Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-27, síða 40
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 27. mars 2017síða 40

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

VIKA 13 • 27. MARS 2017 16 ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ TEMA: VÁRBLAÐIÐ Várið dregur okkum útum Vilmund Jacobsen T íðin er komin til at hugsa um, hvat gerast skal uttandura í vár, um tú ætlar tær at síggja nakran vøkstur í summar. Men, eitt er, hvat fólk sjálvi hava stundir til og megna. Annað er, hvørjar tænastur fólk hava høvi at keypa sær frá ymiskum veitarum á økinum. Tá teir góðu várdagarnir eru, hevur tú hug at leita tær út um dyrnar og út í tún at fáast við grót og mold. Ætlar tú tær at gera nógv, tekur slíkt arbeiðið tíð – alt eftir, hvussu lendið sær út, og hvussu umfatandi arbeiðið er. Men, tað eru eisini fleiri veitarar á økinum, sum vilja taka eina hond í við tær, og her eru bæði nýggjari veitarar og veitarar, sum hava verið á marknaðinum í nógv ár. Tað eru soleiðis fyritøkur, ið kunnu taka sær av øllum uttanduraarbeiði – alt frá grevstri og planering til flísaarbeiði, grótlaðing og planting. Ráðgeving um økið Tað eru eisini fyritøkur, sum veita tær ráðgeving, um tú ert í iva, hvussu eitt økið ella ein heilur urta­garður skal skipast. Hesar tænastur verða veittar bæði privatum, fyritøkum og almennum stovnum, og ynskir tú, at viðlíkahaldsarbeiðið eisini skal gerast, eitt nú sum at lúka, sláa gras, klippa hekk og skera trø, so er tað heldur eingin trupulleiki. Sum møguligur keypari av tænastuni, fært tú eisini óbindandi tilboð upp á arbeiðið. Tú kanst gera arbeiði sjálv/-ur ella keypa tær tænastuna hjá onkrum veitara Eitt er, hvat fólk sjálvi hava stundir til og megna. Annað er, hvørjar tænastur fólk vilja keypa sær Heilsugott kemur úr urtagarði Urtagarðsarbeiði kann hjálpa børnum at eta heilsugott Vilmund Jacobsen T á børnini eru við í urtagarðsarbeiði, læra tey eisini nakað um náttúruna á ein lættan hátt. Samstundis sleppa tey at dálka seg, og tey sleppa at hava tað stuttligt. Men tað, at børnini eru við í urtagarðsarbeiði, kann eisini gera, at ein ævigur trupulleiki hjá for­ eldrunum verður loystur - nevniliga, at børn ikki vilja eta grønmeti. Tískil kann urtagarðsarbeiði eisini vera ein góður máti at læra børnini, hvaðani alt tað heilsugóða, sum liggur á tallerkinum, kemur. Luttøkan hjá børnunum kann eisini gera tey forvitin, soleiðis at tey vilja sleppa at smakka grønmeti, meðan tey eru í urtagarðinum. Tað ger fólk væl nøgd at sleppa at velta sítt egna grønmeti og eta tað. Eitt, sum saktans kann ”fanga” børnini, er at lova teimum at eta gularøtur úr urtagarðinum hjá teimum sjálvum. vilmund@sosialurin.fo Urtagarðsarbeiði er ein góður máti at læra børnini, hvaðani alt tað heilsugóða kemur