Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 8

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

14 Nr. 190 - 6. oktober 2004 Nr. 190 - 6. oktober 2004 15 TINGHELLUDEBATT Kristina Háfoss kristina@hafoss.com Hóast føroyska samfelagið er grundað á fólkaræði og Føroyar hava eitt fólkavalt Løgting, so hevur hetta løgting í dag avmarkaðar møguleikar fyri at røkja uppgávuna sum lóggevandi myndugleiki og eftirlits- myndugleiki. Alt bendir á, at Løgtingið í dag hevur munandi minni vald enn landsstýrið og embætis- mannaverkið við Løgmanni á odda. Landsstýrið fær umframt útinnandi valdið alsamt størri ávirkan tá umræður lóggevandi vald- ið, og hevur løgmans-em- bætið fingið nærum óav- markað vald. Hevur Løg- tingið ikki álit á Løgmanni ella landsstýrinum, kann Løgmaður enntá senda fólkavalda Løgtingið til hús. Stýrisskipanin - eitt stig á leiðini Stýrisskipanarlógin frá 1994 lat upp fyri nýggjum møguleikum og var við til at betra ta føroysku polit- isku skipanina. Nýggja stýrisskipanin bar við sær nógv framstig. Eitt nú gjørdist býtið millum lóg- gevandi, útinnandi og døm- andi valdið greiðari, og somuleiðis varð farið burtur frá kollektivum landsstýri og yvir til, at hvør landsstýrismaður hevði fulla ábyrgd av sínum øki. Men eins og við øðrum skipanum, so er altíð tørvur á einum støðugum kjaki um, hvat kann gerast betur - ikki minst nú nýggj f ø r o y s k grundlóg/stjórnarskipanarl óg stendur fyri framman. Vónandi kann hetta orða- skiftið verða eitt íkast til hetta kjak. Løgmaður óavmarkað vald? Støðan hjá politisku skip- anini í Føroyum í dag er tann, at viðkomandi, ið er valdur at umsita starvið sum Løgmaður, hevur ómetaliga stórt vald. Vald, ið helst ikki er í samsvar við fólkaræðið. Sambært Stýrisskipanarlógini hevur Løgmaður nevnliga ikki bert vald til at siga lands- stýrismonnum úr starvi, men somuleiðis vald til at siga løgtingsmonnum úr starvi. Løgmaður kann senda Løgtingið til hús Løgtingið hevur sambært Stýrisskipanarlógini eina lóggevandi uppgávu og eina eftirlitsuppgávu. Tá umræður eftirlit skal Løgtingið hava eftirlit við landsstýrinum og kann eitt nú reisa misálit á lands- stýrismenn, um mett verður at hesir ikki røkja uppgávur sínar til fullnar. Hetta kunnu løgtingsmenn gera, uttan at landsstýrismaðurin kann verða ein hóttan fyri teirra starv. Reisir Løgtingið hinveg- in misálit á Løgmann hevur hesin møguleika fyri, at skriva út nýval og harvið siga øllum løgtingsmonn- um úr starvi. Hetta er ein støða, ið ger, at tað í størri mun er Løg- maður, ið hevur eftirlit við og vald yvir Løgtinginum, enn øvugt. Henda 'terror- javnvág', ið er millum Løg- ting og Løgmann ger, at Løgtingið í veruleikanum ikki kann røkja sína eftir- litsuppgávu mótvegis landsstýrinum íroknað Løgmanni. Hetta er annars ein uppgáva, ið Løgtingið hevur sambært Stýrisskip- anarlógini. Løgmaður vald at skipa samgongu eftir nýval Valdið hjá Løgmanni steðgar ikki við møguleik- anum at siga øllum fólka- valdum løgtingsmonnum úr starvi. Ger Løgmaður hetta og harvið útskrivar nýval - ja, so er tað sami Løgmaður, ið hevur framíhjárætt til at skipa nýggja landsstýris- samgongu eftir valið. Hetta uttan mun til, hvørja undir- tøku flokkurin hjá Løg- manni hevur fingið við valið. Skal Løgmaður hava vald tvørturum valskeið ? Viðvíkjandi løgmansem- bætinum, so kann Løg- maður verða sitandi so leingi hann ikki hevur ein "meiriluta ímóti sær" - eisini tvørturum valskeið. Henda mannagongd átti at verið broytt soleiðis, at Løgmaður - og samráð- ingarleiðari í samband við skipan av samgongu - varð valdur av einum meiriluta aftaná hvørt val, og at hann harvið varð sitandi so leingi hann hevði ein "meiriluta við sær". Sum kunnugt gongur eitt taktiskt