Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 6

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 190 - 6. oktober 2004 Nr. 190 - 6. oktober 2004 11 Stýring ella manglandi politisk stýring av vinnu- lívinum er eitt støðugt afturvendandi evni í al- menna orðaskiftinum. Hetta orðaskiftið snýr seg fyri tíðina sum heild um trý evni: royndirnar hjá landsstýrinum at fáa Fiskavirking at lata virkið upp í Vági, fiskin, sum fer ótilvirkaður av landin- um og so stuðul ella ikki stuðul til rækjuvinnuna. Atfinningarnar móti landsstýrinum tróta ikki og koma hesar serstakliga frá búskaparfrøðingum og frá arbeiðsgevarasíðu. Atfinningin móti uppíleggingini í Suðuroy gongur mest uppá hetta, at nú er politiska stýr- ingin á veg innaftur í flakavinnuna. Tað er torført hjá landsstýrissamgonguni at verja seg móti hes- ari atfinning. Her standa reint búskaparlig liberal sjónarmið móti reint politiskum sjónarmiðum. Tað má vera legalt, at landsins stýri roynir at minka um hóparbeiðsloysið í einum øki í landin- um. Hetta hevur einki við politiska stýring av vinnuni at gera. Hetta er, so segði maðurin vanlig "common sense". Alt annað vildi verið ábyrgdar- leyst. Landsstýrið eigur tí ikki at bakka fyri trýstinum. Verður bakkað, svíkur landsstýrið sunnaru helvt av Suðuroy, og tað kann samgongan ikki liva við. Ein annar spurningur er so, hvussu hetta skal verða gjørt. Løgmaður hevur eisini verið úti við teimum polit- isku signalfløggunum við atliti at fiskafram- leiðsluni á landi og øllum problematikkinum kring feskfiskavinnuna. Hetta fall ikki í góða jørð hjá arbeiðsgevarunum. Tað má tó vera loyvt landsins løgmanni at siga sína meining. Her er talan um eitt tilfeingi, sum vit øll eiga. Tað má vera bæði rætt og rímiligt, at politiska leiðsla landsins meldar út við einum politiskum ynski um, at felags tilfeingið verður gagnnýtt á ein hátt, sum gagnar flest fólkum sum mest. Vinnan noyðist at endurskoða sínar strategiir við atliti at teimum stóru broytingum, sum henda innan alt, sum eitur feskfiskaframleiðsla. Tað skal meira til enn at fokusera uppá lønarlagið. Her er tørvur á nýhugsan og áræði at ganga nýggjar leiðir. Skála- berg verkætlanin er eitt sera gott og eggjandi dømi um hetta. So er tað rækjuvinnan. Javnaðarflokkurin hevur tikið støðu og avgerð kann tí verða tikin í málin- um. Heimurin fer ikki av lagi, um tað almenna fer inn og hjálpir rækjuvinnuni í eitt avmarkað tíðarskeið. Tað almenna kann ikki sita hendur í favn, meðan ein heil vinna fer fyri bakka. So einfalt er tað. Men hetta má gerast á ein hátt, so vit ikki enda aftur í studningsbúskapinum. DAGSINS MEINING Sosialurin Stýring VIÐMERKINGAR Sosialurin Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Jan Müller jan@sosialurin.fo Blaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fíggjarleiðari: Tóki Højgaard toki@sosialurin.fo Marknaðardeild: lysing@sosialurin.fo Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Teresa Jensen teresa@sosialurin.fo Hjørdis Gregersen hjordis@sosialurin.fo Blaðfólk: Áki Bertholdsen aki@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Edvard Joensen edvard@sosialurin.fo Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Solby Eliasen solby@sosialurin.fo Magnus Gunnarsson maggi@sosialurin.fo Páll Holm Johannesen pall@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Anna V. Ellingsgaard anna@sosialurin.fo Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Ítróttur: Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Terji Nielsen terji@sosialurin.fo Myndamenn: Álvur Haraldsen alvur@sosialurin.fo Jens Kristian Vang jensk@sosialurin.fo Sosialurin í Norðoyggjum: Postsmoga 231 Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687 e-post: klaksvik@sosialurin.fo Sosialurin í Suðuroy: tel. 375364 fax 375464 tel. 220727 e-post: aki@sosialurin.fo e-post: dagfinn@sosialurin.fo Sosialurin í Eysturoy: Postsmoga 143, Saltangará tel. 447820 fax 449520 tel. 228909 e-post: vilmund@sosialurin.fo Sosialurin í Vágum: 360 Sandavágur tel. 333820, 220507 fax 333720 e-post: edvard@sosialurin.fo e-post: vagar@sosialurin.fo Uppseting/prent: Uppseting: Føroyaprent Prent: Prentmiðstøðin Útgevari: Sp/f Sosialurin Avgreiðsla: Mán.-frí. 8-16 Argjavegur 26, Tel. 341800, Fax 341801 Postadressa: Postboks 76, 110 Tórshavn E-mail: post@sosialurin.fo lysing@sosialurin.fo lysingartorg@sosialurin.fo varp@sosialurin.fo Blaðið verður prentað mánadag-fríggjadag klokkan 1400 Lýsingar Freistir: Tekstlýsingar Størri lýsingar Lýsingartorgið Heilsanir Týsdagsblaðið Mán.kl. 10 Frí. kl. 15 Frí. kl. 12 Frí. kl. 12 Mikudagsblaðið Týs. kl. 10 Mán. kl. 15 Mán. kl. 12 Mán. kl. 12 Hósdagsblaðið Mik. kl. 10 Týs. kl. 15 Týs. kl. 12 Týs. kl. 12 Fríggjadagsblaðið Hós. kl. 10 Mik. kl. 15 Mik. kl. 12 Mik. kl. 12 Leygardagsblaðið Frí. kl. 10 Hós. kl. 15 Hós. kl. 12 Hós. kl. 12 Størri lýsingar, sum nógv arbeiði stendst av, mugu vera inni í góðari tíð og áðrenn ásettu freistir. Framíhjápláss má umbiðjast í góðari tíð. Stødd: Ein heil síða í Sosialinum er 254 mm breið og 346 mm í hædd. Breiddin á einum teigi er 39mm og rúmið millum teigarnar er 4mm. Innsent tilfar Fult navn skal vera undir innsendum tilfari. Innsendar greinar, har blaðleiðsl- an ikki er kunnað um bústað og telefonnummar, verða ikki settar í blaðið. Zakarias Wang Eitt mál, ið alt ov leingi hevur ligið á láni í Føroy- um, er at fáa einskilt ta jørð, sum tað almenna eig- ur, men onnur arbeiða. Tað almenna er fyrst og fremst landsstýrið, sum stendur sum eigari av helvt- ini av øllum markatalinum í Føroyum. Men nakrar kommunur eiga eisini jørð, og fremst teirra millum er Tórshavnar kommuna, sum í sínari tíð fekk Álaker. Tíbetur er ein partur av tí almennu jørðini einskildur. Hetta er hent við tað at fólk hava fingið loyvi til at lagt inn traðir, ein og grund- stykki eru seld. Traðirnar eru lagdar inn sum leigutraðir, og tá leig- arin hevur velt tær undan, hevur hann, vísandi til tað arbeiði, hann hevur lagt í jørðina, fingið trøðna til keyps. Men ein annar bólkur er av leigulendingum, sum ikki hevur nakran møgu- leika fyri at fáa jørðina til keyps uttan mun til hvussu nógv arbeiði hann hevur lagt í hana. Her er talan um kongs bøndurnar. Í seinastuni hava mynd- ugleikarnir eisini táttað í møguleikarnar hjá øðrum leigulendingum at fáa jørð- ina til keyps. Dømi eru um, at undanveltar traðir eru afturtiknar, Havnar komm- una sýtir fyri at selja traðir og kolonihavar til leigar- arnar, og traðir, sum verða seldar, fáa álagt fullkomu- liga órímiligar treytir sum at tær t.d. skulu lata jørð uttan endurgjald til slík endamál sum myndugleik- arnir annars skuldu ognar- tikið til. Hvat er endamálið við at fara so illa við teimum, sum hava arbeitt jørðina og tí áttu at verið teir einastu, sum skuldu átt hana? Hetta er ein gáta, men spyrja vit teir politisku flokkarnar, so hava teir í skjótt hundrað ár verið