Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árni Gregersen Við samtyktini í gjár um at veita privatu miðlunum ein almennan stuðul, hev­ur politiska skipanin endi­liga tikið støðu til, at miðl­ar­nir eru ein partur av fólka­ræð­ in­um. Meðan grannalond okk­ ara í áratíggir hava latið stuðul av ymiskum slag til fjøl­miðlar, so hevur føroyska polit­iska skipanin sagt korta­nei til hetta. Tó so, hyggja vit aftur til tá ið bløðini vóru politisku og umboðaðu einstøku flokk­arnar, var vanligt at flokk­arnir lótu pening, teir fingur til politiska upplýsing til parta­politisku bløðini, men mong tey seinnu árini hava flokkarnir sjálvir brúkt hesar pengar. Nú er uppskotið hjá lands­stýriskvinnuni við menta­málum, Rigmor Dam, Javnaðarflokkurin, loksins samtykt, so tann peningur, sum frammanundan var av­ settur til endamálið á fíggj­ arlógini, kann gjaldast út. Miðlalandslagið er mun­ andi broytt seinnu árini. Fyrr var vanligt – eisini í okk­ara garannalondum – at út­beringarstuðul var latin bløð­unum og tað hevur eis­ ini ligið í kortunum fleiri ferðir í Føroyum. Men tá ið avgerðirnar eru skula tiknar, so eru tey upp­ skotini fallin burtur. Hesaferð er talan um eitt annað slag av stuðli, sum eisini er tærrað móti nýggj­um talgildum miðl­ um. Dentur verður lagdur á jour­nalistiskt arbeiðið og tí verður stuðulin lat­in eftir, hvussu stórar lønar­útreiðslur ein­støku miðl­ar­nir hava til redak­tionell starvsfólk.. Miðlar hava týdning Neyvan nakar ivast í, at sæð í samband við fólkaræði, so hava miðlarnir ein avgerandi leiklut. Hetta er ikki nakað ser­ stakt føroyskt, men nakað sum verður høgt virt í okk­ ara parti av heiminum. Eitt dømi er um, tá ið balt­isku londini tóku seg úr sovjettiska lýðveldinum. Hesi trý londini: Estland, Let­ land og Litava høvdu brúk fyri hjálp at fáa fólkaræði at virka. Ein partur av hesari hjálp var veitt miðlunum og jour­ nalistum í teimum trimum londunum frá Norðan­ londum. Millum annað var Baltisk Medacenter sett á stovn í Svaneke á Bornholm og síðani hevur hópur av journalistum verið á skeið­ um har, sum gjørdi tey betri før fyri at virka í einum fólka­ræði. Í Føroyum hava nevdir arbeitt við spurninginum í fleiri umførum. Í 2011 kom eitt álit, nevnt Betri Miðlar. Har stendur millum ann­ að: – Fólkaræðið er eisini neyvt tengt at, hvussu miðla­ skipanin í einum landi er sett saman. Fólkaræðið í sær sjálvum er ómetaliga fjølbroytt, og tí hevur tað eisini týdning, at teir miðlar, ið samfelagið stuðlar, eru fjølbroyttir í formi og innihaldi. Við einum fjølbroyttum miðlaúrvali verður leikvøll­ urin fyri sjálvstøðugari hugs­ an víðkaður umframt, at borgararnir støðugt læra at nýta kritiskan hugsanarhátt. Fjølbroytt eigaraviðurskifti tryggja eisini, at fleiri røddir koma framat og verða hoyrd­ ar. Tí snýr miðlapolitikkur seg um, hvussu grund­leggj­andi rættindi sum kunn­ingar- og talufrælsi kunnu varðveitast og mennast. Hesi rættindi eru nær tengd at, hvussu fríir og fjølbroyttir miðlarnir í einum samfelagi eru. Givið er, at miðlarnir kunnu vera við at styrkja evnini hjá borgarunum at virka í samfelagnum, og at miðlarnir tryggja føroy­ing­ um upplýsingar um fólka­ ræðisliga orðaskiftið. Soleiðis fer hann at virka Nýggja skipanin hevur í fyrstu atløgu tvær milliónir krónur at lata í stuðli. 800.000 av hesum krónu­ num verða býttar javnt mill­um miðlarnar, sum lúka treytirnar fyri stuðli. Upp­runaliga var ætlanin at restin skuldi gjaldast út eftir rakstrarútreiðslunum hjá miðlunum, men hetta broytti mentunnarnevndin til at gjalda út eftir staðfestu lønarútreiðslunum hjá miðl­ unum. Ein nevnd við trimum limum skal avgera eftir lóg­ ini, hvussu miðlastuðulin verður latin. Tað er lands­ stýrismaðurin við menta­mál­ um, sum setir nevnd­ina eftir tilmæli frá hesum: Føroysk Miðlafólk, Fróð­skaparsetur Føroya og Búskapar- og Løg­ frøðingafelag Føroya. Tá ið málkið um miðla­ stuðul var til atkvøðugreiðslu við 3. viðgerð í gjár, atkvøddu 29 fyri uppskotinum og ein ímóti. Tann eini, sum atkvøddi ímóti, var Jacob Vestergaard úr Fólkaflokkinum. Landsstýriskvinnan við menta­málum fer nú at velja nevnd­ina, sum skal býta stuðulin eftir teimum áset­ ingum, sum eru í lógini. Tvær milljónir eru sett­ar av á fíggjarlígini til enda­ málið. Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 STUÐUL Rigmor Dam, landsstýriskvinna, hevur síðani hon tók við í landsstýrinum , tryggjað Kringvarpinum eitt fíggjarligt grundarlag og í dag kom miðlastuðulin til privatu miðlarnar ígjøgnum í tinginum EIN HJÁLPANDI HOND TIL TRONGDU FJØL- MIÐLARNAR Tos hevur í nógv ár verið um at veita privatu miðlunum stuðul, men ikki fyrr enn nú, hevur politiskur meirluti verið fyri hesum Privatu miðlarnir fáa nú eitt sindur av stuðli, sum er beinleiðis rættaður til journalistiska arbeiðið