mikudagur 6. oktober 2004síða 7
‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
Nr. 190 - 6. oktober 2004
Nr. 190 - 6. oktober 2004
13
Jón Guttesen
Tvøroyri
Suðuroyingar fara til val
við tí vón at komandi bý-
og bygdaráðini venda
kegli og klandri baki.
Men vón skal gerast
veruleiki. Tíðin er komin
at vit skipa okkum við
samstarvi fyri eyga.
Skjøtil skal setast á at
skipa samstarv. Tá kom-
andi bý- og bygdaráð fara
at skipa seg í nevndir skal
hetta gerast við samstarvi
fyri eyga.
Heldur enn at skipa sjey
meinlíkar
nevndir
ið
varða av sama øki, skal
ein nevnd skipast sum
fevnur um alla oynna, við
umboðum úr teimum sjey
bý- og bygdaráðunum.
Umboðsmannabýtið
Umboðsmannabýtið skal
gerast so, at øll bý- og
bygdaráð verða nøktandi
umboðað,
samstundis
sum eingi verða umboðað
við yvirvág.
Trinnir møðuleikar eru:
fyrsti er ein 11-mannað
nevnd við trimum um-
boðum úr báðum býráð-
unum og einum umboði
úr teimum fimm bygda-
ráðunum. Næsti er ein 9-
manna nevnd við tveim-
um umboðum úr báðum
býráðunum og einum
umboðið úr bygdaráð-
unum. Og síðsti er ein 7-
mannað nevnd har øll
plássini verða javnt um-
boðað.
Fíggjarorka
Íløgur og kostnaður av
umsiting skal býtast javnt
millum bý- og bygda-
ráðini. Hetta gerst við ein-
um býtislykli samsvar-
andi fólkatalið.
Fólkatølini frá august í
ár geva henda býtislykil:
Fámjin og Hov 2%, Por-
keri og Sumba 7% og 8%,
Hvalba 15%, Vágur 28%
og Tvøroyri 36%.
Umsiting skal fáast til
vega við at fólk í umsit-
ingini á einum av pláss-
unum verður parttíð knýtt
at nevndini.
Viðkomandi bý- og
bygdaráð fær síðan end-
urgjald frá nevndini fyri
veitta tænastu.
Uppgávur og heimildir
Uppgávurnar hjá einari
nevnd í hevur alla oynna
sum virkisøki er tann
sama sum nevndirnar á
teimum einstøku pláss-
unum. Nevniliga at leggja
fíggjarætlan, at raðfesta
og umsita íløgur og at seta
í verk lógir og kunngerðir
frá landsmyndugleikun-
um.
Somuleiðis eru heim-
ildirnar á leið tær somu
sum hjá nevndunum vit
kenna í dag. Avgerðir
verða tiknar í bý- og
bygdaráðunum
eftir
áheitan frá nevndunum,
men áheitanin skal koma
úr nevndunum.
Á henda hátt verður
sjálvsavgerðarrætturin
verandi í teimum ymsu
bý- og bygdráðunum.
Karmarnir
Neyvan verður tørvur á
fleiri enn einum nevnd-
arfundi um mánaðin, og
fundir kunnu skifta mill-
um plássini um semja ikki
fæst um eitt pláss.
Reglur um viðtøkuføri,
formanni, og so frameftir
verða á leið teir somu sum
vit kenna teir í dag.
Málssøki
Umhvørvisøki er lágt rað-
fest á øllum plássum í
oynni og umsitingarliga
orkan, ið verður nýtt til
øki, er somuleiðis lítil. Ilt
er at fáa eyga á tiltøk ið
skulu verna og fjálga um
umhvørvið og minkað um
dálking.
Somuleiðis er øki so
snikkað, at tiltøk muna
best um tey fevnað um
alla oynna.
Tí er tað sjálvsagt at
umhvørvisnevnd verður
skipa sum fevnir um alla
oynna.
