Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 FISKIVINNA PELAGOS Í FUGLAFIRÐI ÚTBYGGIR FRYSTIORKUNA Vilmund Jacobsen Í løtuni liggur fram­leiðslu­ virksemið stilt á Pelagos í Fugla­firði. Síðan skipini vórðu lið­ ug at fiska makrel og seinni lodnu, hevur eingin fram­ leiðsla verið á virkinum. Kortini eru nøkur fólk til arbeiðis, tí umframt dag­liga skrivstovuarbeiði og sølu­ virksemi, skal eisini ymiskt viðlíkahald gerast, tá steðgur er í framleiðsluni. 15.000 tons í ár Sjálvt framleiðsluvirksemið á uppsjóvarvirkjunum er ann­ars rættiliga árstíðar­ bund­ið. – Vit skulu tó ikki lata illa at, tí ráfiskanøgdirnar higar­ til í ár eru størri enn somu tíð í fjør. Jóhan Páll Joensen, stjóri á Pelagos, sigur, at tey higar­ til hava keypt og virkað um­ leið 15.000 tons, sum alt er pakk­að og fryst til matna. – Meginparturin av hesi nøgd er makrelur, men vit keyptu eisini nakrar lastir av lodnu frá skipum, sum í vertíðini fiskaðu í ís­lendsk­ um sjógvi. Stjórin vísir á, at í 2016 keypti og frysti Pelagos til­ samans 42.000 tons av rá­ vøru í mun til 56.000 tons árið fyri. – Størsti parturin var makrelur, og umleið ¼ var sild. Haraftrat keyptu vit nak­að av lodnu og svart­ kjafti. Jóhan Páll Joensen vísir á, at tá virkið varð bygt, varð bugetterað við júst 42.000 tonsum, sum var samlaða nøgd­in í fjør. – Útlitini í ár eru góð, nú uppsjóvarkvoturnar eru so stórar, leggur hann aftrat. Veksa um frystiorku Nú steðgur er í fram­leiðslu­ virkseminum á Pelagos, verður í apríl farið undir at veksa um frystiorkuna, so­leiðis at orkan verður umleið 20 prosent størri, tá framleiðsluvirksemið byrjar aftur í august. – Vit fara at seta tvey frysti­skáp upp aftrat. Í løt­ uni er frystiorkan 530 tons um samdøgnið, og nú verða so umleið 20 prosent løgd omaná. Vit fara tó framvegis at landa og frysta lastina hjá einum skipi í senn, og sum er tekur tað umleið hálvt triðja samdøgur at landa og virka eina last á 1600 tons av makreli, sigur stjórin í Pe- lagos, Jóhan Páll Joensen. – Í næsta mánaði byrjar arbeiðið, og tá framleiðsluvirksemið byrjar aftur í august, verður frystiorkan 20 prosent størri, enn hon er í dag, sigur Jóhan Páll Joensen, stjóri Toskur góðan prís Í morgun fór toskur 2 og toskur 3 fyri stívliga 20 krónur fyri kilo á uppboðssøluni Vilmund Jacobsen Í morgun seldi Fiska­markn­ aður Føroya tilsamans 31,2 tons av fiski fyri stívliga 581.000 krónur. Hetta gevur ein saman­ lagdan miðalprís á 18,82 krón­ ur fyri kilo. Tað var næstan bara tosk­ ur á marknaðinum í morgun, harav mest var av toski 3, stívliga 16 tons tilsamans. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 20,04 krónur fyri kilo. Næst størsta nøgdin á marknaðinum var toskur 2, sløk seks tons tilsamans, og her var miðalprísurin 20,46. Stívliga 4,6 tons var av toski 4, sum fekk miðalprísin 17,33 krónur fyri kilo. Bert smávegis nøgdir vóru av øðrum fiskasløgum, eitt sløð av hýsu, longu og upsa. Stívliga eitt tons var av toskarognum, men her er prísurin lækkaður munandi, tí í morgun fóru toskarogn fyri einans fýra krónur í miðal fyri kilo. Henda myndin er tikin á snelluveiði á Norðhavinum fyri nøkrum døgum síðan – Vit fara at seta tvey frystiskáp upp aftrat. Í løtuni er frystiorkan 530 tons um samdøgnið, og nú verða so umleið 20 prosent løgd omaná, sigur stjórin í Pelagos, Jóhan Páll Joensen Mynd: Vilmund Jacobsen Fekk góð 3.000 pund á snellu Várið hesaferð fer neyv­an í søguna sum tað vána­ ligasta á snellu­veiði eftir várfiski á Norðhavinum. Tað var longu tíðliga í vertíðini – ella umleið 20. februar – at teir fyrstu bátarnir bóru við várfisk norðanfyri. Síðan hevur veðrið ver­ið skiftandi, sum tað al­tíð er hesa ársins tíð, og høgættin roynist ikki norð­anfyri. Men, tað eru eisini dag­ ar, har tað hevur viðrað, og nógvir menn hava roynt eydnuna. Í gjár var ein slíkur dag­ ur, har einir 16 snellubátar løgdu veiðina upp á Eiði, og nakrir løgdu veiðina upp aðrastaðni, eitt nú í Leirvík og Klaksvík. Stívliga 10 tons komu upp land á Eiði í gjár, har­ av besti báturin sambært søluni á Fiskamarknaði Føroya var Jónvør VN 408, sum hevði stívliga 3.200 pund. Fleiri útróðrarmenn høvdu annars ein hampi­ ligan dag á Norðhavinum í gjár.