týsdagur 21. mars 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 22. mars 2017 · Nr. 35
24
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
NØVN
75 ára føðingardagur
24. mars fyllir Annamaria Peter
sen, vanliga nevnd Annemia,
Vágur, 75 ár. Henda dagin er hon
burturstødd.
75 ára føðingardagur
2. mai 2017 fyllir Hans Pauli Jacob
sen av Eiði, búsitandi í Runavík
75 ár. Dagurin verður hildin í EB-
Húsinum á Eiði leygardagin tann
6. mai frá kl. 13 – 18. Tey, sum
ynskja at halda dagin saman við
honum, eru hjartaliga vælkomin,
og kunnu boða Marin frá á telefon
25 72 67 ella 42 30 70 áðrenn 1. mai.
70 ára føðingardagur
Poula Vestureið, Vágur, fyllir 70
ár 28. mars, men heldur dagin 25.
mars í Bygdarhúsinum í Lopra frá
kl 14.00, har tit eru vælkomin at
halda dagin við henni.
Vit skulu giftast
Leygardagin 15. apríl kl. 14.00
giftast í Tvøroyrar kirkju Osla
Jacobsen og Poul Hammer.
Veitslan verður hildin í VB-
húsinum kl. 19.00. Tey ið ynskja
at halda dagin saman við okkum,
verða biðin at siga frá á tlf. 293025
(Osla) ella 224915 Poul áðrenn 27.
mars Við sama høvi, halda vit
eisini 50 ára føðingardag hjá Oslu.
Vælkomin
Silvurbrúdleyp
28. mars hava vit verið gift í
25 ár. Vit hátíðarhalda dagin í
bygdarhúsinum í Leirvík 8. apríl
kl 18. Tað hevði glett okkum at sæð
ætt vinir og kenningar. Vinaliga
sigið okkum frá í seinasta lagi 31.
mars við at senda eini sms boð ella
við at ringja á telefonnr.
273329 Tórhild Bjarkhamar
787329 Rúni Bjarkhamar
Brúdleyp
Sunnudagin 9.7.2017 kl. 13 verða
Bodil Ahlman Jensen og Steyni
Andreassen vígd í Hørdum Kirkju.
Brúdleypið verður hildið í Sned
stedhøllini, Øster Allé 10, 7752
Snedsted, frá kl. 17. Tey, ið vilja
gleðast saman við okkum, verða
biðin um at melda til á mailadr.:
bodilogsteynibryllup9juli17@
gmail.com ella privat boð á
facebook seinast 01.05.2017.
Vælkomin.
Bodil og Steyni
Brúdleyp
Leygardagin 8. apríl 2017 giftast
Torkil Nielsen, Skopun, og Martha
Frederiksberg, Strendur. Vígslan
verður í Kelduni í Skálafirði
kl. 12.30. Eftir vígsluna verður
móttøka og ábit í kafeteria í
Kelduni frá kl. 13.30-16.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin, og tað hevði
glett okkum at sæð teg har. Veitsl
an verður á Hotel Runavík kl. 19.00
fyri innbodnum.
Vinarliga Torkil & Martha
Brúdleyp
Fríggjadagin 24.03.17 giftast Halla
Hansen, Haldórsvík og Magnus
Hammer Olsen, Strendur. Vígslan
verður í H aldórsvíkar kirkju kl.
13. Ábit verður í Avhaldshúsinum,
eftir vígsluna, har øll eru
hjartaliga vælkomin. Veitslan
verður fyri innbodnum kl. 19:00.
Halla og Magnus
Koparbrúdleyp
Hóast okur hava hildið saman í
43 ár, hava okur bert verið gift í
12 ½ ár. Giftarmálið var loyniligt
á sinni, og silvurbrúdleypið er
trupult at fáa eyga á….... so okur
hava avgjørt, at koparbrúdleypið
skal hátíðarhaldast.
Veitslan verður í VB-húsinum
leygardagin 22. apríl kl. 18.
Tey, ið ynskja at hátíðarhalda
dagin saman við okum, verða
biðin um at siga frá á tlf 573044
(Maud), 239875 (Mannbjørn) ella
mannbjorn@gmail.com - í seinasta
lagi 1. apríl.