Tær uppgávur sum í
dag liggja í umhvørvis-
nevndum og sum ikki
fæst semja um at sam-
skipa, skulu flytast í tær
einstøku teknisku nevnd-
inar, og harvið verða
verandi á plássunum.
Einki býráð megnar at
lyfta eldraøki einsamalt,
og tá eldraøki verður lagt
út til tey ymsu økini at
fíggja, verður neyðu-gt
við alsamt tættari sam-
starvi. Tí er tað sjálvsagt
at øki verður samskipa
eftir sama frymli.
Barnaverndin
verður
vantandi skipa soleiðis í
næstum.
Onnur øki ið høvdu
gagn av skipaðum sam-
starvi
eru
tilbúgving,
brunanevnd,
komunu-
læknaskipan,
havnir,
vinnuframi, og nógv fleir
aftrat.
Sitandi bý- og bygda-
ráðini siga seg øll verða
fyri tættari samstarvi, um
tey ikki eru fyri saman-
legging.
Komandi bý- og bygda-
ráðini skulu at gera bart
og fáa samstarvið í fasta
legu frá fyrsta degi.
Tíðin er komin at
skipa samstarv
VIÐMERKINGAR
Leivur Hansen
býráðslimur fyri
Tjóðveldisflokkin
Borgararnir í Tórshavnar
kommunu sleppa nú aftur
ókeypis av við privatburt-
urkast vanligar yrkadagar -
og ikki bara leygardagar.
Hetta samtykti heilsu- og
umhvørvisnevndin hjá bý-
ráðnum á snarfundi mána-
dagin.
Harvið ásannaði nevnd-
in, at hon var lopin framav
við góðkenning síni av
nýggju gjaldsviðtøkunum
fyri móttøku av burturkasti,
sum komu í gildi 1. sep-
tember.
Sambært
viðtøkunum
kundu borgararnir ikki
longur ókeypis lata inn
privatburturkast vanligar
yrkadagar,
men
einans
leygardagar.
Hetta fekk meg í einum
lesarabrævi herfyri at kalla
avgerðina fyri eitt stórt
grønt afturstig fyri komm-
ununa.
M.a. stúrdi eg fyri stórum
bíðirøðum uttanfyri brenni-
støðina leygardagar, sum
kundu freista fólk til at
velja ein lættari og ómaks-
leysari hátt at beina fyri
burturkastinum - til ampa
fyri náttúru og umhvørvi
okkara.
Kúvendingin nú hjá bæði
leiðslu og nevnd vísir, at
grund var fyri hesi stúran.
Á fundinum í heilsu- og
umhvørvisnevndini
varð
staðfest, at tað hevur verið
ein stórur vansi, at privat-
fólk ikki hava kunnað gjørt
nýtslu av plássinum van-
ligar dagar.
Hetta hevur gjørt, at
trýstið leygardagar hevur
verið somikið stórt, at
ferðslan ikki hevur gingið
væl, og tí hava viðskifta-
fólk heldur ikki fingið
gagnnýtt skipanina nóg
væl.
Við hesum staðfestingum
í huga hevur heilsu- og
umhvørvisnevndin so nú
samtykt at broyta gjalds-
viðtøkurnar soleiðis, at
borgararnir nú aftur - frá
mánadegi til leygardag -
ókeypis kunnu lata inn
privat burturkast, ið er
fevnt av galdandi reglugerð
um húsarhaldsburturkast.
Kommunala brennistøðin
er sostatt aftur vorðin borg-
aravinarlig.
Takk fyri tað.
Johan Mortensen
Valevni hjá Tjóðveldis-
flokkinum til býráðsvalið
Vit-modernaðu-altjóða-
gjørd- Havnarfólk-kunnu-
ikki-halda-áfram-við-
okkara-gakk-gakk-dupult-
morali. Um man vil ella
ikki, so innflyta vit umleið
400.000 litrar av rúsdrekka
árliga. Av hesum eru slakir
300.000 litrar av vodka og
snapsi sum vit uttan trupul-
leikar kunna framleiða
sjálvi.