spæl fyri seg aftaná eitt val, og eru fleiri møgu- leikar fyri samgongum - ja, so vil ongin flokkur gera seg "ópopuleran" hjá tí, ið hevur framíhjárætt at skipa samgongu. Við núverandi skipan, har Løgmaður verður sitandi tvørturum valskeið, so leingi hann ikki hevur "meiriluta ímóti sær", gevur hetta løgmans- embætinum sera stórt vald, og er henda skipan helst eisini ein orsøk til, at fjórði størsti flokkur endaði við at umsita løgmansembætið bæði frá 1998-2002 og somuleiðis valskeiðið 2002-2004. Leggjast skal afturat, at uttan mun til val av sam- ráðingarleiðara eftir nýval vil Løgmaður og Lands- stýrið frá undanfarnu sam- gongu tó sjálvsagt verða virkandi stjórn til nýggj samgonga er skipað. Er fólkaræðið í vanda? Størvini sum landsstýris- menn og Løgmaður kunnu verða umsitin av fólkum, ið ikki eru fólkavald. Neyðugt er bert, at ein politiskur flokkur velur viðkomandi at røkja starvið og sam- gongan tekur undir við hesum. Løgtingið er hinvegin fólkavalt og umboðar allar føroyingar. Løgtingið er tí ein týðandi grundarsteinur undir føroyska fólkaræð- inum. Men hóast hetta hava vit eina skipan, ið leggur so mikið nógv vald til ser- stakliga løgmansembætið, at tann persónur, ið situr í hesum embæti - og sum kann verða ein persónur, ið ikki er fólkavaldur - hevur ómetaliga stórt vald ikki bert yvir landsstýrismonn- um, men somuleiðis yvir øllum tí fólkavalda Løg- tinginum. Val 4. hvørt ár Ein møguleiki at byrgja upp fyri hesum er, at áseta í eini grundlóg ella stýris- skipanarlóg at val bert kann útskrivast 4. hvørt ár. Hetta vil tryggja, at fólkavalda Løgtingið kann røkja sítt arbeiði uttan at vandi er fyri at Løgtingið verður sent til hús í úrtíð av Løgmanni. Tað er ikki uttan orsøk, at hetta er ein skipan, ið ávís lond hava valt. Tað kunnu tó verða vansar við at val ikki kann skrivast út í úrtíð, um hetta verður mett verða alneyðugt. Ein annar møguleiki hevði tí verið at ásett, at ikki Løgmaður einsamallur, men bert ein meirluti av Løgtinginum kundi útskriva nýval í úrtíð. Á henda hátt varð møgu- leiki at útskriva val í úrtíð um so varð at meirlutin av fólkavalda tinginum ynskti hetta. Løgtingsformaður ella Løgmaður staðfesta lógir ? Sambært føroysku stýris- skipanarlógini er tað Løg- maður, ið staðfestir tær lógir, ið Løgtingið samtykkir - eins og Kongur staðfestir lógir, ið danska Fólkatingið sam- tykkir. Spurningur kann setast við, hví tað ikki er Løgtingsformaðurin, ið hevur hesa staðfestandi uppgávuna, eins og hesin hevði tað upprunaliga. Hetta hevði ikki bert gjørt býtið millum lóggev- andi valdið (Løgtingið) og útinnandi valdið (Lands- stýrið) greiðari, men somu- leiðis givið Løgtinginum og Løgtingsformanninum meira formelt vald. Í hesum sambandi kann nemast við spurningin, hvørt Løgtingsformaðurin átti at røkt hetta starv burturav, og varamaður varð settur í hansara løg- tingssess. Sum støðan er í dag rekur Løgtingsformað- urin bæði formansstarvið og starvið sum tingmaður fyri tann flokkin hann er valdur inn fyri. Havandi í huga, at Løgtingsformaður- in skal verða fyri alt tingið hevði hetta møguliga verið ein góð loysn. Hinvegin vildið hetta merkt, at tingmaður, ið verður valdur sum Løgtingsformaður tá missur sín atkvøðurætt. Siðvenja verður skapt Nýggja føroyska stýris- skipanarlógin sá dagsins ljós í 1994 og bar - sum nevnt - við sær munandi broytingar í politisku skipanini í Føroyum. Av tí, at talan er um eina lut- falsliga nýggja lóg verður siðvenja í stóran mun skapt í hesum døgum. Hetta stað- festir bert stóra týdningin av, at tey, ið umsita eitt nú landsstýrisembætini og serstakliga løgmansembæt- ið, umsita hesi á 'rættan' hátt. Av tí, at lutfalsliga stutt tíð er fráliðin síðan Stýris- skipanarlógin