mánadagur 20. mars 2017síða 30
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
6
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Øssur Egholm
STÓLURIN
Í STÓLINUM HESA VIKUNA
LÝS TEG SJÁLVAN VIÐ
TRIMUM ORÐUM:
Tolin, friðarligur og nostalgiskur
HVAT MERKI ER TELEFON TÍN?
Hon er ein gomul og ómodernað Nokia
HVØR ER TÍN BESTA SUMMAR
FRÍTÍÐARUPPLIVING?
Tað má vera ein túrur saman við góðum
fólki suðuri á Costa Del Sol í 1986. Hann
var bæði stuttligur og minniligur.
HVAT ORÐ ELLA HVØNN
SETNING NÝTIR TÚ OFTAST?
»Alt sagt í kærleika«
(sitat Armgarð Arge)
HVØRJUM HYGGUR TÚ AT
HJÁ HINUM KYNINUM?
Útstrálingini og hárinum
HVAT GER TEG Í GÓÐUM LAG?
Tá man, sum eg, hevur havt álvarsama
sjúku, fegnast mann um hvønn morgun,
mann vaknar og hevur tað gott
HVAT STRESSAR TEG?
Eri ikki lættur at stressa, men skuldi
tað verið, er tað helst tá tíðin gongur
undan og deadline nærkast ov skjótt
HVØR ER TÍN YNDISRÆTTUR?
Eg eri nokkso traditionellur, tá tað kemur til
mat, so hjá mær er tað ræst kjøt & súpan
HVAT GLEÐIR TEG?
Eg eri rættiliga veðursjúkur, so hvørja
góða løtu vit fáa til veður her á landi,
fegnist eg um. Men annars eri eg sjálvandi
eisini fegin um at tað gongur væl hjá
børnunum, og at mann hevur bæði
nógvar og stuttligar starvsfelagar
HVAT VAR SEINASTA YNSKIÐ,
SUM TÚ FEKST UPPFYLT?
Tað var tá eg fekk føroysku
rokksøguna í jólagávu frá dóttrini
HVAR ARBEIÐIR TÚ?
Havi í skjótt 20 ár verið í starvi í
Útvarpi Føroya/Kringvarpi Føroya
HVØRJUM TÓNLEIKI
LURTAR TÚ EFTIR?
Breitt. Men eri nokk mest til tað góða
og gamla, 70'ini ikki minst, tó eg eisini
javnan felli fyri tónleiki av nýggjari slagi
HVAT ER BESTA UPP
FINNINGIN OG HVÍ?
Tær eru nógvar, men tá børnini vóru minni
var eg mangan glaður fyri fartelefonina
HVAT ER BESTA ÍLØGAN
TÚ HEVUR GJØRT?
Keypti mær nýggjan bil fyri hálvum
øðrum ári síðan, og tað er ein íløga eg
havi gleði av hvønn einasta dag
HEVUR TÚ NAKAÐ HÚSDJÓR?
Nei, men yngra dótturin hevur ein hund,
sum plagar at vitja »abba« sín viðhvørt
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM
TÚ VANN EINA MILLIÓN?
HMMM ... Haldi eg hevði goymt
hana til verri tíðir
HVAT HEVÐI TÚ GJØRT, UM TÚ
VANN TÍGGJU MILLIÓNIR?
So hevði eg boðið mínum nærmastu,
tað veri seg starvsfeløgum, vinum og
børnum eina ferð kring knøttin (um tey
høvdu sagt ja-takk er ein onnur søga)
HVAT ER TAÐ BESTA VIÐ
FØROYUM OG HVÍ?
Havi altíð havt ein dreym um at roynt at búð
í øðrum landi, men sum árini ganga bliknar
tann dreymurin alsamt, og havi sligið meg
til tols við, at her man vera longst sum best
HVAR ERT TÚ UM 10 ÁR?
Tað velst um, um eg havi vunnið hasar
10 milliónirnar. Skuldi tað hent at eg ikki
havi, so verið eg nokk bara her í Havn
Gleðist yvir hvørja góða løtu
»Alt í
kærleika«