mikudagur 6. oktober 2004síða 5
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
Nr. 190 - 6. oktober 2004
Nr. 190 - 6. oktober 2004
9
Stórthundrað fólk
vóru til hugnaløtuna í
nýggju húsunum hjá
Eldrafelagnum Nón í
Saltangará, tá felagið
hevði sín fyrsta fund
har. - Vit eru ógvuliga
glað um, at so nógv
fólk nýttu høvið at
koma inn á gólvið
hetta kvøldið, sigur
Amy Djurhuus,
forkvinna í felagnum
VEITSLUKVØLD
Orð og myndir:
Rúna Sivertsen
runa@sosialurin.fo
Nýggja húsið hjá eldra-
felagnum Nón var fullsett,
tá fyrsti fundur varð hildin
har týskvøldið í seinasu
viku.
Eftirsum hetta var fyrsta
fundarkvøld í nýggju fe-
lagshúsunum, vóru býráðs-
limirnir og nevndin í ar-
beiðarafelagnum, Hæddini,
boðin við.
Tað komu so nógv fólk
inn á gólvið hetta kvøldið,
at enntá úti í ganginum
varð borð sett upp. Men øll
sluppu til borðs, nóg mikið
var av mati og sera væl
smakkaði.
Eldrafelagið Nón, sum
serliga hevur limir av
Skálafjørðinum,
keypti
felagshús fyrr í ár.
Húsini í Torvgøtu eru
eini 30 ára gomul, men tey
eru í góðum standi, og
nossligt er uttan um.
Síðani felagið keypti
húsini hevur dúgliga verið
arbeitt, soleiðis at húsini nú
eru betur egnað til felags-
hús.
Eldrafelagið Nón hevur
stívliga 16 ár á baki, og
hevur øll árini havt innivist
til tey ymisku tiltøkini í
hølunum hjá arbeiðarafe-
lagnum Hæddini.
Men nú hevur felagið so
fingið egin hús, og frøin
var stór, nú húsið varð klárt
at taka í nýtslu.
– Ætlanin er, at fólk
skulu kunna koma í húsini
og gera eitt hvørt handaligt
arbeiði hvønn dag - ella
bara støkka inn á gólvið til
prát og hugna. Nú kunnu
vit hava alt tað, vit fáast
við, standandi til næstu
ferð, men slíkt ber ikki til,
tá ið tú ert í hølum hjá øðr-
um, sum eisini verða brúkt
til onnur endamál, sigur
Amy.
Amy sigur, at tey eisini
ætla at nýta húsini til annað
enn felagsarbeiði.
– Eitt nú ber til at leiga
hølini til føðingardagar ella
aðrar veitslur. Eisini eru
húsini serstakliga væl egn-
að til skeið- og fundar-
virksemi ella til gisting, um
tað skal verða, sigur Amy.
Felagið hevur um 150
limir, og nýggir limir
kunnu tekna seg hjá Amy
ella onkrum av hinum í
nevndini. Aldursmarkið er
50 ár.
Hóast árini eru komin, sæst,
at sinnið er ungt. Arne
Solmunde og Poula Andersen
avmyndaði í køkinum í
nýggju felagshúsunum hjá
Eldrafelagnum Nón í
Saltangará. Aftast á
myndini, Klæmint
Túgvusteina
Aldursmarkið at gerast limur
í eldrafelagnum er 50 ár, og
tað kravið lúkar Kári P.
Højgaard, løgtingsmaður,
sum nýtti høvið at halda
røðu. Sum tann skemtari
hann er, fekk hann láturin at
runga. Tá hann skuldi bera
fram heilsu fyri Meinhard
Bjartalíð, prest - sum var
noyddur at fara - kom hann
av misgávum at siga: „Nú er
prestur farin" - og tá fingu
fólk ikki afturhald, sum tey
flentu
Sæunn og Jóannes S. Hansen - hon vegna býráðið og hann setti dám á kvøldið við frálíka
harmonikuspælinum
Nólsoyingurin Otto Frist
Hansen er millum teir
umleið 150 limirnar hjá
eldrafelagnum
Jenny Højgaard til vinstru og
Olivia Hansen. Jenny er
mamma Kára P. Højgaard
Nevndin í
eldrafelagnum
Nón; frá
vinstru: Poula
Andersen,
Johanna
Reyná, Hanna
Nielsen, Lenni
Højgaard, Ansa
Højgaard, Amy
Djurhuus,
Malvinus
Reyná, Maria
Olsen og Ingun
Olsen
Fólk streymaðu til, og okkurt um 120 fólk vóru við til fyrsta fundin í nýggju húsunum. Frá
vinstru: Maria í Grund, Maria Jacobsen, Elsebeth Carney, Katrina Jensen og Dávur Jacobsen
Jona Danielsen hevði prýtt
vakurt pyntaðu borðini
Amy Djurhuus forkvinna í
eldrafelagnum Nón og Símin
Pauli Poulsen, skrivari í
landsfelagnum hjá
pensjónistinum. Amy var
serstakliga fegin um, at
kvøldið eyndaðist so væl, og
at so nógv nýttu høvið at
koma. Hon helt fleiri røður
og takkaði hjartaliga fyri ta
stóru vælvild felagnum er
sýnt bæði frá býráði,
vinnulívinum og
einstaklingum
Oda og Ingolf Samuelsen
hava meginpartin av lívinum
búð í Vági í Klaksvík. Men
hetta kvøldið vóru tey komin
úr Streymnesi, har tey eisini
eiga hús, at hugna sær
saman við vinum og felagum
sínum
Frá vinstru: Bjarni Hansen,
Petur Knudsen og Johannes
Køtlum
Gomul í veitsluhýri í Saltangará
PROFETUR
Jan Müller
Í meira enn 20 ár hevur
Gud talað til heimin gjøg-
num egyptisku kvinnuna
Vassulu Rydén. Og hesi
árini hevur hon ferðast
verðina runt og hildið
meira enn 800 fyrilestrar.