varð samtykt og staðfest, er trupult at vísa á nakra ávísa og støð- uga siðvenju. Men áhuga- vert er tó at hyggja at nøkrum dømum, ið vísa avgerðir, ið Løgmaður tók Einaræðis fólkaræði undanfarna ár - avgerðir, ið kunnu fáa ávirkan á sið- venjuna framyvir. Dømi frá 2003 a) Málið viðvíkjandi Jørgen Niclasen, landsstýrismanni, har landsstýrismálanevndin og kanningarstjóri mettu, at landsstýrismaðurin varð farin út um sínar heimildir sambært lógini. Hóast hetta valdi Løg- maður ikki at siga lands- stýrismanninum úr starvi. Løgmaður valdi harvið ikki at fylgja niðurstøðu hjá hægsta eftirlitsmyndug- leika Løgtingsins. Hetta kann ikki annað enn undir- grava Løgtingið sum eftir- litsmyndugleika, og var hetta sjálvsagt eisini or- søkin til, at Løgtingið valdi seinasta møguleikan - nevnliga at reisa misálit á landsstýrismannin. b) Málið viðvíkjandi Ann- lis Bjarkhamar, landsstýris- kvinnu, har hon ikki valdi at fylgja innstilling frá setanarnevnd. Løgmaður ásannar at landsstýris- kvinnan hevur hildið allar lógarinnar heimildir, men velur hóast hetta - og uttan nakra óhefta kanning - at siga landsstýriskvinnuna úr starvi. Løgmaður valdi harvið at siga landsstýris- kvinnu úr starvi av polit- iskum ávum - ikki fyri- sitingarligum ella løgfrøði- ligum ávum. c) Málið viðvíkjandi áhugabólki, ið klagar um eina avgerð hjá einum landsstýrismanni til Løg- mann. Heldur enn at senda klaguna víðari til lands- stýrismannin at svara, boðar Løgmaður frá, at hann fer at viðgera málið. Harvið leggur Løgmaður seg út í málsøkið hjá landsstýrismanninum og ávirkar harvið ábyrgdar- býtið. Eisini átaka Løg- maður og Løgmansskriv- stovan sær eina nýggja uppgávu og kunnu skjótt enda sum nýggjur kæru- stovnur. d) Málið viðvíkjandi An- finni Kallsberg, ið vegna persónsmál fekk persónliga misálitisváttan frá sam- gonguflokki. Heldur enn at halda áfram við samgong- uni undir leiðslu av øðrum persóni, ella lata aðra sam- gongu sleppa at virka tað, ið eftir var av valskeiðnum, valdi Løgmaður at útskriva nýval - at senda Løgtingið til hús. Eisini vórðu lands- stýrismenn bert úr tí eina samgonguflokkinum sendir til hús tá val varð útskrivað. Møguleiki er fyri at hesar avgerðir kunnu koma at skapa siðvenju fyri fram- tíðina. Um so verður, er spurningurin um henda siðvenja er í tráð við tann 'politiska viljan', ið lá aftan fyri heimildirnar, ið vórðu givnar løgmansembætinum umvegis eitt nú Stýris- skipanarlógina. Greitt er tó, at so leingi Løgmaður hev- ur politiskan meirluta aftan fyri seg, umboða hann og avgerðir hansara tann polit- iska viljan, ið er meðan hann situr í sessinum. Minnilutastjórn fremur samstarv og hugburðsbroyting Ein siðvenja, ið ikki er brotin enn, er siðvenjan við meirlutastjórnum í Føroy- um. Ongin ivi er um, at ein minnilutastjórnarskipan yvir eitt áramál hevði skapt ein nýggjan og øðrvísi hug- burð í politisku skipanini. Ikki minst tí henda hevði sett krøv til samstarv tvørt- urum andstøðu og sam- gongu, og hevði sett krøv til allar flokkar um, at koma við veruligum og væl grundaðum uppskotum á Løgtingi. Andstøðan hevði so at siga mist møguleikan at lagt fram uppskot, sum ikki vórðu nóg væl grund- aði - og samgongan hevði verið noydd at samrátt seg fram til semjur við and- støðuna í flest øllum mál- um. Harvið varð somuleið- is fingin breiðari politisk semja í flestu málum. Hetta hevði eisini verið ein meira fólkaræðilig skipan, har øll tey fólka- valdu umboðini fingu ávirkan á politiska ar- beiðið, og ikki bert sam- gongutinglimir. Hinvegin vildi ein minni- lutastjórnarskipan í eitt ávíst áramál óivað skapt politiskan ótryggleika. Hetta til ein nýggjur polit- iskur hugburður, sum í nógv størri mun varð grundaður á samstarv tvørturum