Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-28, síða 32
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mars 2017síða 32

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 29. mars 2017 · Nr. 38 32 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Hjartaliga takka vit ølllum fyri sýnda samkenslu, tá okkara góði pápi, verpápi og abbi Ásmundur úr Hvalvík f. 31.07.24 d. 02.01.17 andaðist og varð jarðaður. Takk til Hanus á Gørðum prest fyri góð og troystarík orð í Christinaskirkjuni. Takk til Andrass og Johannu fyri sera vakurt preludiumspæl, takk fyri teir vøkru horntónarnar frá KL hornorkestri. Takk fyri alla hjálp og troyst á mangan hátt, ið var víst okkum hesar dagar. Takk fyri blómur, kransar og peningagávur til Heimið við Vágna. Takk til tykkum øll, ið vóru við til jarðarferðina. Familjunnar vegna Birgith og Fróði Tøkk Hjartaliga takka vit øllum, íð sýndu sammkenslu og hjálptu til, tá okkara góði maður, pápi, verpápi og abbi Andreas Danielsen f. 26/05 1936 d. 07/09 2016 andaðist og varð jarðaður. Tøkk til heimasjúkrarøktarfrøðingar og Eysturoyar Røktar- og ellisheim í Runavík fyri góða hjálp tey seinastu tvey árini. Tøkk til Meinhard Bjartalíð og Heri Joensen fyri góð og troystarrík orð. Og eisini eina tøkk til kirkjutænarar, sangarar, berarar og gravarar. Tøkk til tykkum, sum bakaðu, og takk fyri blómur og minnisgávur til Alzheimerfelagið. Stóra tøkk til tykkum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Sólrun, Durita, Ann og Tórunn við familju Hjartans tøkk Takk fyri øll góðynskir og heilsanir á facebook á mínum 80 ára degi. Túsund takk fyri allar gávurnar og blómurnar. Eina stóra takk til tykkum mongu, sum komu í føðingardag á Seglloftinum. Takk til tykkum, sum hildu talu og gjørdu stemningin so góðan. Eina serliga takk til Hentzar, Terja og Tvøroyrar Hornorkestur fyri at seta so góðan dám á dagin. Kærar heilsanir Signar Tøkk Av hjarta takka vit øllum tykkum mongu, sum sýndu samkenslu og hjálpsemi, tá elskaði pápi okkara, sonur og bróðir Marnar Andreasen Tórshavn f. 4. apríl 1959 d. 18. febr. 2017 andaðist og varð jarðaður. Vit vilja fegin takka Frelsunarherinum fyri tykkara ómetaligt hjálpsemi – bæði her heima, í kapellinum, í Frelsunarherinum og til ervið. Takk til manskórið fyri vakran sang í kapellinum Takk til Tær 4 og takk Magni og Ingrid fyri vøkru sangirnar í Frelsunarherinum. Takk til 13f í Hoydølum og takk til vinfólk okkara fyri hjálpina til ervið. Tað eru vit ómetaliga takksom fyri. Takk til vinfólk okkara, sum komu á gátt hjá okkum við gávum, blómum og troystandi orðum. Tøkk til 15ð í Hoydølum fyri tykkara umhugsni. Takk fyri peningagávur til børnini, fyri blómur og kransar Takk til stóru fjøldina, sum fylgdi Marnari til hansara hvíldarstað. Familjunnar vegna Beinta, Teitur og Heri mamma og brøður Handan myrka dimma skýggið, hómast lítil fjarur uggi. Ei í dag og neyvan morgin, fyrst má níva tunga sorgin. Vera tó vakin tíðin flytur ikki fjøll, men smáar flykrur. fyrst og fremst www.in.fo