Komandi Tórshavnar Bý-
ráð skal fáa Vinnumála-
ráðið at dagføra okkara av-
oldaðu Rúsdrekkalóg so-
leiðis at Jógvan Dahl og
Finnur Lutzen og aðrar
eldsálir sleppa í gongd í
Tórshavn við framleiðslu
av rúsdrekka. Í hesi vinn-
uni fara at verða nýggj
arbeiðspláss sum vilja bøta
um handilsjavnan og vit fáa
eitt Tórshavns Vodka sum
ferðafólk ABSOLUT fara
at keypa.
Tá Havnin fær broytta
Rúsdrekkalóg skal sjálv-
andi verða loyvt at selja øl
til allar fótbóltsdystir og
rockonsertir og vertshús
hava loyvi at servera uttan-
fyri. Á bryggjuøkinum skal
Býráðið gera ein altjóða
Duty Free handil sum vil
gleða bæði føroyingar og
útlendsk ferðafólk. SMS
skal fáa tað skonkiloyvi
sum teir áravís hava roynt
at fingið.
Føroyskur snapsur og
føroyskt øl hóska væl til
rækjir, men skjótt verða
ongar rækjur eftir hjá
okkum at skola niður um
vit ikki stuðla hesari vinnu
eitt sindur. Vit sum eru
liberal og progressivt hugs-
andi Tjóðveldisfólk vilja at
rækjuskipini fáa ein ávísan
og avmarkaðan stuðul. Vit
eru um at missa alingina og
vit hava ikki ráð til eisini at
lata rækjurnar fara.
Snapsur, øl & rækjur
Brennistøðin aftur borgaravinarlig
Jógvan á Lakjuni
landsstýrismaður
Eg havi fingið ein fyri-
spurning frá Malenu Arn-
holdsdóttir, formanni í
Javna, viðvíkjandi frítíðar-
undirvísingini
í
Havn.
Malena spyr, um tey menn-
ingartarnaðu og tey við
skerdum førleika eru gíslar
í sambandi við sparingar á
Tórshavnar
Kvøld-
og
Ungdómsskúla.
Eg eri glaður fyri spurn-
ingin - og ikki minst fyri
greinarnar
hjá
Malenu
Arnholdsdóttir og Sigrun
Wardum, sum báðar hava
gjøgnumskoðað, at málið
ikki er so einfalt, sum leið-
arin í kvøldskúlanum í
Havn og aðrir saman við
honum hava lýst tað.
Løgtingslóg nr. 70 frá 30.
juni 1983 um frítíðarundir-
vísing v.m. er ein stuðuls-
lóg, og tað eru tær einstøku
kommunurnar, sum seta
frítíðarundirvísing á stovn í
einum vavi, ið er hóskandi
eftir
viðurskiftunum
í
kommununi. Sostatt er tað
bara leiðarin fyri frítíðar-
undirvísingini í Tórshavnar
Kommunu, ið hevur gjørt
av at skerja tilboðini til fólk
við breki í skúlaárinum
2004/05, og ikki lands-
stýrismaðurin í menta-
málum ella samgongan.
Tað eru kommunurnar
sjálvar, sum bera allar út-
reiðslurnar av frítíðarundir-
vísingini, men tær fáa stuð-
ul frá landinum til góðkent
virksemi, sum er studn-
ingsheimilað, 50% til al-
menna frítíðarundirvísing,
100% til serstaka frítíðar-
undirvísing og í mesta lagi
50% til frítíðarvirksemi.
