Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 mikudagsblaðið Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov – Posta kennir ikki sína sam­fel­ags­ skyldu. Tað sigur landsstýriskvinnan í menta­málum í svari til Kára P. Høj­ gaard, sum vildi hava hana at vátta, um hon var rætt endurgivin, tá hon segði tað sam við info herfyri. Treyðugt so vita bæði tvey, hvat tey tosa um. Rigmor Dam sum fyrr­ ver­andi blað­fólk, og Kári P. Høj­ gaard, sum fyrrverandi postmaður. Tey, sum hava starvsroyndir á bløð­u­num, vita, hvussu tungt tað er, tá stein­ur verður lagdur oman á byrðu við út­ber­ing­ar­gjald­i­num. Og starvsfólk hjá Posta hava kent á egn­an kropp, hvat tað merkti, tá parta­bræva­øð­in fekk vald­ið á pol­ it­iska mynd­ug­leik­a­num, sum fór at spæla íleggjari og fór at stovna parta­feløg í fleng, sum kundu sleppa politik­ar­u­num und­an at taka støðu, soleiðis at ábyrgd­in kundi leggj­ast á onnur enn á pol­it­ ka­r­ar­nar. Og tað er margháttligt, og tað ber boð um pol­it­iska ó­megd, tá Menta­mála­ráð­ið let­ur fjøl­ miðlu­num stuð­ul (sum anars er afturbering fyri lýsingar í Kring­ varp­i­num), sum skal etast upp­ aft­ur av einum partafelag, sum vinnu­mála­ráð­harr­in varðar av – ein vinnu­mála­ráð­harri, sum bara kann standa og gapa ella yppa øksl, tí hann sigur seg einki fáa gjørt. Tí er tað vert at spyrja, hví skal Posta vera eitt partafelga? Eitt parta­felag er sett í verðina til at tjena peng­ar. Posta er ikki sett í verð­ina til at tjena pengar men fyri at veita føroyska fólkinum eina tæn­astu. Sjálv­andi skal ein stovnur sum Posta rekast við skili – men tá pol­it­ ik­a­rar sleppa allari ábyrgd og all­ari ávirkan, so kann ein stovnur sum posta akk­urát tað sama vera eitt priv­at part­a­felag, sum tjenar peng­ ar til sínar íleggjarar – í kapping við aðr­ar priv­at­ar íleggjarar, sum sleppa at kappast á jøvnum føti. Stóri trupulleikin við poli­tikk­ i­num er, at tað verður bara til snakk. Kenna vit politikararnar rætt, so gera teir einki við ein stovn sum Posta. Hann sleppur at liva sítt egna lív, lívga leiðsluni, trýsta starvs­fólk og kund­ar. Ein rætt­ur mono­pol­stovn­ur, stuðl­að­ur av pol­ it­iska syst­emi­num, har eing­in sig­ ur seg stuðla mátanum, stovnurin verð­ur rikin uppá, men sum nógv í polit­iska syst­em­inum grenja um. Men felags fyri tey øll er, at eingin ger nakað við tað. Ofrini verða brúkararnir og fólkið í Føroyum – og ikki minst tey í privatu vinnuni sum skulu kapp­ ast við hetta alment stuðlaða parta­ fel­ag­ið, sum sleppur at hóreiggja sær, sum tað vil. So tit politikarar, sum ikki vilja handla: Væl gagnist tykkum! Hjá politikarum veit vinstra hond ikki, hvat høgra hond ger Væl gagnist tykkum! Huga­ ligt at síggja úrslit Heðin Mortensen Kjak 20 Før­ oyar á topp 10 Thorman Kruse Síða 20 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Anja Magnussen praktikantur 15 ára gomlu Súsanna Vest­ er­gaard Larsen og Jónhild Mid­jord Nybo frá Tvøroyrar skúla valdi at fara til Grøn­ lands í starvsvenjing. – Størsta orsøkin til, at vit valdu at fara júst til Grøn­ lands, var tí at eg havi eina systir, sum starvast í Grøn­ landi, og tí hildu vit at tað var ein upp­lagd­ur møguleiki fyri at fáa eitt upp­livilsi fyri lívið, sigur Sús­anna Vestergaard Lars­en. Súsanna og Jónhild eru í starvs­venjing á einum hot­ elli í Grønlandi, ið eitur Hotel Sisimiut, og tað dámar teim­ um væl. – Starvsvenjingarplássið er fínt, fólkini eru fitt. og um­ støð­ur­nar eru góðar.