heit- ir talsmenn fyri, at hesin órættur skal halda fram. Hetta er hent, hóast øll vita, at tann skipan, vit hava í dag, er til ógagns fyri tjóð okkara. Vit liva í einari kapitalistiskari skipan, og fyri at fáa fyritøkur í lag krevst kapitalur. Vanligasti mátin til at fáa kapital til nýggjar fyritøkur er við at taka lán við trygd í jørð. Men í okkara landi er helvt- in av jørðini almenn og tí deyður kapitalur, sum ikki kann nýtast sum trygd fyri nýggjum fyritøkum. Tað er at undrast yvir, at vit hava nakað vinnulív yvirhøvur undir hesum treytum, og at vit hava havt nakra fram- gongd, tá ið vit bert hava siglt við hálvari ferð. Einskilja vit jørðina, lata vit hin vegin upp fyri tí møguleika, at okkara fram- burður fer at taka dik á seg. Hetta skuldi verið eitt greitt endamál hjá øllum teimum, sum fáast við at stýra í einum landi. Men nú er eitt kommunu- val fyri durum, og ikki eitt orð hoyrist um, at teir sum stilla upp, vilja einskilja ta almennu jørðina, eitt mál, sum átti at verið meir átrok- andi enn nakað annað. Jógvan Jespersen Útvarp Føroya Í Starvsblaðnum, sum varð sent limunum í Starvs- mannafelagnum og fjøl- miðlunum fríggjadagin, ger nevndin í felagnum greitt, at nú skal grein 4 í sáttmál- anum haldast. Uttan undan- tak skulu nú øll størv lýsast leys - eisini fyribils- og av- loysarastørv. Útvarp Føroya verður drigið fram sum tann stóri syndarin. Tað er rætt, at tað er ikki ofta, at størv hava verið lýst leys seinastu árini. Hetta fyrst og fremst tí, at starvsfólkini hava støðast rættiliga væl. Men tað er eisini rætt, at tað eru sett størv, sum ikki eru lýst leys. Tó ivist eg í, um ÚF er størri syndari enn aðrir almennir stovnar, og gjøgnum árini man ikki hava verið tann stóri mun- urin á ÚF og SvF. Umstøð- urnar hjá hesum stovnum eru nú einaferð nógv øðr- vísi, enn hjá einum van-lig- um almennum arbeiðs- plássi. Upp í syndaregistarið hjá ÚF, sum Starvsblaðið borð- reiðir við, mugu eisini verða tald nógv styttri av- loysarastørv, sum hava havt til endamáls betri at kunna ganga ynskjunum hjá starvsfólkunum um summ- arfrí á hásumri á møti, og at skapa størri fjølbroytni í arbeiðinum hjá føstu starvsfólkunum. Vit hava bara livað í tí trúgv, at felagið hevur góð- tikið hesa mannagongd. Ein av nevndarlimum fe- lagsins er í starvi í ÚF, og tí hava vit tikið sum givið, at viðkomandi ella okkurt av álitisfólkunum gjørdi vart við seg, um felagið ikki góðtók ta mannagongd, sum hevur verið brúkt, og sum øll hava kent. ÚF hevur ongan trupul- leika við at halda tær treyt- ir, sum Starvsmannafelagið nú setir í sambandi við starvssetanir. Hinvegin skal ein gera sær greitt, at fella tey stuttu avloysarastørvini burtur, ið verða brúkt sum kitt til at fáa eina torføra kabalu at ganga upp, so verða arbeiðsumstøðurnar hjá føstu starvsfólkinum samsvarandi verri. Annars hava program- medarbeiðarastørv við jøvnum millumbilum verið lýst leys, so øll, sum hava ynski um eitt tílíkt starv, hava havt møguleika fyri at søkja, og koma við í met- ingina, tá starvið skal setast. Stórt trot hevur verið á útbúgvnum og royndum journalistum seinastu árini, og síðst vit lýstu eitt starv leyst, sótu vit eftir við eini løgnari kenslu, tí ikki minni enn tveir umsøkjarar, sum fingu starvið boðið, søgdu síðan frá, at teir ikki ynsktu at taka við starvinum, tí nú høvdu teir fingið eitt betri tilboð frá sínum arbeiðs- gevara. Tingini kunnu skoðast úr fleiri sjónar- hornum. Einskiling av