Tær einstøku kommunur-
nar avgera sjálvar, hvussu
tær prioritera sítt virksemi,
men Mentamálaráðið hev-
ur mælt til, at umleið 75%
av studningsjáttanini verð-
ur brúkt til almenna frí-
tíðarundirvísing, harav í
minsta lagi 10% til frí-
tíðarvirksemi, meðan um-
leið 25% verða brúkt til
serstaka frítíðarundirvís-
ing. Eisini hevur Menta-
málaráðið víst á, at um
tørvur er á at nýta størri
part av studninginum til
serstaka frítíðarundirvís-
ing, kann hon verða skipað
sum almenn frítíðarundir-
vísing eftir galdandi regl-
um.
Tilmælið um, hvussu
kommunan nýtir studning-
in, er tað sama í ár sum í
fjør, so her eru ongar broyt-
ingar gjørdar í raðfestingini
av studninginum til al-
menna frítíðarundirvísing,
frítíðarvirksemi og ser-
staka frítíðarundirvísing.
Tað er rætt, at neyðugt
hevur verið at lækkað játt-
anina í 2004 nakað, men í
uppskotinum til løgtings-
fíggjarlóg fyri 2005 er játt-
anin ikki skerd.
Men tað er kommunan
sjálv, ið velur, hvørji tilboð
hon bjóðar sínum borgar-
um. At tey brekaðu fyrst
verða vald frá, er harmiligt.
So svar mítt til Malenu
Arnholdsdóttir má vera, at
tað er ikki heilt frítt, at tey
menningartarnaðu
her
verða brúkt sum gíslar -
ella sum amboð til at trýsta
myndugleikarnar við!
Svar til Malenu Arnholdsdóttir
TINGHELLUDEBATTIN
Jóanes Nielsen
Tey seinastu tjúgu árini
hevur man við jøvnum
millumbilum sæð ein kur-
teisligan italiumann í havn-
argøtum. At hann kallaðist
Gianfranco Contri, fekk eg
at vita, tá maðurin herfyri
lat úr hondum eina føroysk
/italska orðabók. Bókin
telur góðar 600 síður, og
tey umleið 15.000 føroysku
orðini, sum Contri miðvíst
gjøgnum nógv ár hevur týtt
og skipað til italskt, er ein
fongur á okkara lítlu orða-
bókahill. Eg kundi eisini
sagt, at bókin er ein kær-
komin gáva til føroysku
tjóðina. Men so ógvuslig
orð hveppir man seg við at
brúka. Høvundin hevði so
dánt latið verkið úr hond-
um, tá innlendismálaráð-
harrin Jógvan við Keldu
bað hann pakka sítt kuffert,
og fara av landinum.
Fríggjakvøldið 17. sep-
tember, fekk Gianfranco
Contri kortini tillutaða
M.A. Jacobsens Bókmenta-
virðislønina. Og tað mundu
vera fleiri enn eg, sum
fegnaðust um ta avgerðina.
Bæði tí ein orðabók altíð
rúmkar um mentunarliga
útsýnið, men eisini tí av-
gerðin hjá M.A. Jacobsens
bókmentanevndini vísti, at
Føroyar ikki bara er ein
skammleys nassaratjóð. Vit
billa okkum hálvavegna inn
at hava ein nattúrugivnan
rætt til at fáa Ríkisveiting
úr Danmark, fiskikvotu frá
íslendingum, og at feitar
pengaslangur
ganga
úr
grunnum Norðurlandaráð-
sins niður í ymiskar før-
oyskar verkætlanir, og at vit
onki skulu lata afturímóti,
uttan eitt býttisligt nassara-
smíl.
So kann man spyrja, um
Gianfranco Contri mundi
vera biðin um at pakka
kuffertið, tí hasin pompøsi
figururin úr Klakksvík ikki
evnar kynstrið at siga takk?
