týsdagur 28. mars 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38
12
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
MÓÐURMÁLSDAGURIN
»Góðu tit øll, sum higar eru komin saman at
fagna føroyska málinum!
Fyrst fari eg at takka fyrireikarunum fyri,
at tit hava boðið mær inn i Løkshøll at seta
Móðurmálsdagin 2017.
Vit hava øll okkara hjartamál. Landsstýris
kvinnan hevur sítt, lærarin hevur sítt, sjó
maðurin hevur sítt, listakvinnan hevur sítt,
presturin hevur sítt, elektrikarin hevur sítt
og barnið hevur sítt. Soleiðis kundu vit hildið
áfram.
Í dag hevði slóðbrótarin V.U. Hammers
haimb fylt 198 ár. Tað eru ikki 198 dagar.
Nógv er broytt hesi árini síðan 1819 – eisini
føroyska málið.
Norrøna mál! Ljóðliga kínir tú okkara sál,
soleiðis yrkti Gudmund Bruun fyri gott og
væl 100 árum síðan - í 1912. Og grein hevði
hann í sínum máli.
Í ár hava fyrireikararnir av Móðurmáls
degnum sett yrkismál á skránna at viðgera
her inni við Løkin.
Yrkismál er tað mál – orð og orðingar –
sum verður brúkt í einum yrki. Yrki er tá at
fata breitt sum eitt fakøki. Siðbundið kenna
vit tað t. d. innan bátasmíð, húsasmíð, hand
arbeiði, bjargarøkt, seyðahald, slakt o.s.fr.,
men eisini annað, sum hevur við náttúru at
gera, t.d.
plantur, fugl, fisk o.s.fr.
So hvørt sum lívsumstøðurnar broytast,
og við tí eisini arbeiðsumstøðurnar, leggjast
nýggj øki aftrat og fyri at kunna virka og
mennast á teimum økjunum krevst, at vit
hava eitt mál at brúka um tey.
Yrkismál knýtir seg at øllum, sum hevur
við arbeiði og serítriv at gera, eisini slíkt sum
er av meira hugbornum slag, t.d. skaldskapur,
bókmentir, mál o.s.fr. Men eyðvitað hava
vit eisini yrkismál knýtt at lærugreinum í
skúlanum, t.d. støddfrøði, evnafrøði, lívfrøði
o.ø.
Málið og málsligt margfeldi er eitt tað
fremsta fólkaræðisliga amboðið, tí málið
gevur okkum evnini at reflektera, argumen
tera, analysera og konkludera, og gjøgnum
málið skapa vit okkara egnu og okkara felags
fatan av veruleikanum. Gjøgnum móður
málið mennast vit sum einstaklingar, sum
borgarar og samfelag.
Móðurmálið er tætt knýtt at sálini - og
málmenning frá barnsbeini hevur avgerandi
týdning fyri førleikarnar seinni í lívinum.
Tí tað skerst ikki burtur, at títt persónliga
móðurmál liggur tær hjartanum næst. Hetta
leggja vit einamest til merkis, tá ið vit skulu
siga okkara hjartans meining á fremmanda
máli – ja, tá eru vit skerd.
Og soleiðis kunnu vit kenna okkum máls
liga skerd, tá vit skulu orða okkum á einum
yrkismáli, og vit ikki finna røttu orðini.
Yrkisorðagerð er á ein hátt tvíbýtt: øðru
megin snýr tað seg um innsavning, at lofta
tí máli, sum hevur verið og verður brúkt í
einum yrki, so at søgan fæst við. Hinumegin
snýr tað seg um menning og at skapa nýtt,
har sum einki var frammanundan, men har
sum tørvurin vísir seg at vera stórur. Og
sjálvandi altíð við djúpastu virðing fyri fak
inum sjálvum, og í tøttum samstarvi við tey
fólk, sum virka innan ávísa yrkið – fakfólkini
á økinum.
Eg vil tí fegin takka fyrireikarunum av
móðurmálsdegnum. Tað er eitt viðkomandi
evni, ið tit hava sett á skrá í dag.
Føðilands mál!
Børn tíni goymdu teg fagurt í sál;
alt, hvat ið fedrarnir áttu, tey goymdu,
varðveittu skattin og einki tey gloymdu,
til Vensil próst setti fjøður á blað,
gav tær aftur riddaraslag.
Soleiðis ynskti Gudmund Bruun sær tað í
1912.
Vit heiðra føroyska málið á føðingardegi V.U.
Hammershaimbs. Um tvey á eru tað 200 ár
síðan at faðirin at føroyska skriftmálinum
var føddur. Lat okkum brúka tey bæði
komandi árini og fyrireika ein stórfagnað
fyri móðurmálinum – hjartamálinum - 25.
mars 2019.
Góðan móðurmálsdag!
Takk fyri.«
– Vit heiðra føroyska málið á føðingardegi V.U. Hammershaimbs. Um tvey á eru tað 200 ár
síðan at faðirin at føroyska skriftmálinum var føddur. Lat okkum brúka tey bæði komandi
árini og fyrireika ein stórfagnað fyri móðurmálinum – hjartamálinum - 25. mars 2019, segði
Rigmor Dam, ráfrúa í mentamálum, tá hon setti móðurmálsdagin í Løkshøll leygardagin:
Latið okkum fyrireika ein stór
fagnað fyri móðurmálinum
Tað var Tórbjørn
Jacobsen, borgarstjóri
í Runavík, sum handaði
Suna Merkistein,
útvarpsmanni,
móðurmáls
virðislønina vegna
landsstýriskvinnuna
í mentamálum
Mynd: Birgir Kruse
Rigmor Dam, landsstýriskvinna í
mentamálum, setii móðurmálsdagin
leygardagin, sum hesaferð varð
hildin í Løkshøll í Runavík
Mynd: Birgir Kruse