týsdagur 21. mars 2017síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ANTI TRUST OG ØKISKVOTUR
SPENNA BEIN FYRI UPPSKOTI
Tingið kann broyta nýskipanaruppskotið
Landsstýrismaðurin við fiskivinnumálum, Høgni Hoydal,
hitti vinnuna norðanfyri á fundi í Leirvík
Framsøgumaðurin hjá Tjóðveldi í fiskivinnumálum bar á fiskivinnufundi í Leirvík framundir,
at parlamentariska skipanin kanska ikki fór at taka undir við nýskipanaruppskotinum
Árni Gregersen
Økiskvotur og anti trust lóg
fylla nógv í føroysku fiski
vinnuni í løtuni, serliga hjá
teimum stóru fiskivinnufyri
tøkunum.
Tað kom klárt fram, tá
ið landsstýrismaðurin við
fiskivinnumálum,
Høgni
Hoydal, Tjóðveldi, hitti vinn
una norðanfyri á almennum
fundi í Leirvík.
Umboð
fyri
vinnuna
løgdu ikki fingrarnar ímill
um, men gjørdu landsstýris
manninum heilt greitt, at tað
vóru serliga anti trust og so
økiskvoturnar, sum ørkymla
vinnuna.
– Hetta við økiskvotum
ljóðar rættuliga undarligt í
okkara oyrum, segði Jónfinn
Thomsen, advokatur fyri
Varðan í Gøtu.
– Skipini, sum Varðin
hevur bygt ella keypt, hava
loyvir, sum vit hava keypt
annaðhvørt úr Suðuroynni
ella úr Vágum. Tað ljóðar eitt
sindur undarligt, um vit nú
gjøgnum økiskvotur í einari
nýggjari fiskivinnulóg nú
skulu lata hesi loyvir, sum
vit hava keypt, aftur til somu
økir, legði hann afturat.
Eisini Arni Hansen, skip
ari og ein av eigarunum av
Varðanum helt tað vera løgi,
at hetta skuldi koma við í
lógina.
– Vit hava eftir øllum at
døma ikki gjørt tað nóg gott,
so loyvini mugu fara aftur til
teirra, sum vit keyptu tey frá.
Er tað tí tað ikki gongur nóg
væl ella tí vit ikki hava gjørt
tað nóg gott, spurdi hann.
Ikki ætlaninj
Landsstýrismaðurin skund
aði sær at svara og segði, at
hetta als ikki er ætlanin við
økiskvotum.
Økiskvotur er ein møgu
leiki, sum landsstýrismað
urin fær, so virksemi kann
leggjast kring landið. Høgni
Hoydal,
landsstýrismaður,
nevndi, at kanska fimm pro
sent kundu brúkast til hetta,
men tað kunnu saktans vera
verandi fyritøkur, sum flyta
partar av virkseminum til
onnur støð í landinum
Hin spurningurin, sum
upptók fundarfólkiið nógv,
var anti trust uppskotið, sum
skal forða fyri at einstakar
fyritøkur gerast ov stórar.
Umboð fyri vinnuna vístu
á, at hetta við tíðini fer at
gera, at fyritøkurnar minka.
Partarnir
hjá
øllum
minka,
tá
ið
kvoturnar
minka, men hjá teimum sum
hava rakt markið, fer ikki at
bera til at vaksa, tá ið kvotur
nar vaksa aftur.
Árni Gregersen
Ivi er enn einaaferð sáddur
um, hvørt tað er undirtøka í
samgonguni fyri tí uppskoti
til nýskipan av fiskivinnuni,
sum
landsstýrismaðurin
við fiskivinnumálum hevur
lagt fram alment.
Tá ið fundurin um fiski
vinnuna í Bowling í Leirvík
endaði, var Ingolf S. Olsen,
tingmaður fyri Tjóðveldi,
tann seinasti sum hevði
orðið.
Hann gjørdi greitt fyri
fundarfólkinum,
at
tað
kann gott vera, atnógv er at
finnast at í uppskotinum,
sum er úti til hoyringar,
men tey skulldu bara vita,
at uppskotið eisini skal
gjøgnum parlamentarisku
skipanina. Altso gjøgnum
løgtingið.
– Tá ið uppskotið fer í
nevnd í tinginum, so verða
aftur hoyringar, sum vit
tá eisini fara at lurta eftir,
segði Ingolf S. Olsen.
Hansara útsøgn bendir
enn einaferð áq, at ivasamt
er, hvussu samd samgong
an er um at taka undir við
uppskotinum hjá lands
stýrismanninum. Men tað
stendur rættuliga fast, at
uppskotið, sum nú er al
ment kent, ikki verður sam
tykt í Løgtinginum óbroytt.
Vinnan ikki so samd
Orðaskiftið í Leirvík vísti
eisini, at vinnan heldur ikki
dregur eina línu í spurning
inum um fiskivinnupoli
tikkin.
Meðan Poul Huus Sól
stein, frá reiðarínum hjá
Norðborg vísti á, hvussu
nógv júst tað skipið fekk
burturúr hvørjum kilo av
sild og makreli, svaraði Ják
up Jacobsen, stjóri í Varðan
um aftur, at tað kundi gott
vera, men teir høvdu aftur
fyri goldið einar 60-70 millj
ónir í lønum til fólk á landi,
har arbeiðsloysið annars
var stórt.
Hósdagin verður aftur
fundur um fiskivinnuna.
Tá verður tað í Klaksvík.
Norðlýsið skipar fyri og
tingfólk, sum so ella so um
boða Norðoyggjar sita við
pallborðið.
POLITIKKUR
Høgni Hoydal, landsstýrismaður
við fiskivinnumálum, greiddi
fudnarfólkinum frá, hvat
ætlanin er við uppskotinum.
Pól Huus Sólstein segði, at Norðborg
er tað skipið, sum fær mest burturúr
hvørjum kilo av sild og makreli.
Jónfinn Thomsen, advokatur, vildi hava Høgna
Hoydal at viðgsanmga, at anti trust fer at gera, at
núverandi stóru fyritøkurnar fara at minka.