mánadagur 20. mars 2017síða 40
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
16
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
TEMA: SJÓVINNA
Byggja tvær tvíkiljur
aftrat til Bakkafrost
Vilmund Jacobsen
E
ftir at hava bygt tvær tvíkiljur seinastu
mánaðirnar á Skipasmiðjuni hjá Mest, hevur
skipasmiðjan fingið nýggjan sáttmála um
tvær tvíkiljur aftrat til Bakkafrost.
Tann fyrra av tvíkiljunum, sum Mest longu
hevur bygt, varð latin eigaranum í februar og
tvíkiljan, sum eftir er eftir gamla sáttmálanum,
verður latin nú í mars.
Skipasmiðjan Mest ger alt arbeiðið í Føroyum,
og Vikublaðið hevur vitjað inni á gólvinum í
byggihøllini, har tvíkiljurnar verða bygdar.
Jón Purkhús, deildarleiðari fyri aliøkið norður
hjá Bakkafrosti, sigur, at tvíkiljan Miðvík, sum var
hin fyrra, hevur roynst væl og hevur ligið serli-ga
væl í sjónum, eisini í vánaligum veðri.
Styrkir førleikarnar
Tær nýggju tvíkiljurnar, sum Mest í hesum um
fari skal byggja aftrat til Bakkafrost, verða ný
bygningar nr. 111 og 112 á skipasmiðjuni.
Onnur verður 15 metrar long og sjey metrar
breið, og hin verður 14 metrar long og seks
metrar breið .
Á Mest siga tey, at tær báðar komandi tví
kiljurnar verða útgjørdar við MELCAL kranum
og ávikavist 450- og 370 HK høvuðsmoturum,
einum 70 kW hjálpimotori og ávikavist 15 og 10
tons deksspølum.
– Tvíkiljurnar verða útgjørdar við messu,
wc, arbeiðs-og klædnarúmi og allari vanligar
nautiskari útgerð.
Stjórin í Mest, Mouritz Mohr, vísir á, at tað
er sera umráðandi fyri føroyskt handverk, at
slík bygging fer fram í Føroyum, og hann ivast
onga løtu í, at hetta verður við til at styrkja før
leikarnar innan hetta økið.
Byrjaðu í fjør heyst
Tað var tíðliga í fjør heyst – ella neyvari, hin 16.
august – at arbeiðið at byggja tær báðar fyrru
tvíkiljurnar byrjaði í byggihøllini hjá Mest.
Miðvík er 15,34 metrar long og átta metrar
breið, og hon virkar í dag út frá Norðdepli.
Mouritz Mohr, stjóri í Mest
– Tað er sera umráðandi fyri føroyskt handverk, at slík bygging fer fram í Føroyum, og eg ivist onga løtu
í, at hetta verður við til at styrkja førleikarnar innan hetta økið, sigur stjórin í Mest, Mouritz Mohr
– Tvíkiljan Miðvík hevur
roynst væl og hevur ligið
serliga væl í sjónum, eisini í
vánaligum veðri, sigur Jón
Purkhús, deildarleiðari fyri
aliøkið norður hjá Bakkafrosti