týsdagur 28. mars 2017síða 2
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
mikudagsblaðið
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
»Leingi skal góðum kannast« sigur
orðatakið um tað góða, sum vit
skulu minnast leingi...
Umsíðir hevur løgtingið samtykt
málið um stuðul til privatar miðlar.
Tað er ikki fyri at fáa olmussu,
at málið um miðlastuðul er komið
upp. Upprunaliga var tað eitt krav
frá privatum miðlum, at almenna
Kringvarpið ikki slapp at selja lýs
ingar. Kappingin var so ójøvn, tí
almenni miðlin, sum við ársbyrjan
hevur sínar 60 milliónir at húsast
við, sum hann fær inn í kringvarps
gjaldi, hevði so stórar fyrimunir í
kappingini.
Umframt allar pengarnar, sum
stovnurin fær inn við lóg, so fær
hann eisini frítt sendinet frá landi
num eins og aðrar ágóðar, sum ikki
hevur verið privatu miðlunum unt.
Tí var tað fullkomilga vónleyst
hjá privatum miðlum at kappast.
Tað gav at býta, tá Miðlahúsið
í 2007 keypti útvarsstøðina Rás2.
Tá var politisk semja í løgtingsins
mentanarnevnd um, at lýsingarnar
í Kringvarpinum skuldu niðurlað
ast yvir fimm ár. Men hetta var sum
politisk lyfti so mangan eru – bara
orð og eingin gerð.
Nógv er broytt síðani 2007, og
lýsingarmarknaðurin hevur flutt
seg frá prentaðum og varpaðum
miðlum til sosialar talgildar miðlar.
Tí eru vavið av lýsingum ikki tað
sama – og køkan tilsvarandi minni.
Løgtingið hevur heldur ikki sett
almenna
Kringvaprinum
bann
fyri at selja lýsingar. Hinvegin fara
pengarnir, sum Kringvarpið fær inn
fyri lýsingarsølu í landskassan og
verður nú borin privatum miðlum
sum miðlastuðul.
Tað er eitt framstig, og vit fáa
nú at síggja, hvussu væl skipanin
vera at virka, og um pengarnir fara
hagar, teir gerast best mun. Lógin
skal eftirmetast eftir fýra árum, so
møguleiki verður at rætta møgulig
ar skeivleikar.
Hóast stuðul til privatar miðlar
er eitt nýtt fyribrigdi – so er stuðul
til bløðini kortini ikki nýtt fyri
brigdi. Tað var ein skipan, sum
Løgtingið samtykti – helst í sjeyt
iárunum, fyri at hjálpa politisku
bløðunum, sum tá vóru. Teir
fimm gomlu flokkarnir, Fólka
flokkurin,
Sambandsflokkurin,
Javnaðarflokkurin,
Sjálvstýris
flokkurin og Tjóðveldisflokkurin
høvdu hvør sítt málgagn. Og tá so
er, so er einki óført hjá politikar
unum. Tann stuðulin, sum tá var
til »politiska upplýsing« var seinni
broyttur til tann fíggjarliga stuð
ul, sum politisku flokkarnir fáa frá
Løgtinginum.
Eyðvitað fer stuðulin at gera
mun. Hann eigur at merkja, at tvær
milliónir meira verður til redaktio
nell arbeiðspláss í føroysku fjøl
miðlunum. Ger hann ikki mun,
so er hann óneyðugur og eigur at
verða tikin avaftur.
Miðlastuðulin merkir fleiri
redaktiónell arbeiðspláss
aftur til privatar miðlar
Skulu
vit duga
fremm
and mál?
Maria Heradóttir
tíðargrein
síða 24-25
Hvørj
um heimi
livir Tjóð
veldi í?
Helgi Abrahamsen
kjak Síða 23
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Í morgin, hósdagin 30. mars,
verður Alfred Olsen í Salt
nesi 70 ár. Hann var frá 1998
og fram løgtingsvalið í 2015
tingmaður fyri Sambands
flokkin.