floksmørk og tvørturum andstøðu og samgongu, sá dagsins ljós. Stýrisskipanarlógin legg- ur ongar forðingar í vegin fyri tílíkari skipan, og hev- ur tílík skipan eisini við- gjørd í samband við, at samgonga varð skipað í 2002. Endin varð tó sum kunnugt, at meirlutasam- gonga varð skipað við 17 tingmonnum. Løgtingið missir lóggevandi vald Løgtingið hevur ikki bert lítið vald mótvegis Løg- manni, men í tí dagliga somuleiðis mótvegis lands- stýrinum sum heild. Hetta skyldast ikki bert Stýris- skipanarlógini, men somu- leiðis Tingskipanini og skipanini av løgtingsar- beiðnum. Landsstýrið hev- ur sum kunnugt eitt stórt embætisverk aftanfyri seg, ið smíðar lógir, sendir hesar til hoyringar hjá viðkom- andi pørtum v.m., oftast áðrenn hesar verða lagdar fyri løgtingsmenn.Tá lógar- uppskot soleiðis verða løgd fyri tingmenn hava hesir ikki teir stóru møgu- leikarnar at koma við mótspæli, ið broytir hesi uppskot, ið hava verið leingi ávegis og eru væl gjøgnumarbeidd. a) Ov lítla tíð at viðgera mál Tann eina orsøkin til hetta er tíðaratlitið. Løgtingið fær ávís tíðarskeið hópin av lógaruppskotum niðan í senn, ið skulu viðgerast á Løgtingi eftir stuttari tíð - lógaruppskot, sum í ávísum førum hava verið viðgjørd í fleiri ár í ymsu ráðunum. Tingmenn fáa í tílíkum førum ikki tíð til at kunna seg gjølla um øll málini. Neyðugt er við rúmari tíðarkørmum at viðgera lógaruppskot, eins og neyð- ugt er at tingarbeiðið verð- ur lagt til rættis vikur og mánaðar fram í tíðina - og ikki bert ein dag í senn, sum støðan er í dag. b) Vantandi førleiki og innlit Hartil kemur vantandi før- leiki og innlit. Væntast kann ikki at løgtingsmenn hava fult innlit í lógarsmíð og hevur Løgtingið av- markaðar møguleikar at koma við kvalifiseraðum alternativum til eitt væl gjøgnumarbeitt uppskot, ið kemur frá landsstýrinum. Hetta er ein av orsøkunum til, at breiðar rammulógir ofta verða samtyktar á Løg- tingi, har landsstýrismann- inum verður heimilað at áseta sera nógv við kunn- gerð. Hetta flytir í stóran mun lóggevandi vald frá Løgtinginum til landsstýr- ið. c) Trongir búskaparligir karmar Eisini er talan um trongir búskaparligir karmar. Hetta ger, at flokkar ikki hava ráð at seta løgfrøðing í starv ella keypa sær løgfrøðiliga ella aðra viðkomandi ráð- geving í samband við lógarsmíð ella lógarvið- merkingar. Við hesum er ikki sagt, at Løgtingið skal byggja enn eina almenna miðfyrisiting upp fyri at styrkja um sín førleika. Hinvegin er neyðugt, at løgtingsmenn fáa betri búskaparligar karmar enn støðan er í dag, soleiðis at serstakliga andstøðu-ting- menn kunnu rinda fyri ser- frøðingahjálp. d) Viðgerð í ’politiskum bólkum’ At enda skal nevndast, at mál tykjast í alsamt størri mun at viðgjørd í sokall- aðum ’politiskum fylgi- bólkum’. Fá politisk sam- gonguumboð sita til borðs og taka avgerðir í týðandi politiskum málum. Mál, ið helst áttu at verið viðgjørd í Løgtinginum og/ella í sam- gonguni. Henda manna- gongd kann verða við til at avmarka avgerðarrættin á týðandi mál hjá stórsta partinum av Løgtinginum. Løgtingið skal styrkjast Landsstýrið skal fremja Løgtingsins vilja - ikki øvugt. Sum støðan er í dag, er tað í størri mun Lands- stýrið, enn Løgtingið, ið hevur ávirkan á lóggevandi arbeiðið. Hetta er ikki ætlanin. Hvør er tá uppgáva Løg- tingsins? Løgtingið hevur til tíðir verið nevnt "Stemp- ulkontór", men hetta er ein niðurgering av politisku skipanini og fólkaræðinum sum heild. Tíverri er tó nógv, ið bendir á at hetta er ein góð lýsing av Løgting- inum sum støðan er í dag, og eigur Løgtingsins leik- lutur tí av álvara at verða endurskoðaður og styrktur. Hetta er neyðugt skal Før- oya Løgting virka og verða virt sum umboð Føroya fólks. C M Y K 15 14