Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 30

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 13 • 27. MARS 2017 6 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ 1998: Alt í einum hoyrir hann eitt øgiligt róp úti í matstovuni: – Skunda tær, ein maður ætlar sær at leypa út av vindeyganum! Hann slepti tí, hann hevði í hondunum og leyp til. Eitt fulldekkað borð stóð fyri. Hann kastaði seg móti vindeyganum, so at borð og alt, sum stóð á tí, fór um koll. Í tí maðurin leyp, fekk hann fatur í øðrum beininum, og hann helt. A t sita á ølstovu við einum glasi ella koppi saman við fólki, tú ikki kennir, kann hava við sær vanlukkuligar fylgjur. Áðrenn tú veitst av, kann onkur hava latið eitthvørt vandamikið í glasið, meðan tú ert farin á wc, ella um tú bert kveitir til viks. Hetta mátti ein dani sanna fyri nøkrum árum síðani. Tað hevði eisini kostað honum lívið, um ikki ungur havnarmaður var so knappur at bjarga honum í evstu stund. Í 1998 starvaðist Martin Restorff úr Havn sum matstovuleiðari á Royal Hotel hjá SAS, sum liggur mitt í Keypmannahavn. Hetta var honum ikki ókent. Hann er uppvaksin innan hotellyrkið sum sonur ein av fyrrverandi eigarunum av Hotel Hafnia í Havn. SAS Royal Hotel er eitt sokallað háhús við tjúgu hæddum. Matstovan, har Martin starv­ aðist, var á ovastu hædd. Ein leygarmogun var hann sum vant komin til arbeiðis. Ein nýggjur tænari var júst byrjaður á hotellinum mest fyri at vita, um hetta var nakað fyri hann. Nógv var at gera, tí har komu fleiri hotellgestir og onnur at eta hvønn morgun. Klokkan var vorðin sjey, og tænarin var staddur inni í matstouvni fyri at taka ímóti fólki. Martin var aftanfyri og tókst við at gera kaffi og annað. Brádliga hoyrir hann eitt øgiligt róp úti í matstovuni: – Martin, Martin! Skunda tær, ein maður ætl­ ar at leypa út av vindeyganum! Martin slepti øllum, hann hevði í hondunum og leyp til. Beint tá hevði ein ungur maður latið vindeygað upp og skuldi leypa út. Tað var nakað høgt upp á vindeygakarmin, so hann hevði verið noyddur at klintra upp á hann. Nógvir gestir sótu og fingu sær morgunmat, og eitt fulldekkað borð stóð mitt á gólvinum. Martin kastaði seg móti vindeyganum. Borðið, og alt sum stóð á tí, fór um koll. Í tí maðurin leyp, fekk Martin fatur í annað beinið og helt. Ungi maðurin var nú allur uttanfyri og dró Martin við sær so langt, at hann hekk á búkinum um vindeygakarmin. Væl er Martin sterkur, men í hesi løtu fekk hann tær eykakreftir, sum ein neyðstaddur fær, tá ið tað stendur um lív. Eisini var trupult at halda, tí maðurin sparkaði fyri at sleppa leystur. Martin rópti á tænaran og bað hann trýsta á tann reyða knøttin, sum boðaði frá neyðstøðu. Hann varnaðst nú, at hann fór at glíða, men tá kom tænarin honum til hjálpar og tók í beinini á honum og helt, til fleiri starvsfólk komu til. Maðurin mundi vera um sama aldur sum Martin, seinast í tjúgunum, og hesin var heldur eing­in bløka, nei, ein bulmikil harri. Tað skulu góðar kreftir til at halda einum, sum hongur í leys­um lofti. Hetta var eisini tungt, tað má sig­ast. Hjá starvsfólkinum at koma fram at manninum var ógjørligt, tí hann kekk so langt niðri, at tey mátttu bara brynja seg við toli og vóna tað besta, til løgreglan kom teimum til hjálpar. Hóast løgreglan bar skjótt at, so hevur mað­ urin kortini hingið í ørmunum á Martini í langa tíð. Men tá ið løgreglan kom á staðið, bar hon skjótt at. Teir høvdu serstaka útgerð við sær: Eitt band, sum teir lestu niður og smoygdu bæði um yvirkroppin og beinini á honum. Á tann hátt drógu teir hann upp og innaftur gjøgnum vindeygað. Hann var síðani lagdur í hondjørn og koyrdu út á psykiatriska deild fyri at vita, hvat var galið. Umleið fjúrtan dagar seinni ringdi løgregl­ an til Martin og bað hann koma á høvuðs­ skrivstovuna at taka ímóti einari virðisløn fyri at hava bjargað mannalívi. Tað vildi hann fegin og var eitt sindur spentur, meðan hann spákaði oman á løgreglustøðina. Har varð gjørt nógv burturúr, og borðreitt var við nógvum góðum. Fleiri fólk vóru til staðar og heilsaðu upp á Martin og takkaðu honum fyri stóra avrikið, sum ikki ein og hvør hevði megnað. Hann fekk eisini eina medalju fyri bragdið. Ein mánað eftir skelkandi hendingina á Hotel Royal, stóð maðurin, sum Martin hevði bjargað, brádliga ein dagin inni á gólvinum á hotellinum. Við gleðitárum takkaði hann Martini fyri, at hann hevði bjargað lívi sínum. Tá fekk Martin eisini søguna at vita, hví hetta var hent. Maðurin var als ikki misnýtari av rúsandi evnum, sum hildið var, og sum blóðroyndin hevði víst. Hann var heldur ikki ein, ið gekk við tonkum um at beina fyri sær. Hann hevði verið í býnum um náttina, og har hevði onkur latið okkurt í glasið hjá sær, sum var so sterkt, at hann einki visti til sín, hvørki at hann hevði verið inni á hotellinum og enn minni, at hann hevði ætlað at leypa út av vindeyganum. Hann fekk tað ikki at vita, fyrr enn læknarnir á sjúkrahúsinum søgdu honum tað. Maðurin var púra vanligur og róligur hendan dagin, hann kom at takka Martini. Har var einki tekin til nakra misnýtslu. Eftir at Martin er givin at arbeiða á Hotel Royal, hevur maðurin ofta verið aftur á hotell­ inum og spurt eftr honum og biðið starvsfólkið heilsa bjargingarmanni sínum. Martin sigur, at hann fekk ikki nakað sálarligt mein av hesi skakandi hending, men beint aftan á tilburðin, kundi hann viðhvørt droyma, at hann datt niður onkustaðni. Eisini hevur hann fingið eitt sindur av hæddarræðslu, tá ið hann er uppi á høgum fjøllum. Kanska minnir tað hann um ta longu løtuna, tá ið hann av tjúgundu hædd á Hotel Royal við einum mannilívi í hondunum, ið eina langa løtu mátti stara umleið níti metrar niður á vegin, har fólk gingu, og bilar koyrdu. Bjargaði manni í evstu stund Við loyvi frá forlagnum Føroya Met úr bókini »Skakandi tilburðir VII«, 2012, sum fæst í bókahandlum kring landið. Martin Restorff SAS Royal Hotel, har Martin arbeiddi, tá maður ætlað at leypa út av einum vindeyga á ovastu hædd, har matstovan er. Svarti pílurin peikar á vindeygað