Vøggan stóð uppi á Regni
á Toftum. Foreldrini vóru
Hilda og Jens Christian
Olsen. At fáast við politikk er
ikki ókent í familjuni. Pápin
var bæði kommunustýrisfor
maður í gomlu Nes sóknar
kommunu og løgtingsmaður
fyri Sambandsflokin í Eyst
uroyar valdømi. Alfred varð
valdur í løgtingið, tá ið bróð
irin Jógvan Ingvard Olsen
legði frá sær eftir at hava
sitið á tingi síðani 1970. Hann
var eisini í síni tíð bygdar
ráðsformaður í Nes komm
unu.
Sum unglingi var Alfred
skipsmaður, áðrenn hann fór
í læru í Sjóvinnubankanum.
Í 1977 fór hann í starv sum
skrivari í Nes kommunu, og
tað starvið røkti hann í 36 ár.
Harvið hevur hann ógvuliga
stórt innlit í viðurskiftini í
heimbygdini, eitt nú tá ið tað
ræður um fólk og ættsøgu og
um jarðarviðurskifti.
Alfred er giftur Marjun
fødd Solmunde og ættað úr
Søldarfirði. Tey eiga fýra
børn: Jens Christian, Jó
hannus, Jákup og Hilda.
Synirnir
búgva
allir
á
Toftum, og dóttirin býr niðri.
Alfred er virkin í Bláa
Krossi, har hann er formaður
í felagnum á Toftum og í Rit
uvík, og hann er virkin innan
heimamissiónina, har hann
ofta ber orðið fram.
Síðani hann fór úr poli
tikki, hevur Alfred nýtt
nógva tíð og orku upp á at
endurnýggja húsini á Gráa
steini í Saltnesi. Hann er
meistari at siga frá søguni
um húsini og mannin, sum
átti húsini og hvussu hann
eitt nú var hjá kongi fyri
at fáa loyvi til jørðina, sum
hann breyt upp úr nýggjum,
og sum hann setti húsini á.
Nú húsini eru liðug, eru
tey karmur um málning
arframsýningar og onnur
mentanarlig tiltøk.
70 ára føðingardagurin
hjá Alfredi Olsen verður hild
in í Skótahúsinum við Løkin,
har tað er opið hús frá klokk
an 18.30.
J
Alfred Olsen 70 ár
Dia Midjord,
kringvarps
stjóri, vísir aftur,
at kringvarp
ið manipuler
aði í sendingini
»Skattamáli II«
Tað kom rættiligur eldur
í,
tá
Sjúrður
Skaale,
fólkatingsmaður,
legði
Kringvarpið
undir
at
manipulera í sendingini um
skattamálið, tá upptøkur
av Suna Schwartz-Jacobsen
og Eyðun Mørkøre av ein
bókaframløgu vórðu brúktar
í sendingini.
Nú vísir Dia Midjord,
kringvarpsstjóri,
hesum
aftur í skrivi til fjølmiðlar.
– Tá talan er um at
manipulera í journalistiskum
høpi, so er tað at vreingja
sannleikan. Tað vil siga, at
journalisturin sigur ósatt ella
roynir at skapa eina ranga
veruleikamynd.
– Ætlanin við umrødda
brotinum var á ongan hátt
at manipulera, sum Sjúrður
Skaale skuldsetir Kringvarp
Føroya fyri.
– Umrødda brotið var
ikki berandi á nakran hátt,
og tað varð ikki fjalt útyvir,
hvaðani brotið stavar, sigur
Dia Midjord millum annað í
afturvísingini.
Hatta var ikki
manipulation
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Blaðstjóri:
Barbara Holm
barbara@sosialurin.fo
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Stovnaður: 1927
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Alfred Olsen var løgtingsmaður frá 1998 til
2015 – umboðandi Sambandsflokkin