mánadagur 27. mars 2017síða 46
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
VIKA 13 • 27. MARS 2017
22
ÓKEYPIS LÝSINGARBLAÐ
Vilmund Jacobsen
B
yggifyritøkan Articon, sum hevur greitt
úr hondum nógvar stórar og snotuligar
byggiverkætlanir, lýsir nú eftir átta nýggj
um handverkslærlingum.
– Hetta eru spennandi handverkútbúgvingar
innan timbur, betong, jørð- og kloakk og múrara
øki.
Tað sigur Articon í lýsingini eftir lærlingum,
sum verður prentað í Vikublaðnum í dag.
Lagt verður aftrat, at hetta eru lærupláss
innan byggi- og anleggsvinnuna, og sambært
lýsingini er freistin at søkja um lærupláss
týsdagin 18. apríl
Í lýsingini verður lagt aftrat, at nýggju lær
lingarnir byrja hjá felagnum hin 1. mai í ár.
Av størstu byggifyritøkum
Articon varð stovnað í 2001 og er í dag millum
størstu byggifyritøkur í Føroyum við umleið 220
fólkum í starvi.
Førleikin fevnir ógvuliga breitt og er ser
liga innan jørð-, kloakk-, betongarbeiði, byggi
búgving, vega- og havnagerð, fjarhita, timbur- og
snikkaraarbeiði eins og ymisk apteringsarbeiði,
tá skip verða bygd ella umvæld.
– Vit kunnu standa fyri ella vera partur av
so at siga øllum verkætlanum, sum fevna um
byggiarbeiði, eitt nú skrivstovubygningum, verk
smiðjubygningum, goymsluhallum, umvælingum
og umbygging.
Undir slagorðinum "Eitt trygt grundarlag"
leggur byggifyritøkan stóran dent á at vera
álítandi í sínum arbeiði, at veita eina dygdargóða
tænastu - og at halda gjørdar avtalur.
– Samstundis er orkan somikið stór, at tað
ber til at økja um ferðina, so tíðarfreistir halda.
Articon hevur útgerð og amboð til tað mesta,
og fyritøkan leggur seg annars eftir at útvega
neyðugu útgerðina eftir tørvi og stødd á tí ar
beiði, sum skal gerast.
Samstarv stóran týdning
Articon virkar bæði sum høvuðsarbeiðstakari og
sum undirveitari.
– Vit hava sett okkum fyri at kunna loysa
allar byggiuppgávur, og tí hava vit eisini upp
bygt eitt gott samstarv við ein breiðan hóp av
samstarvsfeløgum, bæði í Føroyum og uttan
lands.
Articon bjóðar sær eisini til at stýra verk
ætlanum fyri byggiharrar, og fyritøkan hevur
projektleiðslu, arbeiðsumhvørvi og góðsku
trygging í hásæti.
– Umráðandi er at hava gott samskifti um
alt, ið skal gerast – heilt frá fyrstu strikunum
á tekniborðinum til lidnað arbeiðið. Hetta er
eisini av alstórum týdningi, tá tíðarfreistir skulu
haldast og arbeiði samskipast, so ongum nýtist
at bíða eftir øðrum, siga tey hjá byggifyritøkuni.
Fíggjarstjóri í Articon er Niclas Joensen, og
stjóri er Jón Sigurdsson.
Byggifyritøkan Articon skal
hava átta nýggjar lærlingar
Hjá Articon kunnu ungdómar taka eina handverksútbúgving, sum kann brúkast alt lívið
Høvi er nú at søkja um lærupláss hjá stóru byggifyritøkuni, Articon, sum hevur umleið 220 fólk í starvi