tí almennu jørðini Aftursvar til Starvsmannafelagið Jógvan Arge býráðslimur Farandi valskeiðið hevur tíanverri verið eitt afturstig í býráðspolitikki í Havn. Vit hava í fýra ár havt eitt stýri, sum hevur havt líka góðan hug at fremja ein- staklingsáhugamál sum áhugamálini hjá heildini. Hetta hevur havt hug til at útarta seg til vandalismu. Hevur ein byggisamtykt staðið í vegin fyri eini hovsaætlan, so eru byggi- samtyktir við harðari hond skúgvaðar til viks og broyttar. Tað vil siga, at tær reglur, sum vóru galdandi í gjár, eru ikki galdandi í dag. Slíkan ótryggleika um, hvørjum umhvørvi borg- arnir búgva í, kann ein kommuna ikki bjóða fólki. Býráðsmeirilutin broytti ta generellu byggisam- tyktina fyri meginpartin av býnum soleiðis, at tey, sum hava hildið seg búgva í einum vanligum sethúsa- umhvørvi, kunna vænta at fáa allar møguligar aðrar byggingar upp at sær, bara ein grønur blettur hómast eftir í grannalagnum. Reglur, sum upprunaliga vórðu gjørdar til at skipa býin í einum ávísum sam- anhangi, eru bara strikaðar, og nú kanst tú vænta so at siga alt næstan allastaðni. Farið er rættiliga harðliga fram í málum, sum snúgva seg um Tórshavnar Komm- unu í framtíðini. Har hevur hvørki høgur ella lágur fingið ljóð. Einhvør meining frá borg- arum er kveistrað til viks. Hoyringarskyldan, sum kommunan hevur í slíkum málum, er bert eitt eiti og verður als ikki tikin í álvara av býráðnum sjálvum. Gaman í fær tann borg- ari, sum dittar sær til at hava eina aðra meining í slíkum málum, sítt bræv framlagt á fundi, men tað er konsekvent við teirri til- ráðing, at býráðið heldur fast við ta avgerð, sum tað frammanundan hevur tikið. Vit í tjóðveldisflokkinum hava so mangan mælt til eisini at taka atlit til sjónar- miðini hjá borgarunum, men tað hevur í flestu før- um verið sum at sletta vatn á gás. Her má broyting koma í. Borgarnir skula í álvara takast við upp á ráð. Byggi- samtyktirnar mugu gjøg- numgangast, og nýggja heildarætlanin fyri komm- ununa má endurskoðast, so betri javnvág verður í býar- menningini. Tú hevur møguleika fyri stuðla upp undir broyting- ina á valinum 9. november. Helgi Abrahamsen Uppskotið til fíggjarlóg fyri 2005, sum júst er lagt fyri Løgtingið, minnir okkum enn eina- ferð á, hvussu skaðilig fullveldisætlanin hevur verið fyri okkum føroy- ingar. Alt skuldi vera so lætt í 1998. Vit fingu at vita, at nú høvdu vit "ein søguligan møguleika" at standa á egnum beinum. Heildarveitingin úr Dan- mark, skuldi ikki vera til nakra nyttu í Føroyum, og tí skuldi hon, saman við øðrum ríkisveit-ing- um, avtakast. Hetta segði landsstýrið seg kunna gera uttan at neyðugt fór at verða við sparingum á fíggjar-lóg- ini, og uttan at skattur og avgjøld fóru at hækka. Uppskriftin var, at vit skuldu avtala eina skift- isskipan, har Danmark rindaði 500 mió. krónur í ár 2000, og síðani skuldi gjaldið minka burtur í einki. Í 2008 skuldi alt vera liðugt. Henda prosessin skuldi vera so løtt at gjøg- numføra, at meðan blokkstuðulin fjaraði burtur, skuldi skiftis- tíðin eisini brúkast til at útbyggja samfelagið á øllum økjum. Pengar fóru ikki at mangla. Skjótt hvønn vegin Men tað gongur skjótt hvønn vegin í føroyska búskapinum. Hóast niðurskurðurin av ríkisveitingunum "bara" bleiv millum 1/3 og 1/4 av tí, sum upp- runaliga var ætlað, so var hetta kortini nóg mikið til at stóra yvir- skotið bleiv til undir- skot. Fólk eru uppsøgd, tænastur eru skerdar og fleiri avgjøld