Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 34
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 34

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 13 • 27. MARS 2017 10 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VÁRBLAÐIÐ At planta við børnunum Vilmund Jacobsen V árjavndøgur er dagurin um várið, tá vit eru mitt millum stytsta dag og longsta dag. Hetta verður sagt at vera 21. mars, men summi ár kann 19. ella 20. mars vera rætt­ ari dagurin. Í Føroyum er hetta árstíðin, tá dagarnir kunnu vera ógvuliga skiftandi og ymiskir, og soleiðis plag­ar apríl mánaði eisini at vera. Onkran dag er frost, og aðrar dagar hitar sól­ in. Hetta er tíðin, har vit næstan kunnu uppliva allar árstíðir eftir einum og sama degi. Vit kunnu siga, at várið nú endiliga er í hondum, og tað er ikki minst nú, at tað verður stutt­ligt at vera heima og gera ymiskt uttandura saman við børnunum. Fyri framman bíða lýggjari dagar, ljósari kvøld, spælandi børn í sandi og vøkur fuglaljóð. Nøkur hugskot Enn er ov tíðliga at sáa, men tað verður skjótt, at tíðin kemur til at planta ymiskt í moldini. Páskaliljur, tulipanir og ymiskir leykir fara gjarna í jørðina longu fyri jól, og nær tað sæst spíra í urtagarðinum, veldst ikki minst um veðrið. Tá tíðin er at planta, letur hetta seg saktans gera, antin tú býrt í egnum húsum ella íbúð. Børnunum dámar væl at verða við, tá plantað verður. Tey elska at fara út at keypa fræ, grava, planta og væta. Er eingin urtagarður, kanst tú skipa eitt blómu­beð, planta í pottar ella kassar á altanini ella í túninum. Tú kanst velja at planta kryddurtir, bønir, ertnir, gularøtur ella epli. Blómur, sum eisini kunnu plantast, eru eitt nú sólblóma, kornblóma ella morgunfrúa sum eru vakrar á at líta. Tá fyrstu sólstrálurnar vísa seg, er stundin komin til at væta, og er tað nakað, sum børnini elska, er tað júst at fáast við vatn. So hvørt, sum góðu løturnar eru, og sólin verður heitari, kann tað vera eitt gott hugskot at gera ein matpakka og hava okkurt leskandi út í tún við sær. Turkaðar blómur Ein góðan várdag úti í náttúruni ber eisini til at henta nøkur vøkur bløð og taka tey heim við. Tú leggur bløðini millum tvey dagbløð og leggur eitt hvørt rímiliga tungt omanyvir. Annan hvønn dag flytir tú bløðini, sum liggja millum dagbløðini, og eftir umleið teimum vikum eru tey turr og kunnu límast á papp, postkort ella laminerast. Børnini elska at fara út at keypa fræ, grava, planta og væta Er eingin urtagarður, kanst tú skipa eitt lítið blómubeð, planta í pottar ella kassar á altanini, terassuni ella í túninum Plantast kann í pottar ella kassar á altanini, terassuni ella í túninum