Ella kundi orsøkin møgu-
liga verið tann, at Jógvan
við Keldu bara umsitur eitt
danskt málsøki, og hann so-
statt er noyddur at fylgja tí
stranga danska útlendinga-
politikkinum? Báðir møgu-
leikarnir eru til staðar. Men
sum frá er liðið, haldi eg, at
man kann siga, at Jógvan
við Keldu í veruleikanum
er munandi altráari enn
Bertel Haarder at halda sítt
terretorii kliniskt reint fyri
útlendskt árin. Og Keldu-
maðurin smíðar meðan
jarnið er heitt. Eitt er so tað,
at hann hevur Fólkaflokkin
aftanfyri seg, og uttan iva
stórar partar av hinum
flokkunum, men maðurin
hevur eisini sítt taktiska
samband við Føroya Ar-
beiðarafelag. Á sjálvum al-
tjóða arbeiðaradegnum, tá
Internasjonali "denne slidte
og bulede schlager fra
firserne!" sum William
Heinesen yrkti, varð sungin
á øllum torgum runt um í
heiminum, tá trein Ingiborg
Vinter fram sum ein typ-
iskur nasjonalur arbeiðara-
leiðari, og sýtti at veita
teilendingunum suðri á
Sandi eina hjálpandi hond,
hóast hesi fólkini vóru
limir í hennara felag.
Í veruleikanum hevur
innlendismálaráðharrin
krøkt Føroyar uppí eitt um-
fatandi altjóða fremmanda-
fíggindaligt rák. Kanska
gevur tað pørtum av velj-
arafjøldini eina ávísa trygg-
leikakenslu, men eftir mín-
um tykki er talan um eina
falska
tryggleikakenslu.
Hugsar man seg eitt lítið
sindur um, so hava fremm-
andafólkini í veruleikanum
verið ein fongur fyri landið.
Nevnast kann ríka tónleik-
araumhvørvið sum born-
holmarin bakar Hansen
skapti, og eg haldi, at man
kann siga, at Kristian Blak
er hansara reinkarnasjón. Í
telefonbókini síggja vit
útlendsku eftirnøvnini hjá
eftirkomarunum av kola-
monnunum suðri í Ranga-
botni, eisini teir vóru ein
fongur fyri Tvøroyri. Ella
taki gróðurin, sum fram-
vegis grør undan restorff-
unum, bæði á tí vinnuliga
og listarliga økinum. Sjálvt
armingurin
Ishøj,
ella
kverulanturin, sum onkur
tók til, fekk Tummas Na-
polium Djurhuus at skriva
eina av teimum fagrastu
yrkingunum í okkara skald-
skapi. Og eitt avtrat. Tað
eru bara nøkur fá ár síðani,
at kreppan rak okkurt um
tíggju prosent av okkara
fólki úr heimlandinum, og
hvat skuldu tey fólkini
gjørt, um ikki grannalond-
ini tóku ímóti teimum?
Generøsiteturin hjá grann-
unum forpliktar, og átti at
fingið okkum at verið
gestablíðari og stórtøknari.
Áðrenn Jógvan við Keldu
vísti orðabókahøvundanum
av landinum, so átti hann at
havt í huga tørvin, sum før-
oyingar hava fyri einum
víðum
mentunarligum
samskifti. Í dag er ikki nóg-
mikið at vera rætttrúgvandi
baptistur ella rætttrúgvandi
sosialistur. Og líður ein
politikkari eisini av xeno-
fobi, so er tað ikki í Lands-
stýrinum viðkomandi skal
sita, men í samtalu hjá
onkrum sálarfrøðingi við
serkunnleika í mentunar-
søgu. Ein slíkur kundi for-
talt tí xenofobiska politikk-
arum frá, at Italia hevur
potensialini at gerast tann
leiðandi kraftin í Europa. Á
øllum økjum skarðar hálv-
oyggin burturúr. Eisini tá
talan er um katastrofur.
Nógv av teimum elstu og
bæriligastu bygningsverk-
unum í Europa standa í
Italia. Og tak bókmentirnar,
málningalistina, tónleikin,
ja, tónleikurin, Jógvan við
Keldu. Elegansan kemur úr
Italia, og ber elegansa ikki
uppá rím við renesansa?