eru eisini løgd á føroysku skatt- gjaldararnar. Í veruleik- anum átti rokningin til Palleba at verið mun- andi størri, enn hon higartil hevur verið, men talið verður hildið niðri, við at politiski myndug- leikin letur undirskot vera á fíggjarlógini. Harvið verður ein partur av rokningini útsettur til seinni. Skuldu vit goldið alt undirskotið, og høvdu hinar 600 milliónirnar av heildarveitingini, um- framt aðrar veitingar (einar 300 mió. krónur) nú verið vekk úr før- oyska búskapinum, so hevði støðan hjá føroy- ingum verið katastrofal. Tá vit so minnast til øll tey føgru lyftini, um at vælferðin skuldi ikki skerjast, skattir og av- gjøld skuldu ikki hækka, og einki undirskot skuldi vera á fíggjarlóg- ini, ja so mugu vit geva einum ávísum glyvra- manni rætt, sum um dagarnar segði seg hava funnið heimsmeistaran í at manipulera. Veitslan er liðug Tann stóra "fullveldis- veitslan" er nú liðug, og ein nýggj samgonga stendur eftir við "upp- vaskinum". "Høvuðs- kokkurin" (Tjóðveldis- flokkurin) hevur smoygt sær í andstøðu, og uttan iva fer hann teir kom- andi dagarnar, í sam- bandi við fíggjarlógar- viðgerðina, at kritisera arbeiðið hjá teimum, sum í hesum døgum standa við hondunum langt niðri í uppvaski- fatinum. Rokningina fyri allar ørskapin fær Palleba. — Eisini tann Palleba, sum ongantíð trúði teimum føgru lyftunum um tað hálovaða fullveldið. Enn ein rokning fyri fullveldið Kaj Leo Johannesen Sambandsflokkurin Tá tað ræður um okkara tilknýti til ES, so standa føroyingar ikki bara á síðu- linjuni, men føroyskir politikarar hava eisini bein- leiðis noktað fyri at umrøtt- og kunnað um spurningin. Men nú sær út til at vend er við at koma í. Sambandsflokkurin kann ikki annað enn fegnast um, at Javnaðarflokkurin á landsfundi í farna viku- skifti hevði dirvi til at taka málið upp um ES-spurn- ingin. Føroyar eru bæði landa- frøðiliga og søguliga ein náttúrligur partur av Evropa. Men hóast hetta, so eru vit í løtuni uttanfyri tað evropeiska samfelagið, og har gerast vit meira og meira eftirbátar. Tann glo- bali samhandilin noyðir okkum, um vit vilja tað ella ikki, at taka kjakið upp um okkara støðu mótvegis ES, nú 95 prosent av føroyska útflutninginum fer til ES- marknaðin. Fleiri dygdar- góð arbeiði eru gjørd fyri at finna aðrar loysnir enn fullan ES-limaskap (nevn- ast kunnu reyða- og bláa álitið), men enn standa vit á síðulinjuni. Undanfarna samgonga legði stóran dent á at fáa ein handilssáttmála við Ísland, sum innihelt "tey fýra frælsini" (fría flyting av vørum, kapitali, arbeiðs- megi og tænastum). Í Ís- landi búgva einans umleið 280.000 fólk, og tí mátti tað havt størri áhuga at gjørt ein líknandi sáttmála við ES, har 480.000.000 fólk búgva. Skulu Føroyar menna seg við altjóðasamfelagnum, er alneyðugt at Føroyar hava tey 4 frælsini mótvegis ES. Sum støðan er í dag hava vit einki av hesum frælsun- um. Í november 2002 legði undirritaði uppskot til sam- tyktar fyri tingið, har heitt varð á landsstýrið um at koma við eini frágreiðing, ið lýsti fyrimunir og vansar við føroyskum ES-lima- skapi. Frágreiðingin skuldi síðani vera grundarlag undir einum aðalorðaskifti um ein møguligan ES- limaskap. Men løgtingið feldi uppskotið við teirri grundgeving, at tíðin var ikki búgvin til at taka stig til eitt aðalorðaskifti í Løgtinginum um málið. Víst var á møguleikan, heldur at halda eina ráð- stevnu um evnið. Grunda á tað sjónarmiðið legði Lisbeth L. Petersen, vegna