Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-10-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mikudagur 6. oktober 2004síða 9

‹ fyrra síða allar 28 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 Nr. 190 - 6. oktober 2004 Nr. 190 - 6. oktober 2004 17 viðgerðir, so at sjúklingurin sleppur heimaftur sama dag, sum hann kom. Á tí 1. hæddini í bygn- inginum hava sjúklingar fingið eitt nógv betur út- gjørt stað at koma til Landssjúkrahúsið, tá teir hava tørv á bráðfeingis læknahjálp. Tað kann verða alt frá eini størri ferðslu- vanlukku til eina brotna tá ella eitthvørt álvarsamt, sum krevur medisinska ser- vitan. Teir flestu sjúkling- arnir fara at fáa ta fyrstu kanningina og stabiliser- andi viðgerðina í bráð- feingis móttøkuni. Pláss er eisini gjørt til kommunu- læknavaktina, sum fram- vegis skal visitera sjúkling- in, áðrenn sjúkrahúsið tek- ur ímóti. Hæddin rúmar eisini intensivu deildini, sum fyrr lá á B8 - so fólk skulu til at venja seg við, at orðafellið: "Hann ella hon endaði á 8" ikki longur kann brúkast, uttan so at talan er um hjartasjúklingar. Sjúkling- urin hevur samstundis fing- ið munandi betri umstøður undir intensivu viðgerðini. Sjúkrahússtjórin vísti á at í hesi høllini móttøkan var, er byrjað at gera nýggju forhøllina hjá sjúkrahúsin- um, so sjúklingar og vitj- andi kunnu føla seg væl í einum opnum og ljósum umhvørvi. Farið verður ígongd við at samanbyggja bygningarnar á 1. hædd, beint eftir árskiftið. Í kjallaranum ella 0. hædd er ein nýggj rann- sóknarstova bygd, sum hev- ur samlað og nútímansgjørt umstøðurnar, sum tær ymsu rannsóknarstovu- kanningarnar verða gjørdar í. Hervið verður royndin, sum kommunulæknin ella sjúkrahúslæknin hevur biðið um, viðgjørd á eini tekniskt framkomnari rann- sóknarstovu - og hetta er sjálvandi eisini til gagns fyri sjúklingin. Sjúklingurin í fokus Tað er sjúklingurin, sum er í fokus í øllum tí, sum Landssjúkrahúsið fæst við. Tí eru vit sera glað fyri, at vit nú kunnu bjóða sjúk- lingunum betri umstøður, enn vit hava kunnað í nógv ár. Vit á Landssjúkrahús- inum fara at gera okkara til, at sum mest fæst burturúr teimum nýggju karmunum, sum hesin bygningurin gevur. Men tað er samstundis sera umráðandi, at øllum er greitt, at hetta er bara ein byrjan og tað er langt eftir á mál fyri at hava nøkulunda nøktandi fysiskir karmar á Landssjúkrahúsinum. Verandi bygningar eru sum flestum kunnugt í sera ringum standi og treingja til umfatandi umvælingar og umbyggingar. Hesi seinastu 20-30 árini er alt ov lítið av peningi brúktur til at við- líkahalda ognirnar og tí standa vit í dag við eini stórari uppgávu at loysa. Samlaða bygningsarealið hjá Landssjúkrahúsinum er uml. 50 túsund fermetrar - ella ein fermetur fyri hvønn føring. Tað er støddin á øllum bygningum í einari miðal- stórari føroyskari bygd. Eitt sjúkrahús er ein tekniskt nógv meiri kompliseraður bygningur enn eini vanlig sethús ella virkisbygningur, so tørvurin á peningi til viðlíkahald er har eftir. Poul Geert Hansen segði annars, at tá farið var undir hesa útbyggingina vísti ein neyv støðumeting, at tørvur var á eini góðari hálvari milliard krónur til útbygg- ing, umbygging og umvæl- ingar. Síðani tá er hesin bygningurin bygdur og hol er sett á hesa prosessina, sum vit vóna fer at halda áframm inntil komið er á mál. Tað krevur støðufastar politikkarar, sum halda kósini sum er sett - og tað fer at taka eini 10 ár afturat við eini árligari játtan upp á 35 mió.kr. Nú fer tað framhaldandi arbeiði í gongd og vit trúgva upp á, at um umleið 10 ár hava vit eitt sjúkra- hús, sum allir føroyingar vilja kennast við. Poul Geert Hansen vísti annars á, at sjúkrahúsbygg- ing er eitt tað mest kompli- seraða byggjarí, sum kann hugsast, so her hava nógv klók høvd ligið í bloti. Hann takkaði øllum teim- um, sum hava verið við til at fullføra verkið. Tað er Landsverk, sum hevur haft uppgávuna sum byggiharri og stýrt tí fíggjarliga og helt sjúkrahússtjórin fyri, at tað er gjørt á ein hegniligan hátt, so at byggingin hevur hildið seg innanfyri tann upprunaliga fíggjarliga karmin. Hetta er rættuliga einastandandi, tá hugsað verður um, hvussu stórar óvissur hava verið í hesari byggingini. – Tað er sjúklingurin, sum er í fokus í øllum tí, sum Landssjúkra- húsið fæst við. Tí eru vit sera glað fyri, at vit nú kunnu bjóða sjúklingunum betri umstøður, enn