Um fimtan, kanska tjúgu
ár, verður Rom tann nýggi
europeiski miðdepulin. Tað
sjónarmiðið royndi Thomas
Bernhard at føra fram í
einari av sínum ógvusligu
og hatsku skaldsøgum, har
protestantisman og nazist-
iska fortíðin hjá Eysturríki,
vóru løgd undir hansara
viðbreknu sjóneyku. Men
líka mikið um Bernhard
hevur rætt ella bara partvís
rætt, so hava italsk sam-
bond longu nú ein grund-
leggjandi týdning í okkara
parti av verðini. Tað kann
vera ymiskt, hvussu man
definerar eina vøru, og
eisini hvør munurin er á
eini tænastu øðrumegin, og
á eini vøru hinumegin. Men
líkamikið hvør definisjónin
er, so er Italia ein sól sum
tær meiri heimleysu ferð-
andi stjørnurnar royna at
súgva
varma
burturúr.
Málið hjá Dante stendur í
durinum, og kanska kemur
tann tíðin, tá orðabókin hjá
Cianfranco Contri ferð at
vera eins nógv brúkt sum
ensk/føroyska orðabókin.
Og at reka ein sovorðnan
mann av landinum, tað ger
annaðhvørt ein býttlingur,
ella ein vónleysur oppor-
tunistur.
Og hann versnar bara,
Jógvan við Keldu. Hós-
dagin 23. september bar
Útvarpið tíðindini um, at
hann nú brúkar sín lands-
stýrismannamyndugleika at
sýta løgtingsmonnum yvir-
høvur at viðgera skásett
paralag. Og í leygardags
Sosialinum
2.
oktober,
skilir Tórbjørn Jacobsen
væl hansara avgerð. Eg
skilji eisini avgerðina hjá
Keldumanninum, og somu-
leiðis ósmakliga spotti hjá
Tórbirni, tá hann skrivar, at
Tjóðveldisflokkurin nú er
spentur fyri vognin hjá
djeikarunum og teimum
lesbisku í Føroyum. Øll
skilja so óalmindiliga væl
hvønn annan, og intellek-
tuelt ber til at fata flestu
trupulleikarnar og fyri-
brigdini, sum eru til á
jørðini. Men tá kenslur eru
í klemmu, fyri ikki at tosa
um fordómar og stykni, tá
er tað, at Fanin er leysur, og
man fer í skápið eftir hond-
granatunum, ella sum mæti
søgufrøðingurin
Virgar
Dalsgaard sigur, man fer til
Noregs at læra at skjóta.
Í uppískoytinum til tey
tíggju boðini, finna vit eina
ørgrynnu av undirreglum,
og hvussu nógvar av hesum
undirreglunum eru tengdar
at sexualitetinum, veit eg
ikki, men tær eru nógvar.
Gomlu semittarnir kneptu
kamelum, asnum, hestum,
sínum egnu børnum, hjá-
konum,
grannakonum,
monnum,
ungum
sum
gomlum, ja eisini flogfen-
aður var brúktur, og til at
forða hesum villa lívi, so
smíðjaðu prestarnir reglar,
og tað vóru ikki hissini
reglar, og guddómiligar
hóttanir trutu heldur ikki.
Gud legði býirnir So-
domma og Gomorra í oyði,
tí ikki ein gang ein friðsal
geit kundi spáka sær ein
túr, uttan at vera drigin inn
í eitt skýmaskot, ella aftur
um eitt dadlutræ, og var
skammriðin líka til roykur
stóð út gjøgnum oyrini.
Fyri
tveimum
árum
síðani upplivdu føroyingar,
hvussu Gerhard Lognberg
svínaði
eitt
viðkvæmt
teaturstykki til, tí fýrurin
ikki dámdi, at leikararnir
brúktu orðið kusa á pallin-
um. Eg kann fortelja Ger-
hardi, at í flestu førum sita
konur á sínum lalli. Tað
gjørdi omma Gerhard, og
eisini systir Fidel Castro.