Málið er tó ein avbjóðing. – Fólkini tosa ikki so nógv, tí tey duga ikki so væl málið, øll eru jú ikki grønlendingar, nøk­ur ið arbeiða her eru frá Filip­in­unum. – Vit tosa bæði enskt og danskt, men tey flestu skilja danskt, so tað er tað vit tosa mest. – Vit hava ymiskar upp­ gáv­ur á hotellinum. Ta fyrstu vikuna var eg í køki­ num, meðan Jónhild var í matstovuni, og næstu vik­ una býttu vit so um, sigur Sús­anna Vestergaard Larsen. – Í køkinum hjálpa vit til við morgunmatinum, døg­ urð­a­num og matinum, ið skal út til ymskir stovnar, sum hotellið ger mat til. Í mat­stov­uni servera vit, dekka borð og annað, sigur Jón­hild Midjord Nybo. Eingin føroyingur hevur fyrr verið í Grønlandi í starvs­venjing, men tær við­ mæla heilt sikkurt at tað skuldi fleiri roynt. – Vit viðmæla heilt sikk­ urt øðrum føroyingum hetta, man sleppur at uppliva eina heilt aðra mentan, siga tær báð­ar Súsanna og Jónhild. Í starvsvenjing í Grønlandi Fríggjadagin 7. apr­íl verður orku­ráð­stevna á Ø­strøm í Havn – Altjóða orkuserfrøðingurin, Pet­er Jørgensen, lut­tek­ ur á ráðstevnuni, “Frá olju til vind”, sum Sam­bands­ flokkurin skipar fyri, fríggja­ dagin 7. apríl, á Ø­strøm. Har fer hann at um­røða orkuskipanir og orku­markn­ að­ir í Danmark og ES. Tað skrivar Sam­bands­ flokk­urin í tíðindaskrivi: »Peter Jørgensen, vara­ stjóri í danska netfelagnum, Ener­gi­net.dk, hevur virkað í orku­ídn­að­inum í 25 ár og hev­ur hópin av altjóða roynd­um innan orkuøkið. Á ráðstevnuni fer Peter Jørg­en­sen at greiða frá sín­ um altjóða royndum, har hann m. a. hevur havt ábyrgd av at leggja ravmagnskervið til rættis og fyri at opna orku­mark­n­aðin, við serligum denti á at fáa meiri av var­ andi orku inn á netið. Við hesum nemur hann við sera viðkomandi spurn­ ing­ar innan orkuøkið í Før­ oy­um, nevniliga hvørjar avbjóðingar vit hava og hvørjar møguligar loysn­ ir skulu til fyri at inn­føra munandi meira vind­orku á elkervið. Skal rav­magns­ markn­að­urin opnast upp eins og í EU, soleiðis at fleiri priv­at­ir aktørar kunnu bjóða seg fram og skunda undir eina skjótari menning av var­ andi orku? Á ráðstevnuni fer eisini før­oyski orkuserfrøðingurin Vil­hjálm­ur Nielsen, sum hev­ ur eina ph.d um um­hvørv­ is­árin av orku, at umrøða hvørji tiltøk hann metir skulu til fyri at nógv meiri vind­orka kann latast yvir før­oyska elnetið, herundir um fram­leiðslu­stýring, for­ brúks­stýr­ing og goymslur.« Sambandið skipar fyri orkuráðstevnu Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Súsanna Vestergaard Larsen og Jónhild Midjord Nybo av Tvøroyri eru í starvsvenjing á Hotel Sisimiut í Grønland