vit hava kunnað í nógv ár. Vit á Landssjúkra- húsinum fara at gera okkara til, at sum mest fæst burturúr teimum nýggju karmunum, sum hesin bygningurin gevur segði Poul Geert Hansen, sjúkra- hússtjóri, tá nýggi bygningurin á Lands- sjúkrahúsinum varð tikin alment í brúk í farnu viku SJÚKRAHÚS Jan Müller jan@sosialurin.fo Myndir: Jensk K. Vang og Jan Müller – Tað er eitt stórt stig framá fyri tað føroyska heilsu- verkið, at hesin stásiligi sjúkrahúsbygningur nú stendur liðugur og klárur til brúk: At veita føroyskum sjúklingum heilsubót segði Poul Geert Hansen, sjúkra- hússtjóri, tá hann røddi á móttøkuni í farnu viku. Hann vísti á, at hetta er størsta útbyggingin av før- oyska heilsuverkinum síð- ani 60'ini og nú fáa vit betur møguleika fyri at fylgja við í gongdini innan heilsutænastur í londunum, sum vit vanliga samanbera okkum við. Og hann helt fram: Rós til politikararnar – Landssjúkrahúsið er sjúkrahúsið hjá øllum før- oyingum. Tað er á Lands- sjúkrahúsinum, at serfrøðin innan læknavísindini í Før- oyum er savnað. Tað hevur so ómetaliga nógv at siga fyri trivnaðin og vælferðina í hesum samfelagnum, at vit hava eitt vælvirkandi sjúkrahús, sum er ført fyri at bjóða føroya fólki eina so góða heilsutænastu sum møguligt. Tað verður neyv- an nakrantíð soleiðis, at allar heilsutænastur verða boðnar út her heima. Men málið er, at tað sum kann viðgerðast her, skal viðger- ast her. Tað hava vit fingið betur møguleika til, við hesum nýggja bygningin- um segði sjúkrahússtjórin og staðfesti, at okkara politikkarar við avgerðini um at byggja henda bygn- ingin hava sýnt framskygni og áræði. – Tað er ein stór uppgáva hjá einum so lítlum landi sum Føroyum at hava eitt vælútbygt sjúkrahús og í nógv ár hava trupulleikar- nir við hølunum á Lands- sjúkrahúsinum verið skumpaðir víðari til kom- andi politisku avgerartak- arar. Ikki fyrr enn fyri 6-7 árum síðani var tíðin búgvin og avgjørt var at fara i gongd við at bøta um umstøðurnar. Nú stendur hesin bygn- ingurin so liðugur, og tað er at fegnast um. Loysnirnar eru tekniskt og heilsufrøðiliga fram- komnar og nøkta tørvin, sum tær ymsu sergreinirnar seta, men tær eru sam- stundis tilpassaðar okkara lítla samfelagi - so talan er um eina kompleksa og kompakta loysn í einum. Sjúklingurin betri umstøður Hvat hevur sjúklingurin so fingið við hesum bygning- inum spurdi Poul Gert Hansen! – Jú sjúklingurin hevur fingið munandi betri um- støður, tá hann hevur eitt- hvørt samband við Lands- sjúkrahúsið. Ovast á 4. hædd í bygn- inginum hava vit eina ný- mótans seingjadeild, sum í sjúklingakomforti livir upp til vanlig krøv og umstøður, sum dagsins samfelag setir. Á 3. hædd kunnu sjúk- lingar nú koma inn til medisinskar kanningar og viðgerðir ambulant. Tað er ein sannroynd, at fólk helst vilja sleppa undan at verða innløgd, og at tey oftast koma fyri seg fyrr, um tey eru í sínum heimliga um- hvørvi. Á 2. hædd eru 6 nýggjar, ljósar og vælútgjørdar skurðstovur, sum geva møguleika fyri einari nógv effektivari arbeiðsgongd. Hetta kann verða við til at halda bíðitíðirnar hjá sjúk- linginum niðri. Tær smærri skurðviðgerðirnar kunnu í nógv størri mun tilrætta- leggjast sum dagskurð- Tað er arkitektavirkið hjá Árna Winther, sum hevur tekn- að bygningin og staðið fyri eftirlitinum. Landsbyggi- felagið og virkið hjá Sofus Jacobsen hava staðið fyri tí byggiteknisku ráðgevingini. Bygningurin er 5.600 fermetrar og tað eru lagdir - 18 km av rør og 130 km kaðal - 1300 sprinklardysir - 1500 lampur - 1200 stikkontaktir - 149 vøsk, tí reinføri er í hásæti. - og luftskiftið er 70.000 m3 í tíman FAKTA Landssjúkrahúsið er sjúkrahúsið hjá øllum føroyingum Árni Winther, arkitektur, ið saman við sínum fólki hevur teknað bygningin Poul Geert Hansen, sjúkrahússtjórin er sera sera fegin um nýggja bygningin Sjúkrahúsbygging eitt tað mest kompliseraða byggjarí, sum hugsast kann segði Poul Geert Hansen m.a., tá mótttøka var Landsstýrið var væl mannað til móttøkuna Pál Weihe og Oddmar Færø høvdu nógv at tosa um Tann mest nútímans útgerðin finst á Landssjúkrahúsinum Kommunulæknarnir fáa góðar umstøður í nýggja bygninginum Elin Mortensen, leiðari á Dialysini her saman við foreldrunum Jón á Steig, ein av veteranunum á Landssjúkrahúsinum er væl nøgdur við sítt nýggja arbeiðsumhvørvi Sera nógv er gjørt burtur úr einum góðum og hugnaligum umhvørvi C M Y K 17 16