hósdagur 23. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Í blaðnum...
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
24. mars 2017
Áðrenn valið vóru tey so bragdlig og
skuldu seta bankarnar upp á pláss
Men nú hevur pípan einki ljóð.
– Bankarnir í Føroyum eru eitt stórt kap
ittul fyri seg, tá tað snýr seg um avleiðingar
fyri vanliga búrkaran, skattgjaldaran, í
Føroyum.
Tað segði Høgni Hoydal í orðaskifti á
tingi í seinasta valskeiði.
Og hann helt fram:
»Vit eiga at seta bankunum krøv. Tí tað
sum bankarnir gera nú, tað svarar til, at
tá vit keypa inn, so skulu vit gjalda fyri at
koyra vøruna niður í kurvina. Vit skulu
gjalda fyri at koyra vøruna burtur úr kurv
ini aftur og upp á bandið, áðrenn vit gjalda
fyri sjálva vøruna.
– Her má gerast nakað nú. Og hetta
verður eisini ein partur av valskránni hjá
Tjóðveldi – at seta bankunum krøv.
– So um landsstýrið ikki kemur við tí, so
fara vit at koma við uppskotinum um at
seta bankunum krøv«.
Hetta er aftur eitt dømi um, at tað kostar
einki hjá politikarum at sleingja út við
populistiskum politiskum lyftum. Vit sóu
eftir landsfundin hjá Sambandsflokkinum,
at flokkurin heldur, at landsstýrið eigur at
økja útflutningsvirðið hjá Føroyum við seks
milliardum við at fáa betri marknaðarat
gongd til ES-marknaðin við at tosa pent við
donsku stjórnina.
Sambandsflokkurin hevur sjálvur sitið
við leiðsluni í sjey ár! Hví gjørdi hann einki,
púrt einki við hetta málið? Um tað passar,
sum Sambandsflokkurin sigur, so hevur
stjórnartíðin hjá Sambandsflokkinum kost
að Føroyum 42 millardir í mistum útflutn
ingsvirði.
Tjóðveldi kann nú vísa, at tað ikki er eins
langt millum orð og gerðir, sum hjá Sam
bandsflokkinum.
Tjóðveldi lovaði, at flokkurin fór at koma
við uppskoti – um samgongan hjá Jørgen
Niclasen ikki gjørdi tað. Har kom einki upp
skot, hvørki frá Jørgen Niclasen ella Høgna
Hoydal.
Nú hevur Tjóðveldi valdið í Fíggjarmála
ráðnum – og tað hava tey havt í hálvt annað
ár. Men har hoyrist einki kis um krøv til
bankarnar.
Er tað løgið, at fólk hava ilt við at trúgva
politikarum, tá brekkan frá orðum til gerðir
tykist so brøtt – og tá lyfti verða slongd út,
sum tey ikki kunnu ella vilja innfría, tá tey
hava møguleikan?
Sum mentamálaráðharri í seinastu samgongu
mundi Bjørn Kalsø gloyma, at hann var sam
bandsmaður. Í øllum førum hevur hann gjørt
tað sama við danskt í miðnámsskúla, sum
sambandsmenn fyri 95 árum síðani gjørdu við
føroyskt í fólkaskúlanum. Tað slapp ikki inn um
skúlans gátt – takka verið Sambandsflokkinum.
Tá Nina Bang miðskeiðis í 20'unum arbeiddi
við einum lógaruppskoti um at loyva lærarum í
Føroyum at tosa føroyskt við børnini, var svarið
eitt rungandi nei frá Sambandsflokkinum, sum
hevði meirilutan á løgtingi.
Málið um danskt á miðnámsskúlum í Føroy
um er nógv meira vert enn sum nationalistiskt
briskl millum tjóðveldi og samband. Men hevur
tað altíð verið.
Bjørn man bara hava gloymt,
at hann var sambandsmaður, tá
hann gav donskum durafjórðingin
sum kravd lærugrein á miðnámi.
Tora tey ikki at nerta bankar kortini?
Gloymdi at
hann var sam
bandsmaður
rak danskt úr skúla
Les eisini blaðið
á telefonini
Betri heilsu
tænastu til allar
føroyigar
Sirið Stenberg,
landsstýrsikvinna
síða 28-29
NSÍ verður
60 ár í dag
síða 32
Oddagrein
Eirikur Lindenskov
blaðstjóri
Danski orkumálaráðharrin, Lars Christian
Lilleholt, verður eitt av høvuðsnøvnunum
á orkuráðstevnuni, “Frá olju til vind”, sum
Sambandsflokkurin skipar fyri, fríggjadagin
7. apríl, á Østrøm. Har fer hann at umrøða
orkupolitikkin í Danmark og ES
Lars Christian Lilleholt hevur verið orku
málaráðharri í Danmark síðan 2015 og fer
at umrøða danska orkupolitikkin og hvørji
politisk mál eru i Danmark og ES innan
orkuøkið.
Danmark hevur seinastu 40 árini megnað
at lagt sín orkutørv um frá at verða djúpt
tengt at oljuni frá Miðeystri til at vera eitt av
grønastu og mest orkueffektivu londunum í
heiminum.
Samstundis er samfelagsligi týdningurin
av orkusektorinum alsamt vaksin og altjóða
áhugin fyri donskum orkuloysnum er sera
stórur.
Úrslitini innan orkuøkið í Danmark sein
astu 40 árini eru skapt í einum neyvum sam
spæli millum politisku skipanina og vinnuna,
har politisku avgerðirnar á orkuøkinum hava
megnað at skapt røttu karmarnar fyri eini
menning á heimamarknaðinum og vinnan
hevur megnað at brúkt karmarnar fult út.
Á orkuráðstevnuni fer landsstýriskvinnan
í orkumálum, Sirið Stenberg, eisini at taka
lut og røða um, hvørjar politiskar ætlarnir
landsstýrið hevur á orkuøkinum.
Umframt Lars Christian Lilleholt, orku
málaráðharra í Danmark, og Sirið Stenberg,
landsstýriskvinnu í Orkumálum, fer Thomas
Nolsøe Danielsen, formaður í orkunevndini
hjá Fólkatinginum, at taka lut og røða um
orkupolitikkin í Danmark og ES.
Meira kunning við útgreinaðari skrá verð
ur send út seinni.
Danski orkumálaráð
harrin á orkuráðstevnu
Magni Laksáfoss, Lars
Christian Lilleholt, ráð
harri, Bárður Nielsen
og Thomas Danielsen,
fólkatingsmaður fyri
Vinstra og formaður
í orku, veitingar-, og
klimanevnd Fólkatingsins.
Thomas Danielsen er
hálvur føroyingur,
abbasonur Knút Nolsøe,
sála, í Havn, sum var
ættaður av Tvøroyri