Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 10

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SETTI LÍVIÐ HJÁ EX-DAMUNI Í VÁÐA Danjal av Rana Ein 27 ára gamal maður møtti í dag í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava sett lívið á fyrr­ verandi damuni í vága. Tey hava havt eitt turbu­ lent forhold eftir at tey gjørd­ust part í 2012, men eina­ferð tíðliga á sumri 2014 gjørdist liðugt millum tey. – Vit vóru forelskaði í hvørj­um øðrum, onkur rús­ evni vóru blandaði upp í, og so komu svakligheitir upp í, greiddi unga kvinnan frá. Ungi maðurin megnaði illa at góðtaka nýggja veru­ leik­an og komandi árið nærm­ast elti hann unn­ust­ uni. Hetta elvdi einaferð til, at hann rendi á bil hennara við bili sínum, tá tey hittust í býnum. Nakrar dagar seinni, tá tey hittust aftur, koyrdi hann fyrst aftan á henni eina løtu, og seinni á kvøldið legði hann bilin yvir í mótkoyrandi felt, tá tey hittust, áðrenn hann í evstu løtu snaraði undan. Á heysti 2015 bleiv hann dømdur fyri hetta og fyri at hava lagt eina nakna mynd av damuni út á Facebook. Málið í rættinum í dag snúði seg um ein summar­ dag í 2015. Gentan og beiggi hennara stóðu á Hoy­dals­ vegnum í Havn og hugdu at eini motorsúkklu hjá einum øðrum beiggja. Tá kemur ákærdi koyr­ andi niðan eftir Hoydals­ vegnum, frá Sjónleik­ara­hús­ inum og niðan í Gundadal. Unga kvinnan vil vera við, at maðurin, tá hann sá hana og beiggjan, snaraði hart til høgru og stevndi beint móti teimum, áðrenn hann í evstu løtu snaraði til vinstru og út á vegin aftur. Ákærdi greiddi í rætt­in­ um frá, at hann tíverri einki mintist frá tíðarskeiðnum. Hann hevði stórar rús­evnis­ trupulleikar hesa tíðina og kundi tí hvørki váttað ella noktað, at hann hevði koyrt bilin hendan dagin. Unga kvinnan var tó sannførd. Í rættinum segði hon, at hon kendi bilin aftur og sá fyrrverandi drongin í bilinum. Hon ivaðist ikki í, at hann gjørdi hetta fyri at ræða seg. Hon greiddi frá, at tá bilurin fór framvið teim­ um, var minni enn ein hálvur metur millum tey og bilin. – Hann er óútrokniligur. Hann er alla tíðina eftir mær og vil gera mær fortreð, segði unga kvinnan. Hon hevði lyndi til at ilsk­ ast inn á verjan hjá mann­ inum, tá hann royndi at fáa greiðu á, hvar tey stóðu. Verjin vil nevniliga vera við, at so sum hon hevur greitt frá, so stóðu tey hálvavegna úti á vegnum. Motorsúkklan stóð parkerað fram við ein­ um múri, okkurt um ein metur frá múrinum. Síðani stóðu fólkini okkurt um ein metur frá súkkluni. Tískil sigur verjin, at tað er einki óvanligt í, at bilar koyra beint móti teimum, um tey stóðu so gott sum á miðjum vegi. Verjin vildi vera við, at tá bilar koma koyrandi niðan eftir Hoydalsvegnum, so hava allir beina kós móti stað­num, har tey stóðu. Síð­ani mugu allir snara til vinstru, tá vegurin snarar. Verjin vísti eisini á, at beint áðrenn staðið, tey stóðu, er ein vegbunga, so ferðin hjá ákærda, um tað yvirhøvur var ákærdi, sum koyrdi bilin, má hava verið avmarkað. Verjin vísti eisini á, at um tey hava staðið eini tveir metrar úti á vegnum, so er einki løgið í, at tætt hevur verið millum tey og bilin. Bilurin er ein hvítur vøru­ vognur og hevur hann havt góðar 3,5 metrar av vegi at koyra á, um tey hava staðið tveir metrar frá vegginum. Umframt hetta, var ungi maðurin ákærdur fyri at hava havt fleiri hassj­plant­ ur heima við hús, um­framt turk­aðar restir av hassj­plant­ um. Ákærin bað um, at mað­ urin fekk tríggjar mánaðir treytaleysa fongsulsrevsing fyri lógarbrotini, umframt 6.000 krónur í bót. Hon bað eisini um, at hann missir koyrikortið í eitt ár. Hetta er triðju ferð, at maðurin er ákærdur fyri brot á rúsevnislógina, umframt, at hann áður er dømdur fyri at hava sett lívið hjá hesi ungu kvinnuni í váða. Verjin hjá manninum vísti á, at maðurin seinasta árið hevur verið í viðgerð fyri rúsevnismisnýtslu. Av viðgerðarstovninum varð heilt greitt mælt til, at mað­ urin ikki varð dømdur fong­ suls­revsing, men antin fekk ein treytaðan dóm, ella varð dømdur til víðari viðgerð á stovninum. Broytingin í manninum seinasta árið var kollveltandi, segði stovnurin, og óttaðist, at alt fór til spillis, um hann mátti aftur í geglið at sita. Hann kom koyrandi beint móti okkum, men í evstu løtu snaraði hann undan og fór súsand framvið, sigur hon Mest toskur á marknaðinum Í morgun seldi Fiskamarknaður Føroya sløk 82 tons av fiski fyri stívliga 1,3 miljónir krónur Vilmund Jacobsen Samlaða sølan í morgun gev­ ur ein miðalprís fyri øll fiska­ sløgini samanlagt á 16,28 krón­ur fyri kilo. Størsta nøgdin í morgun var toskur, harav nógv mest var av toski 3, stívliga 48 tons til­samans. Miðalprísurin fyri tosk 3 var 17,03 krónur fyri kilo. Sløk 12 tons vóru av toski 2, sum fekk miðalprísin 18,81 - og stívliga 11 tons vóru av toski 4, og her var miðal­prís­ urin 14,42 krónur fyri kilo. Á søluni hjá Fiska­mark­ n­aði Føroya í morgun vóru 2,5 tons av toski 1, sum fekk miðalprísin á 19,97. Hýsa og toskarogn Sløk fýra tons vóru av hýsu, harav 2,2 tons vóru av hýsu 2, sum fekk miðalprísin runt 13 krónur fyri kilo. Toskarognini geva í løtuni lítið til sjófólkið, tó at væl verður tikið við til lands. Á søluni í morgun vórðu seld sløk 1,4 tons av toska­ rognum, og her var miðal­ prísurin einans tríggjar krón­ur fyri kilo. Ungur maður á snelluveiði eftir várfiski. Myndina eigur Doru Tiberiu á Torvlaðnum