Hevði lallið haft okkurt
annað navn, ella kanska
verði plaserað í pannuni
ella millum herðabløðini,
so var støðan møguliga ein
onnur. Men lallið er ein
realitetur. Sexualiteturin í
síni heild er eisini ein
realitetur, og kann frígera
hald í nakkanum, lekja
lendasjúku, og fáa kvinnur
so væl sum menn at vera
glað, skapandi og hjálp-
som. Og so leingi sum man
ikki skaðar onnur við sín-
um sexualiteti, so eigur
lógarverkið heldur ikki at
leggja sexualitetinum nakr-
ar forðingar. Og eitt lesb-
iskt par ger ongan skaða,
heldur ikki tveir homo-
sexuellir menn, og tað sama
kann man siga um tey
glaðu heterosexuellu. Um
fólk eru sadistar og maso-
chistar, heldur ikki tað
eigur lógarmyndugleikin at
leggja seg útí. Tí tað eru
vaksin fólk sum íðka tað
slagið av sex, og avgerðin
er teirra egna. Men her er
kanska uppá sítt pláss at
viðmerkja, at tey, sum upp-
funnu tær mest raffineraðu
andstyggiligheitirnar,
so
sum at gjelda, brenni-
merkja, steina, bannlýsa og
eyðmýkja, í flestu førum
vóru trúfastar verjur av tí
heilaga
heterosexuella
hjúnalagnum.
Jógvan við Keldu eigur
ikki at blanda sítt persón-
liga stykni, við sína upp-
gávu sum landsstýrismaður
fyri alla ta føroysku tjóðina.
Tey samkyndu hava brúk
fyri somu virðing og um-
sorgan, sum hvør einasta
menniskja hevur brúk fyri.
Landsstýrismaðurin eigur
at minnast til, at tað var
tann tíð, tá stovnarin av
Brøðrasamkomuni hevði
brúk fyri virðing og um-
sorgan, og hana fekk hann
tíbetur frá kjerligum fólki í
Havn.
Kærleikin
grør
náttúrliga inn í demo-
kratiið, ella kanska er tað
demokratiið, sum grør inn í
kærleikan, líka veit eg.
Men tað rakar snøgt sagt
ikki Jógvan við Keldu, á
hvønn hátt fólk elska hvørt
annað, ella um tey vilja
ganga inn í skrásett para-
lag. Tey samkyntu eru ikki
bara medmenniskju, skatta-
borgarar og grannar. Teirra
sexuella kós, er eisini til
staðar í huganum hjá
øðrum. Flestu menniskju
hava onkra løtu kent seg
drignan at sínum egna kyni,
og tá tað ikki hevur verið
tilvitað, so hevur ein í
svøvni droymt um tað.
Soleiðis er menniskjan
einaferð skipað, og at
niðurgera ella kriminalisera
hesar íbornu eginleikar, er
líka so høpisleyst, sum tað
er tápuligt.
Jógvan við Keldu kundi
sjálvandi sent sínum Skap-
ara eitt bræv, og spurt, hví
hann skapti menniskjuna so
samansetta og óútrokniliga.
Kanska hevði Skaparin
svarað, at hann gjørdi tað
fyri at hava ein møguleika
at eftirkanna styrkina í
okkara næstakærleika.
Kunnu klaksvíkingar ikki biðja
Jógvan við Keldu koma norður aftur?
Nógv av teimum elstu og bæriligastu bygningsverkun-
um í Europa standa í Italia. Og tak bókmentirnar,
málningalistina, tónleikiin. Elegansan kemur úr Italia,
og ber elegansa ikki uppá rím við renesansa skrivar
Jóanes Nielsen, rithøvundi
C
M
Y
K
13
12