mánadagur 20. mars 2017síða 32
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
8
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Rock Trawldoors hevði
sítt besta ár nakrantíð
Vilmund Jacobsen
– Í fjør hevði lemmavirkið í Vági - Rock Trawl
doors – sítt besta ár nakrantíð. Nógv var at
gera á virkinum at kalla alt árið og einasti
mánaði, sum kundi verið betri, enn hann var, var
november.
Tað sigur Hans í Líðini, stjóri á virkinum.
– Tað var bara november, sum kiksaði og sum
var ein vánaligur mánaði. Síðan var aftur nógv
virksemi í desember og januar.
Seinastu tríggjar til fýra vikurnar hava eisini
verið heldur slakar, men á virkinum hava teir
gjørt onkra bílegging upp á lemmar til flótitrol,
sum skal leverast um hálvan næsta mánaða.
– Nú um dagarnar hava vit aftur fingið onkrar
nýggjar bíleggingar. So, hetta er, sum tað eigur
at vera. Tað verður altíð eitt sindur aftur og fram
í slíkari vinnu sum hesari, sum stjórin tekur til.
Hóast Rock Trawldoors hava meginpartin av
føroyska marknaðinum, telur føroyski parturin
bara umeið 10 prosent av framleiðsluni hjá lem-
mavirkinum, meðan eini 90 prosent liggja uttan
fyri landoddarnar. Ein orsøkin er, at í føroyskum
sjógvi verður nógv partrolað.
17 mans til arbeiðis á Rock
Hans í Líðini sigur, at føroysku lemmarnir eru
víða um høv, og millum størstu keyparalondini
eru Ísland, Kanada, Rusland, Grønland og No-
reg, harav norski marknaðurin ikki er so stórur
longur.
– Men, vit selja eisini lemmar til onnur lond
enn hesi nevndu, eitt nú til Spania, haðani vit í
seinastuni hava fingið ógvuliga góðar afturmel-
dingar.
Men, tað er ikki bara sum at siga tað at fram
leiða lemmar í Føroyum. Stálið verður sjálvsagt
keypt uttanlands, og síðan fer øll framleiðslan
fram í Føroyum við arbeiðsmegi undir føroyskum
lønarlagi.
– Vit kundu tað sama framleitt okkara lemm
ar í øðrum landi, nærri stálinum og við bíligari
arbeiðsmegi, men tað hevði eg ikki verið errin
av. Vit gerast neyvan miljóningar av hesum, men
megna vit at reka hetta arbeiðsplássið og sleppa
undan halli á botnlinjuni, eru vit nøgdir. Tað er
eisini áhugavert og lærandi at koma í samband
við so nógvar reiðarar og fiskimenn kring heimin,
sigur Hans í Líðini.
Á virkinum hjá Rock Trawldoors í Vági arbeiða
17 mans, og í einar fimm mánaðir í 2016 gingu
menn vakt, soleiðis at arbeitt varð frá klokkan
08 til 16, og síðan arbeiddu einir fýra mans víð
ari til á midnátt.
– Vit hava tríggjar jarnsmiðjur í Vági, Rock
Trawldoors, Vágs Skipas-miðju og Tangavirkið,
og vit arbeiða ógvuliga væl saman. Er okkurt,
sum manglar einastaðni, so finna vit út av ting
unum saman, og eg haldi, at hetta hevur verið til
fyrimunar fyri allar partar, sigur hann.
Arbeiða við menning
Eitt virki, sum arbeiðir við trollemmum til fiski
skipaflotan, noyðist alla tíðina at vera frammi í
skónum, og ein partur av hesum arbeiði er men-
ning av nýggjum sniðum av trollemmum.
Hans í Líðini sigur, at Rock Trawldoors í løtuni
arbeiðir við tveimum heilt nýggjum modellum,
sum vórðu roynd í tanganum í Hirtshals hin 16.
januar í ár. Talan er um eitt modell til flótitrol
og eitt model, sum er ein víðari útbygging av
Sea-Hunter-modellinum.
– Vit fingu fantastiska góð úrslit í Hirtshals,
og vit eru ógvuliga spentir upp á at fara at fram
leiða hesar lemmar og fáa teir royndar í fiski
skapi.
Stjórin vísir á, at tað er rættiliga kostnaðar
mikið at arbeiða við nýggjum, og bara royndar
hylurin í Hirtshals kostar 40.000 krónur um
dagin. Síðan skal gerast ein prototypa.
– Vit eru ógvuliga spent upp á hesar nýggju
trollemmarnar og ábendin-garnar, sum vit fingu
í Hirtshals, vóru heilt fantastiskar. Eg vænti, at
tá henda vikan er liðug, fara vit í fyrstu syfti
at framleiða lemmarnar til uppsjóvarvinnuna,
og tað er okkara vón, at hesir kunnu roynast
umborð á onkrum av okkara uppsjóvarskipum,
áðrenn verandi svartkjaftavertíð er úti. Tað tekur
umleið 14 dagar – ella 10 arbeiðsdagar – at
framleiða eitt sett av hesum lemmum.
Hans í Líðini vísir á, at í slíkari framleiðslu er
umráðandi, at lemmarnir ikki eru ov tungir at
hála – og ikki minst er hetta galdandi í veiði eftir
makreli, tá tóvað verður við nokso nógvari ferð.
– Samstundis, sum mótstandurin ikki skal
vera ov nógvur, meðan tóvað verður, skulu
lemmarnir helst eisini spíla væl, sum hann tekur
til.
Nýggjan skrivstovubygning
Rock Trawldoors í Vági hevur eisini keypt og
innrættað seg í skrivstovubygningi á Vágsvegi
52 í Vág.
Flutt varð inn í bygningin í desember í fjør,
og her eru góðar umstøður, eins og ein partur
av bygninginum verður leigaður út.
– Bygningurin er partvís í einari og tveimum
hæddum, og tað eru endarnir, sum eru í tveimum
hæddum. Í ovaru hæddini í øðrum endanum er
goymsla – og í hinari er íbúð, sigur stjórin í Rock
Trawldoors, Hans í Líðini.
– Vit eru ógvuliga spentir upp á nýggju lemmarnar og ábendingarnar, vit fingu í royndarhylinum í
Hirtshals, vóru heilt fantastiskar. Tað er okkara vón, at lemmarnir til uppsjóvarflotan kunnu roynast í
fiskiskapi, áðrenn verandi svartkjaftavertíð er úti, sigur Hans í Líðini, stjóri á Rock Trawldoors í Vági
Tað gongur væl hjá Rock Trawldoors í Vági, sum hevði sítt besta ár í 2016
Hans í Líðini, stjóri á Rock
Trawldoors í Vági
TEMA: SJÓVINNA