Sambandsflokkin eitt uppskot fyri tingið í farna ári, har tingið varð biðið um at heita á landsstýrið, um at gera júst so sum tingið sjálvt hevði mælt til í sambandi við fyrra uppskotið. Men heldur ikki tað uppskotið varð samtykt. Men nú hevur nýggja samgongan sæð týdningin av at halda eina ráðstevnu um ES, og fyrireikingarnar eru farnar í gongd. Tað er sera umráðandi, at Føroya fólk fær eina kunn- ing at taka støðu útfrá. Sambandsflokkurin fegnast um at aðrir flokkar nú eisini tykjast at vera opnir fyri at geva fólkinum hesa kunn- ing. VIÐMERKINGAR Jón Guttesen Tvøroyri Beikst skal við søtum svølgjast, og hetta er søgn- in um ein gamlan býráðs- lim á Tvøroyri ið hevði framt eina beistagerð. Hetta er søgnin um býráðið og borgastjórin ið høvdu hjálpt honum og ein einsamallan námsfrøðing sum ikki vildi kúgast. Beistagerðin er framd og friður ræður enn einaferð á Tvøroyri. Tó, friður er tað ikki ið ræður eftir sovornað beista- gerð. Heldur er tað tøgn ið ræður. Enn einaferð er órættur framdur, og tvøra- fólkið gongur sína dagligu gongd. Sær ikki og letist ikki sýggja henda órætt ið er framdur. Kann verða at ein beiskur smakkur er í muðunum hjá teimum rættvísu, kann verða at sorg er at hóma í hjørtunum hjá teimum hjartagóðu. Men tøgn ræð- ur tó. So við eitt er eitt buldur á býráðsskrivstovuni. Tað er borgarstjórin ið er vaknað- ur og er dottin av stólinum. Námsfrøðingurin hevur gjørt vart við at óreglusemi, lógarbrot og órættur er farin fram, og býráðslim- urin gamli er komin brest- andi inn á borgarstjóran. Hetta lata teir sær als ikki linda, og nú byrjar orrustan móti einsamalla námsfrøð- inginum. Býráðslimurin gamli eig- ur fleiri vápn og nú verða bæði tey stórstu tikin fram: Slatur og Sley. Gjøgnum ár og dag hava hesi vápnini tant honum væl og vápnini skulu vísa seg at verða almikil enn eina ferð. Fyrst skal Tvørafólkið sleppa at sýggja hesi almektigu vápn í nýtslu. Tvørafólkið er hampafólk og góðtrúgvi fólk og tá skot omaná skot verða latin av, hava Tvørafólkið ikki ann- að fyri, enn at trúgva hes- um. Og námsfrøðingurin sýnist bæði eitt og annað. Fyrst verður hann gjørdur til eina barnaetandi huldu og eitt skrýmsil á at líknað - ikki heilt ólík gamla býráðsliminum. Síðan verður hann gjørdur til eitt klandrivætti og hysteriskur sum eingin - ikki heilt ólík gamla býráðsliminum. Og til siðst verður hann gjørdur óegnaður til at leiða — ikki heilt ólík býráðslimunum. Í meðan hevur Lands- stýrismaðurin verðið og vitja okkara bý, hevur sett freistir trýggjar og latist verða øðiliga harmur og illur um málið alt. Námsfrøðingarnir hava ressast, sett ryggsekk og guitar frá sær og hava stevnt Landstýrismannin- um. Tá hevur Landstýrismað- urin ikki annað fyri enn at talað at, og krevjað at rætt- lag kemur í okkara viður- skifti. So nú eru menn ikki blíðir á býráðsskrivstovuni á Tvøroyri, nú teir hava fingið harraboð úr Havn. Men vápnini hjá gamla býráðsliminum kunnu eis- ini nýtast á landstýrismenn. Tí verður sama slatri og sleyðið nú latið í nýggjan ham. Nú eru tær haldgóðar og sakligar grundgevingar. Nú eru tær sannleiki og verða boðreiddar á landsins hægstu umsiting. Tí søgnin er í dag ikki at enda komin, nú Lands- stýrismaðurin sessast til borðs. Men tað er eingin and- søgn í at eingin kemur heilur úr hesari søgnini, og at fáur vinnur á slatri og sleygi. Trongisvágsøgnin um frítíðarskúlan Sambandsflokkurin fegnast Áhugamálini hjá heildini fremst C M Y K 11 10