mánadagur 20. mars 2017síða 34
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
10
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
KJ sáttmála
um fleiri tvíkiljur
Vilmund Jacobsen
T
að var í fyrstu viku av januar, at KJ Hydrau
lik á Kambsdali handaði tvíkiljuna Slætta
nes til alifelagið Luna.
Slættanes er 13 metrar long og seks metrar
breið. Hon hevur tveir motorar til framdrift, hvør
á 425 HK, og eisini hevur hon ein 70 KVA gene
rator.
Av deksútgerð kann nevnast ein radiostýrdur
Palfinger 23 tons krani, ein hydrauliskur
kapstanur á seks tons og tveir á eitt tons.
Tvíkiljan er útgjørd við messu, wc, arbeiðs-og
klædnarúmi og allari vanligar nautiskari útgerð.
Slættanes er nýbygningur nr. 45, sum KJ
hevur smíðjað – og nummar sjey til Luna.
Nýggir sáttmálar hjá KJ
Sáttmáli er eisini gjørdur um nýbygningar
nummar 46, 47 og 48, og hesir eru eisini farnir í
framleiðslu, harav nýbygningur nummar 46, sum
eisini er til Luna, verður handaður í apríl mánaði
í ár. Síðan er ein tvíkilja til Bakkafrost og ein til
Íslands.
– Tvíkiljan Slættanes er bygd í tøttum
samstarvi við Luna, har serligur dentur er lagdur
á gott arbeiðsumhvørvi, soleiðis at tvíkiljan er
góð og trygg at arbeiða við í øllum líkindum.
Eisini er nógv gjørt fyri at fáa ljóðviðurskiftini so
góð sum til ber, verður sagt hjá KJ á Kambsdali.
– Tvíkiljan Slættanes er bygd í
tøttum samstarvi við Luna, har
serligur dentur er lagdur á gott
arbeiðsumhvørvi, siga tey hjá KJ
TEMA: SJÓVINNA
Fyrst í januar handaði KJ tvíkiljuna Slættanes til Luna, og nú er fyritøkan á
Kambsdali í holt við tríggjar aðrar tvíkiljur, sum sáttmáli er um