Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-21, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 21. mars 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35 22 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gartnari til Eysturkommunu Hevur tú grønar fingrar og áhuga fyri at skapa, røkja, menna og leggja ætlanir fyri umhvørvið kunnu vit bjóða tær eitt starv sum gartnari í Eysturkommunu at byrja skjótast gjørligt. Eitt framtíðarmál, Eysturkommuna hevur sett sær, er at fríðka og at skapa trivna í kommununi. Sum ein part av hesi ætlan vil Eysturkommuna virka fyri, at fríøki, sniðgøtur, áir v.m. verða meira sjónlig og áhugaverd fyri borgarar, vinnulív, ferðavinnu og onnur áhugað. Umframt gartnaraarbeiði ynskir Eysturkommuna, at tann sum settur verður, hevur førleika og áhuga at skapa grøn øki, sniðgøtur, frítíðarøki og annars karmar í eini kommunu, sum vil menna og skapa eitt gott og ríkt umhvørvi. Eisini fevna uppgávurnar um at fríðka uttanfyri stovnar, skúlar, sambýlir, kirkjugarðar v.m. Arbeiðið fevnir um: – Ábyrgd og røkt av verandi grønum økjum, fríøkjum eins og friðaðum økjum – Skapa og evna nýggj øki – Luttaka í øðrum fyrifallandi arbeiði og uppgávum – Arbeiðið inniber nógvar ymiskar uppgávur á øllum økjum Ynskiligt er, at tann, ið settur verður: – Hevur útbúgving sum gartnari ella tilsvarandi útbúgving og royndir á økinum – Gott yvirlit og góð samstarvsevni – Hevur royndir við prosjektum, at skapa og útinna – Kann arbeiða sjálvstøðugt og samskipa uppgávurnar saman við øðrum – Góð evni at lurta og samskifta við fólk Løn og setanartreytir: Gartnarin hevur tilvísing til rakstrarleiðaran í kommununi. Starvið verður lønt og sett sambært sáttmála millum Kommunala Arbeiðgevarafelagið og avvarðandi yrkisfelag. Umsókn, saman við CV, skal sendast til Eysturkommunu, Kulibakki 8, 520 Leirvík ella á eystur@eystur.fo, og skal vera okkum í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 31. mars 2017, kl. 12.00 Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Agnar Josephsen, rakstrarleiðara, tlf. 730026. Tele 35 36 37 / 299 000 · solsetur@solsetur.fo · solsetur.fo Vit hjálpa við øllum í sambandi við jarðarferðina Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo Tel. 320 320 · www.petri.fo Ókeypis kanning av protesum Nýgerð, umvælingar og eftirlit av tannprotesum Nýtt smíl?