikki vórðu skotin, tí kriminaliteturin var so
ovurhandsstórur har í landinum. mannalív vóru
als einki vird. Hann segði, at har í økinum vóru
í miðal millum trý og fýra fólk dripin um dagin.
Hann segði teimum eisnini, at hýruvogns
førarin uttan iva hevði samstarvað við ráns
menninar.
Tey høvdu heldur ikki hugsað um, at tey
ikki áttu at latið seg í stásklæði, sum siður er
í Evropa, tá farið verður út at eta, tí hetta kann
vera tekin um ríkar persónar. Tey skuldu bara
havt veri í T-shirt og løriftsskóm ella krum so
vorðnum.
Komin aftur á hotellið kom bakslátturin. Ikki
fyrr enn tá fóru tey at hugsa um, hvørjar fylgjur
tað hevði havt, um tey høvdu verið skotin har í
gøtuni. Hans Jóhannes og Hanne-Mi áttu tríggjar
fittar smágentur heima. Tað hevði verið ræðuligt
fyri tær. Eisini hugsaðu tey um, hvussu tað hevði
endað, um brotsmenninir høvdu sæð, at Hanne-
Mi krógvaði pengamappuna uppi á sær. Teir
kundu eins væl havt skotið hana.
Eingin av teimum fekk nakað mein av hend
ingini, men Hans Jóhannes sigur, at ein slík
hending setur ein ávísan hvøkk í sinnið. Hann
hevur ferðast nógv síðan – eisini aftur til San
Juan í Puerto Rico. Men í slíkum londum fer
hann ongantíð út, tá ið tað er vorðið myrkt ella
um náttina. Hann letur seg heldur ikki í klæði,
sum kunnu síggja dýr og fín út, og sum bera boð
um pengar í eygunum hjá tí fremmanda. Eisini
hyggur hann rundan um seg, um nú onkur skuldi
gingið aftan á honum.
Pistólina í búkin:
Gev mær pengarnar
Við loyvi frá forlagnum Føroya
Met úr bókini »Skakandi
tilburðir III«, 2008, sum fæst í
bókahandlum kring landið.
Hetta er matstovan, tey ótu á tað kvøldið
í San Juan í 1996, tá ið tey vórðu álopin
Hans Jóhannes á Brúgv