mánadagur 20. mars 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 12 • 20. MARS 2017
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
HA HA!
Pápin var í øðini inn á sonin:
– Eg legði ein hundraðkrónuseðil á
borðið her og nú er hann burtur. Kennir
tú nakað til tað?
– Nei, kann tað vera inflatiónin...?
✿ ✿ ✿
Lítli Óli kom til violin-tíman hjá sær,
og lærarin gløddi við tá Óli tók ein
maskinbyrsa úr violinkassanum.
Men Óli segði forargaður:
Áh nei! Nú stendur pápi í bankanum
við violinini hjá mær.
✿ ✿ ✿
Hoyrt umborð á einum flogfari, har Bill
Clinton var við:
– Fasten your seatbelts, and return the
stewardess to an upright position!
✿ ✿ ✿
Hvat fær mann um man blandar ein
hund við ein roknimaskina?
– Ein vin tú kanst rokna við.
✿ ✿ ✿
Hon til hann:
– Árni, næstu ferð mást tú ikki klemma
meg so hart!
– Hví ikki?
– Tí kontaktlinsirnar hjá mær spretta
út!
✿ ✿ ✿
Hoyrt í einum rættarsali:
– Fyri fimtu ferð, segði dómarin, – hvør
hjálpti tær við innbrotinum?
– Tað sigi eg ikki, harra dómari, so
býttur eri eg ikki at eg svíki mín egna
beiggja!
✿ ✿ ✿
Tá tú ert barn skert tú andlit framman
fyri spegilinum.
Tá tú gerst eldri, hevnir spegilin seg
aftur.
✿ ✿ ✿
Læknin við sjúklingin: – Ver bara
tolin, um eina viku ert tú sloppin út av
sjúkrahúsinum. Á ein ella annan hátt!
B
ilurin hesa vikuna er ein Morris 1100 hjá
Per Dal-Christiansen í Havn. Myndin er tikin
við vatnbrunnin ovast á Sundsvegnum.
Per røkti altíð sínar bilar sera væl, hesin
hevur t.d. eyka pyntlistar aftan og á síðuni. Eins
og fleiri bilar tá í tíðini hevur hann EU-merkir á
baklúkuni.
Morris 1100 og Austin 1100 vóru so at siga
somu bilar, bert onkrir smálutir vóru á muni sum
t.d. kølaragittarið og instrumentborðið á Morris
og Austin 1100 vóru ikki heilt eins.
Hesir Morris 1100 vórðu framleiddir av
British Motor Corporation (BMC) frá 1962 til
1971.
Tað var Sigird av Reyni í Rættará sum seldi
Morris, og Charles Mauritzen & Co. í Jónas
Broncksgøtu seldi Austin.
Morris hjá
Per Dal-Christiansen
Minnist til haldargjaldið
Sosialurin · Postboks 76 · FO-110 Tórshavn
Bilasøgan: