mánadagur 27. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 27. mars 2017 · Nr. 37
2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Oddagrein
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Sosialurin 90 – síða 10
Kjartan
skuldi
byggja
»Smiril«
Tíðinda síða 6
Sigla
við livandi
toski
Fríggjadagin viðgjørdi Løgtingið
lógaruppskot um, hvussu stuðul
upp á tvær milliónir krónur skal
býtast ímillum privatar miðlar.
Í sambandi við broytingina av
kringvarpsgjaldinum varð avgjørt,
at inntøkurnar, sum Kringvarpið
fær fyri lýsingar, skulu býtast út
aftur til privatar miðlar.
Tingfólk – og fólk sum lurtaðu
kring landið – hvukku við, tá løg
tingsformaðurin undir viðgerðini
fríggjadagin tók orðið og hongdi út
privatpersón, sum ikki hevur sæti
á tingi, og tí ikki fekk vart seg, fyri
at hava hótt tingformannin við at
prenta søgur um hann.
Eitt óvanligt stig á tingsins røð
arapalli – og formaðurin helt fram
í besta Trump-stíli at svína út
fjølmðlar fyri at hava »elendigan
journalistikk«, og hann mælti til,
at vit fingu »eina ella aðra avlúsing
í skipanina, so at vit sleppa av við
tey mest ótolandi elementini«.
Latið okkum sláa fast, at eingin
verður hóttur eftir søgum. Høvdu
vit skjøl, sum kundu avdúkað
eitthvørt óregluligt hjá løgtings
formanninum, so var tað okkara
skylda at avdúka tað.
Tað er ikki góður siður, tá ting
fólk leggja eftir fólkum á tingsins
røðarapalli, sum ikki fáa vart seg.
Serliga vanvirðisligt er tað, tá løg
tingsformaðurin biður um orðið við
slíkari útspilling fyri eyga.
Næstformaðurin, sum sat í for
mansstólinum hesa løtuna, røkti
ikki sína skyldu, tá løgtingsformað
urin ikki varð átalaður.
Tað eru ikki politikarar, sum
stýra fjølmiðlunum, og tað skulu
teir heldur ikki.
Fríir og frælsir fjølmiðlar eru
grundsúlurnar undir samfelagnum.
Og tað vil so vera, at politikarar
onkuntíð halda seg vera órættvíst
viðfarnir í fjølmiðlunum. Politikkur
er eisini órættvísur. Politikkur er
eisini skitið spæl. Tað snýr seg um
at leggja øðrum fótonglar. Politik
arar eru taktikkarar, sum til døm
is fríggjadagin, tá tingmaður, sum
er fyrrverandi mentamálaráðharri
ikki kundi siga, hvat hann hann
atkvøddi í sambandi við miðlaupp
skotið, fyrr enn hann sá, hvussu
samgongufólk atkvøddu.
Ergo: Kanst tú fella eitt sam
gongumál, so gert tú tað, sjálvt um
málið eftir tíni sannføring er so
gott, at tað átti at verið samtykt.
Ringa sinnalagið hjá løgtingsfor
manninum er ikki ókent. Men tað
sum hann gjørdi fríggjadagin var
eitt óvanliga ljótt álop. Tað er til
sera lítlan sóma fyri politisku skip
anina, at persónligar frustratiónir
og aggressiónir hjá tingformanni
num skugga fyri sakligari viðgerð
av einum tingmáli.
Tingformaður í sinnismuni
– Móðurmálsvirðislønin 2017
verður tillutað Suna Merki
stein fyri hansara avrik inn
an yrkismál.
Soleiðis verður sagt í
grundgevingini fyri at geva
útvarpsmanninum,
Suna
Merkistein Móðurmálsvirð
islønina 2017.
Tað var á hátíðarhaldi í
sambandi við Móðurmáls
dagin í Løkshøll í Runavík
leygardagin, at Tórbjørn Jac
obsen, borgarstjóri í Runavík,
vegna Rigmor Dam, lands
stýriskvinnu í mentamálum,
handaði honum viðrislønina.
Í grundgevinginin verður
sagt soleiðis:
»Í ein mansaldur hevur
Suni Merkistein starvað við
ítrótta- og mentanarøkinum
í bæði útvarpi og sjónvarpi.
Avrikini í útvarpssendingum,
sjónvarpssendingum,
frá
sagnum og bókum vísa,
at hann á ymsu pallunum
megnar frásagnarkynstrið
og har er við til at varðveita,
menna og mýkja føroyska
málið.
Hugsað verður um munn
lig eins væl og skrivlig avrik
hjá Suna Merkistein. Miðvíst
og við nærlagni hevur hann
ment og mýkt ítróttamálið í
Kringvarpi Føroya, og hann
hevur skrivað bøkur um ym
iskar ítróttagreinar, eitt nú
verkið í trimum bindum um
føroysku fótbóltssøguna og
stóra verkið um føroyska
telving í 20. øld. Hann hevur
ávirkað málið í føroyskum
ítrótti og slóðað fyri hjá
teimum yngru, so at vit í
dag hava eitt ítróttamál,
sum er væl ment og kennist
heimligt.
Í ítróttafrásagnum sín
um hevur Suni Merkistein
mangan bæði víst og lýst,
hvussu livandi og lætt før
oyska málið kann vera.
Fyri hansara framúr frá
sagnarstíl á góðum og við
komandi máli heiðra vit í dag
Suna Merkistein við Móður
málsvirðislønini 2017.«
Suni fekk móðurmálsvirðisløn
Lagið var serliga ringt á
tingformanninum fríggjadagin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Fáið tykkumm
lás á hjallarnar,
eru ráðini frá
løgregluni
Seinastu mánaðirnar hev
ur innbrot í fleiri úthús
og hjallar. Tjóvarnir hava
serliga verið eftir øli og
brennivíni, og hetta hevur
serliga verið í Havn og í
Hoyvík.
Vakthavandi á løgreglu
støðini í Havn segði í morg
un, at aftur hetta vikuskift
ið hevur slíkur stuldur í
verið í úthúsi ella hjalli, og
tískil er ein áheitan til tey,
sum eiga slíkt úthús ella
hjallar, um at fáa sær lás á.
Fleiri ferðir seinastu mán
aðirnar hevur stuldur verið
framdur, men kortini hevur
løgreglan ikki funnið tey,
sum hava gjørt hetta.
Áður hevur onkur verið
inni til avhoyringar, men tað
er óvist, um tjóvarnir eru
teir somu hesaferð sum áð
ur, verður sagt av løgreglu
støðini.
Stjala øl og brenni
vín úr hjallum
Hjalstjóvarnir í Havn og í Hoyvík stjala heldur øl og
brennivín enn kjøt og grind
Suni Merkistein, útvarpsmaður, fekk móðurmálsvirðislønina 2017
Mynd: Birgir Kruse