mánadagur 27. mars 2017síða 28
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 13 • 27. MARS 2017
4
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Krakow angar
av søgu
F
arið verður við Norrønu til Hirtshals, og
hagani verður koyrt við bussi til Krakow.
Steðgað verður á leiðini, og gist verður eina
nátt nærheindis Berlin bæði á veg til Pólands
og á veg heimaftur. Hjá Smyril Line siga tey, at
tey hava skipað fyri fleiri líknandi bussferður
áður, men at hetta er fyrstu ferð, at farið verður
til Krakow, sum fleiri fólk hava spurt eftir sum
ferðamál.
Mentanarháborg Pólands
Søguliga hevur Krakow altíð verið mettur sum
mentanarháborgin í Pólandi, og samstundis
hevur býurin havt ógvuliga stóran fíggjarligan
týdning fyri Póland.
Krakow var eisini høvuðsstaður í Kongarík
inum Pólandi frá 1038 fram til 1569. Hetta
sæst eisini aftur í býnum í dag, har man kann
vitja ein ørgrynnu av søguligum bygningum,
kirkjum og mangt annað.
Aldargomlu býarpartarnir liggja tætt bygdir
og søgan leiðir hesar heilt aftur í steinøldina. Í
ný-søguligum høpi, byrjaði søgan hjá Krakow í
árinum 1257, tá býurin fær síni býarrættindi og
byggir eina býargrind rundan um tað, sum í dag
er miðbýarøkið í Krakow.
Pólandi varð illa bumbað undir 2. Heimsbar
daga, men Krakow, sum liggur nærheindis mark
inum til Slovakia, slapp rættiliga snikkaleysur
undan bumbunum, og tí eru ikki so nógvir søgu
ligir bygningar farnir av teirri orsøk.
Veðurlagið í Krakow er rættiliga gott. Í au
gust mánaða, tá ið túrurin hjá Smyril Line verður
fyriskipaður, er miðalhitin í Krakow beint oman
fyri 23 hitastig, so talan verður væntandi um
veruligt summarveður á ferðini.
Á ferðini verður vitjað í fleiri av søguligu
bygningunum í Krakow, og eisini verður skipað
fyri ferð til víðagitnu týningarleguna Auschwitz.
Í august skipar Smyril Line fyri bussferð til søguliga býin Krakow í Pólandi.
Krakow er við sínum okkurt um 740.000 íbúgvum næststørsti býur í Pólandi
og ein av elstu býum í landinum við røtum heilt aftur í sjeyndu øld
Ísland
er altíð
áhuga
vert
Á páskum skipar Smyril
Line fyri forvitnisligum
páskacruise til Íslands,
har fleiri áhugaverdar
útferðir eru á skránni.
T
að er í døgunum frá 17. Til 20. Apríl,
at páskacruisið hjá Smyril Line er á
skránni. Við á ferðini eru heili tveir
navnframir ferðaleiðarar, nevnliga Tóra Tór
oddsdóttir og Jóan Pauli Joensen.
Tey bæði koma at standa á odda fyri ferð
ini og koma at greiða frá ymiskum forvitnis
ligum á túrinum. Longu umborð á Norrønu
ávegis til Íslands fer Jóan Pauli Joensen at
hugleiða um páskir og páskasiðir.
Í Íslandi verður eitt nú skipað fyri útferð til
Mývatn, har Tóra Tóroddsdóttir fer at greiða
frá sera sjáldsomu náttúruni kring Mývatn, og
eisini verður ein útferð til Skriðuklaustur, sum
er skamt frá Egilsstøðum. Skriðuklaustur er
kent sum heimið hjá kenda rithøvundanum
Gunnar Gunnarssyni.
Steðgað verður eisini á Egilsstøðum,
har ferðafólkini fáa høvi at hyggja nærri at
býnum.
Gist verður umborð á Norrønu allan túrin,
og á heimferðini úr Íslands verður eisini skip
að fyri fyrilestri um útróður og fiskiskap í Ís
landi.
Smyril Line hevur fleiri ferðir áður skipað
fyri snarferðum til Íslands, og hesir túrar
hava vanliga verið sera væl móttiknir.
Íroknað prísinum er morgunmatarbuffet
hvønn morgun, umframt tríggjar ferðir kvøld
arbuffet. Eisini verður okkurt gott til matna
á landi.
Mývatn er sjáldsama vakurt stað
á Eysturlandinum í Íslandi
Á torginum í Krakow finnur tú harumframt Mariacki-kirkjuna við viðagitnu trískiftis-altartalvuni
úr gulli. Altartalvan, sum stavar úr miðøld, er tann størsta í Evropa av sínum slag. Hvønn dag kl.
12.00 letur altartalvan seg upp og avdúkar eina sera veruleikakenda skurmyndarøð.