Okur gleða okum!
Maud og Mannbjørn
Gullbrúdleyp
Leygardagin 1. apríl hava vit verið
gift í 50 ár, og verður dagurin
hildin á Panorama, Hotel Hafnia,
ímillum kl. 15.00 og 19.00. Tað hevði
glett okkum um familja, vinir og
kenningar komu at hátíðarhalda
dagin saman við okkum.
Jórun og Joen Magnus Lamhauge
Føðingardagur
21/3 verður Linjohn Kærbech,
Vágur 70 ár. Dagurin verður hildin
leygardagin 25/3 í Stóra Pakkhúsi,
frá kl.14.00 til 20.00. Øll eru
hjartaliga vælkomin.
Brúdleyp
13. apríl, skírisdag, giftast Judith
Signhild Finnsson, Glyvrar, og
Kjartan Midjord, Skálavík. Vígslan
verður kl. 13 í Glyvra kirkju.
Eftir víglsuna eru øll vælkomin í
Skótahúsið, har drekkamunnur
verður inntil kl. 17. Døgurði verður
fyri foreldrum og systkjum kl. 19.
Brúdleyp
Leygardagin 5 august giftast Hildi
0gunn og Bergur í Havnar Kirkju
kl.14. Tit ið vilja gledast við okkum
henda dagin kunnu siga frá á tlf
225019 ella 230842, ádrenn 1 mai.
Hvar veistlan verður, verður lýst
seinni.
75 ár
Eg verði 75 ár 27. mars. Dagurin
verður hildin í kjallaranum í Gøtu
kirkju 8. apríl frá kl. 11 ttil 16 við
brunch. Vit byrja dagin í kirkjuni
kl. 11 við morgunsangi við Ova
Brim, presti. Øll eru hjartaliga
vælkomin. Gott hevði verið, um
tit, ið hava hug at heilsa uppá,
vildu sagt frá, antin við at ringja
á 285100 ella ein teldupost til
s.boegesvang@gmail.com seinast
4. apríl.
Henning Bøgesvang
Diamantbrúdleyp
11. mai hava Svanhild og Knút
Vesturdal diamantbrúdleyp.
Dagurin verður hildin 12 mai í
ítróttarhøllini á Eiði. Tey ið ynskja
at halda dagin saman við okkum,
verða biðin at siga frá á tlf. 223525,
tlf. 222448 ella við at skriva á
vesturdal@vesturdal.com áðrenn
11. apríl
Svanhild og Knút Vesturdal
75 ára føðingardagur
2. mai 2017 fyllir Hans Pauli
Jacobsen av Eiði, búsitandi í
Runavík 75 ár. Dagurin verður
hildin í EB-Húsinum á Eiði
leygardagin tann 6. mai frá kl. 13 –
18. Tey sum ynskja at halda dagin
saman við honum eru hjartaliga
vælkomin, og kunnu boða Marin
frá á telefon 25 72 67 ella 42 30 70
áðrenn 1. mai.
Gullbrúdleyp
Leygardagin 29. apríl hava vit verið
gift í 50 ár. Dagurin verður hildin í
Missiónshúsinum í Vestmanna frá
kl. 17. Tey, ið ynskja at halda dagin
saman við okkum, verða biðin um
at siga frá á tlf. 228197 ella 251428
innan 12. apríl. Jona og Rubeck
Brúdleyp
1. juli 2017 ganga Torgunn H. Johansen og Egil B. Heinesen, Vestmanna
saman í hjúnalag. Vígslan verður í Vestmanna kirkju kl.15.00. Veitslan
verður í Ítróttarhøllini í Vestmanna kl.18.00. Tey, ið ynskja at halda henda
stóra dag saman við okkum, vera biðin um at boða frá innan 30. apríl á:
brudleyp1717@gmail.com, tlf. 506324 Torgunn ella tlf. 507873 Egil
70 ára føðingardagur
Hósdagin hin 30. mars verður kendi
toftamaðurin Alfred Olsen 70 ár.
Dagurin verður hildin í Skótahús
inum við Løkin frá kl. 18.30.
Øll eru hjartaliga vælkomin.