Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 36

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 13 • 27. MARS 2017 12 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VÁRBLAÐIÐ Føroyskur reklamufilmur í USA og Bretlandi M yndlist er ein rammuverkstaður, sum hjúnini Astrid og Ragnar Mouritsen eiga og reka. Tey keyptu EAG innramming á Argjum í november í fjør, og hava síðani flutt virk­semið til Hoyvíkar, á Móritsarveg 1, har tey búgva við trimum børnum, og nú eisini hava hand­ils­virki. Herfyri gjørdu tey ein lýsingafilm fyri eina snilda rammu til barnatekningar. Hendan ramm­an eitur Lil'Davinci. Filmurin hevur verið at sæð á Facebook seinastu vikurnar. Dynamic Frames, ein amerikansk fyri­tøka, ið framleiðir hesar rammur, sum Mynd­list um­ boðar í Føroyum, dámdi so væl lýsinga­film­in, at tey hava spurt um loyvi at brúka filmin í teirra markn­aðarføring í USA. Eisini bretska deild teirra, sum umboðar rammurnar í Europa, ynskir at brúkar filmin í Bretlandi. Loyvi er givið at brúka filmin við tí treyt, at #faroeislands stendur saman við filminum, tá lýst verður á Facebook. So sigast má, at væl­ um­tókti føroyski filmurin, sum Sveimandi hev­ ur framleitt, kemur víða um í næstum. Marká við Lumon-útistovum Vilmund Jacobsen P ætur M. Hansen í Havn, sum eigur felagið Marká Sp/f, hevur leingi havt havastovur, vindeygu og úthurðar í sínum útboði. Umframt at hava leverað og sett upp nógvar havastovur kring landið, hevur fyritøkan havt meira og meira at gera við sølu og levering av dygd­ar vindeygum og úthurðum. Lumon er spildurnýtt Umframt verandi virksemi hjá Marká Sp/f, hevur fyritøkan nú eisini fingið umboð upp á umtóktar útistovur, har altanir ella terassir kunnu lokast inni sum ”kaldar” útistovur. Pætur M. Hansen vísir á, at hesar ”stovur” verða gjørdar úr herdaðum glasi sum dragihurðar við ongum sprossum. – Hesar stovur eru sera væl umtóktar og kunnu brúkast til mangt og hvat. Hetta verður ikki ein stova við hita, men ein køld útistova, sum sjálvsagt ikki verður køld, tá sólin skínur. Hann vísir á, at slík rúm kunnu brúkast til at sita í, roykja í, og alt eftir støddini á rúminum kunnu tey eisini brúkast til at grilla í. – Hetta er munurin á einari havastovu og einari útistovu, har havastovan líka sum er ein partur av teimum teimum heitu rúmunum í húsunum. Á donsku heimasíðuni - www.lumon.dk - síggjast myndir og neyvari kunning um ymiskar møguleikar við útistovum. – Tað, sum sermerkir útistovurnar, er, at hetta eru foldi-rútar, sum kunnu dragast frá, so­ leiðis at útistovan eisini stendur opin eftir tørvi og veðri. Rútarnir koyra í skinnarum í erva og neðra, og her eru eingir sprossar upp og niður. Umboð í Føroyum Pætur M. Hansen leggur aftrat, at tá ein slík útistova verður bygd í altanhædd, har ein hædd er undir, kann líka sum eitt stakit við gelendara byggjast úr glasi, soleiðis at eisini børn trygt kunnu fara út í útistovuna. – Fyritøkan, sum ger hesar útistovur, er finsk, og selt verður ikki til privatfólk, men um for­ handlarar, og eg havi so fingið umboðið upp á Lumon í Føroyum, sigur eigarin av Sp/f Marká. Á Facebook kanst tú vitja á Marká Hava­stov­ ur, og neyvari kunning um útboðið hjá fyritøkuni fært tú við at venda tær til Pætur M. Hansen á tlf. 212662. – Tað, sum sermerkir Lumon-útistovur, er, at hetta eru foldi-rútar, sum kunnu dragast frá, soleiðis at útistovan eisini stendur opin eftir tørvi og veðri. Rútarnir koyra í skinnarum, og her eru eingir sprossar, sigur Pætur M. Hansen – Útistovur eru sera væl umtóktar og kunnu brúkast til mangt og hvat, sigur Pætur M. Hansen hjá Sp/f Marká