Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin 31. mars 2017 Tað er so mangan sagt, at politikkur er at vilja broyt­ingar. Og sjálvandi broytingar til tað betra. Men fylgir tú politiska kjakinum, so er tað ikki altíð so sann­før­andi, at tað er fremsta mál­ið hjá pol­it­ik­ar­um. Við hvørt kenn­ir tú ikki per­són­ar aftur í tí flokkinum, teir eru í. Annað­hvørt, tí teir ikki eru samdir við sín egna flokk og sína egnu hugsjón – ella tað sum verri er, at onkur annar situr aftan­fyri og stýrir – at onkur hevur so stórt vald ella so stóra ávirkan á ein politikara, at pol­itisku sjónarmið hansara broytast. Soleiðis tyktist tað, tá maðurin, sum Javn­að­ar­flokk­urin hevur sett at stýra vinnu­nevnd­ini, var í kjaki í Degi og Viku týs­kvøld­ið. Tá uppskot um eina stóra fiski­vinnu­ný­ skip­an verður send til hoyringar, so eig­ur tað sjálvandi at vera tí, at ætlanin er at lurta eft­ir teim­um viðmerkingum um ábøtur, sum koma inn. Tí verður uppskotið hjá Høgna Hoydal væl­sakt­ans tillagað í ávísan mun, áðrenn tað verð­ur borið niðan í Løgtingið. Tað er ikki tí, at hesin ella hasin samgongumaðurin nú skal standa so penur yvir fyri onkrum sterk­um kreft­um uttan fyri politisku skip­ an­ina. Tað er eingin løtt uppgáva, sum Høgni Hoy­dal hev­ur fing­ið. Og hon er ikki vorð­in lætt­ari av, at undanmenn hansara í sess­i­ num, Bjørn Kalsø, sum uppsegði øll fiski­ loyvi í 2007, og Jacob Vestergaard als einki hava gjørt. Tað hevur verið nevnt, at vinnan hevur so stóra ávirkan á politikararnar. Hendan vand­an dugdi for­mað­ur­in í vinnu­nevnd­ ini ikki at síggja. Men okkum nýtist ikki at kveita langt uttan um okkum fyri at síggja, hvussu stóra ávirkan hesar kreftir hava á, hvat pol­it­ik­ar­ar meina. Hetta vald for­plant­ ast eisini heilt niður til fakfeløg. Jú vinnan hev­ur stórt vald og stóra ávirkan á pol­ itikarar, sum taka støðu hareftir. Vit kunnu so halda um tað, sum vit vilja. Men vit mugu ikki fara at pá­standa, at einki er um tað. Tað eru sterkar kreft­ ir í sam­felagnum, sum miðsavna vald og peng­ar – og hetta valdið ávirkar politisku skip­anina. Tí er tað hugstoytt at síggja pol­it­ik­ar­ar láta sum um, at hetta ikki er ein av­bjóð­ing. Vit mugu ikki gloyma, at málið hjá lands­stýrinum er at býta virðini øðrvísi. Skal onkur hava, so skal onkur annar missa. Tí má tann, sum hevur nógv, missa. Tað er í roynd veru tað, sum alt hetta snýr seg um! Fyrrverandi nevndarformaðurin í Fíggjarligum Støðu­festi, Henning Kruse Petersen, skal nú royna at finna semju millum Jørn Astrup Han­ sen og Betri (TF Holding), sum hevur stevnt fyrrverandi nevndarliminum fyri bakbit og æru­ meið­ing í sambandi nógv umrødda skattamálið, og spurn­ingin um, hvørt bankin hevði rætt til ein skatta­frádrátt á áleið 500 milliónir. Sum flestum kunnugt broytti Taks meining eftir at hava tikið málið upp aftur til nýggja við­ gerð. Og enn er málið ikki liðugt, tí Bárður Larsen er settur sum bráðfeingisstjóri á Taks, og hansara leik­lut­ur er at kanna millum annað, um málið eigur at verða sent til ákæruvaldið. Danskir miðlar skrivar nú um dagarnar, at Jørn As­trup Hansen og Torben Niel­sen skulu sam­ráðast um eitt sem­ings­upp­skot. Ein sam­ráð­ ing, sum Henning Kruse Petersen leiðir. – Jørn Astrup og eg høvdu av­tal­að innihaldið í sem­ings­upp­skoti­num í fel­ag. Eg legði tað fyri Eik, og síðani varð innihaldið just­ erað, tí ymisk sjónarmið komu fram í nevnd­ini, sigur Torben Nielsen við fin­ ans­for­bundet. dk Onkur missur tá annar skal hava Kruse fáa semju við Astrup bankastevning Les eisini blaðið á telefonini Brexit og Føroyar Tíðargrein Poul Michelsen, landsstýrismaður Vildu leingja flog­ vøllin til 1600 m Sosilaurin 90 ár síða 9 Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri – Eg hevði stutt sagt ikki droymt um, at Føroya Ar­ beiðs­gev­ara­felag fór at koma við slík­um hoyringssvari, sig­ur Meinhard Jacobsen – Frámælir arbeiðsgevarafelagið fríari kapping? Soleiðis spyr fyrrverandi stjórin í Far­oe Sea­food, Meinhard Jacobsen, sum í lesara­ brævi finst at Føroya Ar­beiðs­gev­ara­fel­ag. Meinhard Jacobsen sigur, at hoyr­ings­ svar­ið frá ar­beiðs­gev­ara­fel­agnum leggur upp til, at tey eru meira áhugaði í einum plan­bú­ skapi, har fá forvinna nógvan pening, heldur enn ein liberalan búskap, har kapping skal tryggja, at tey bestu koma framat. Meinhard Jacobsen sigur millum annað: – Heldur Føroya Arbeiðsgevarafelag, at lut­tak­ar­ar­nir í útbjóðing ella á upp­boðs­søl­ um eru so lítið at sær komnir, at teir ikki klára, at meta um, hvat ið teir bjóða og um so er, hvat grundar Føroya Arbeiðsgevarafelag hesa uppfatan á? – Hevur Føroya Arbeiðsgevarafelag broytt mein­ing og nú vil frámæla fría kapping? – Ein kapping, har ið allir luttakarar eru eins still­aðir, tá ið teir bjóða! Aftur at hesum hevur Arbeiðs­gevara­fel­ ag­ið meining um kvotur og fiskidagar. – Eg helt og haldi framvegis, at tað ikki er upp­gávan hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag at koma við meting um, hvussu fiskiskapur og fiski­frøði skal skipast undir Føroyum. – Hevði stutt sagt ikki droymt um, at Før­ oya Arbeiðsgevarafelag fór at koma við slík­ um hoyringssvari, sigur Meinhard Jacobsen. Arbeiðsgevarar sum ræðast fría kapping Meinhard Jacobsen, fyrrverandi stjóri í Føroya Fiskavirking, spyr, um Føroya Ar­beiðs­gevar­afelag veruliga frámælir fríari kapping Í blaðnum...