Nú er hon so komin til
Føroya á eini rundferð í
Norðurlondum.
Hon
skuldi tala í Vesturkirkjuni
í gjárkvøldið, og ein av
teimum, sum fór at sita á
kirkjubonkinum var Hans
Jákup Joensen, bispur,
sum hevði vitjan av Vas-
sulu profeti á bispagarð-
inum í gjár. Sosialurin
fekk orð á hana í bispa-
garðinum. Tann sera frynt-
liga Vassulu segði seg vera
komin til Føroya fyri at
bera boðskapin víðari frá
Gudi, sum tosar gjøgnum
hana.
– Eg fari at greiða frá
hvussu mítt lív varð,
áðrenn Gud tosaði við meg
fyrstu ferð, og hvussu mítt
lív hevur verið eftir hetta.
Eg fari at siga frá øllum tí,
sum er komið frá Gudi
hesi 20 árini. Vassulu sig-
ur, at hennara uppgáva er
ikki at sannføra nakran. –
Mín uppgáva er at vera
boðberi.
Uppá fyrispurning hví
fólk skulu trúgva, at hon er
ein profetur, nú tá so mong
onnur fólk eisini siga seg
tosa við Gud, sigur Vas-
sulu, at hetta er nakað, sum
fólk mugu meta um sjálvi
við at kanna hennara fortíð
og lív og tað, sum hon
hevur borið víðari fram frá
Gudi. Tá kunnu fólk so
døma ella meta um seg.
Hvat er tá høvuðsboð-
skapurin? – Tað er at liva í
friði við Gud og skapa frið
millum manna. Tað er ein
sannroynd, at kirkjunar
standa ikki saman í dag.
Gud vil, at tær at semjast
og virka saman. Gud veit,
at dialogur er millum leið-
ararnar innan tær ymsu
kirkjurnar, og hann heitir á
tær um at finna og standa
saman. Hetta er ein av
høvuðsboðskapunum, men
Gud vil eisini hava meg at
siga fólki, hvat tað vil siga
at liva eitt lív saman við
Gudi. Hann vil eisini í
samband við øll vanlig
fólk, sum eg sjálv eri, og
vil hava okkum at skilja
seg. Vassulu sigur, at Jesus
er Gud. Hon sigur, at tað
hava verið nógvir falskir
profetar. Ein má skilja
millum hesar og veruligar
profetar.
– Vit hava Bíbliuna. Hon
er liðug skrivað. Men Gud
fer ongantíð at gevast at
tosa við okkum. So hann
heldur fram at tosa við fólk
og velur út tey, sum hann
heldur skulu bera boð-
skapin
víðari. Vassulu
sigur víðari, at hennara
uppgáva er ikki at finnast
at, døma ella krevja nakað
av nøkrum. Gud er á lívi,
og hann er okkara dómari.
Seinasta dagin verða vit øll
dømd av honum, so vit
hava ongan rætt til at døma
hvørannan.
Vassulu sigur, at hon
metir seg sum eitt vanligt
menniskja,
sum
hevur
bæði bein á jørðini, men
sum hevur móttikið eina
gávu frá Gudi, og tað er
hana, sum hon ber fram til
onnur.
Hans Jákup Joensen,
bispur er rættiliga fegin
um at hava fingið vitjan
av hesi dámliga og spenn-
andi kvinnuliga profetin-
um, sum hann heldur vera
eitt vanligt og lítiðlátið
menniskjað. Hann sigur, at
hon er sera áhugaverd at
hoyra. – Men hvat sigur tú
til eina slíka kvinnu, sum
sigur, at Gud tosar gjøg-
num hana. Onkur vil
kanska siga, at tað er blas-
femi, tá slíkt kemur fram: -
Tað segði man væl eisini
um Jesus. Men við Vassulu
er tað soleiðis, at hetta er
nakað, sum hon fær og ikki
biðjur um. Hann fær nak-
að, sum hon fær boð um at
bera fram og so kunnu fólk
velja at lurta ella trúgva tí,
um tey vilja. Eg fari at
lurta og í spenningi. Hetta
er eitt sindur óvanligt fyri
okkum. Tað er ikki heilt
ókent tað Jesus segði við
lærusveinarnar, at "eg havi
so nógv annað at siga
tykkum, men tað tola tit
ikki nú. Men tá Heilagi
Andin kemur, so skal hann
sannføra osfr. Tað, sum
Vassulu sigur, nýtist tí ikki
at vera í stríð við tað sum
er, tað kann vera í samsvar
við tað".
Gud tosar við okkum
gjøgnum Vassulu
C
M
Y
K
9
8