Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-03-30, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 30. mars 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017 SOSIALURIN 39 4 MANGT OG HVAT Taks hevur nú gjørt upp, hvussu hilnaðist í fjør, og úrslitið er, at tey komu fram á 145 milliónir krónur, sum ikki vóru rætt givnar upp í skatti.  Av hesum høvdu føroyingar givið 105 milliónir ov lítið upp í skatti og av teimum hevði vinnufyritøkur givið 90 milliónir ov lítið upp í skatti. 15 privatfólk høvdu givið 15 milliónir ov lítið upp í skatti, sigur Taks í eini fráboðan. Í mvg og tolli vórðu rættingar gjørdar fyri 11,5 milliónir og í kapitalvinningsskatti vórðu rættingar gjørdar fyri 13 milliónir. Harumframt koma rættingar í rentustuðli, ferðastuðli og øðrum. Eftir at Taks hevur fingið skeivar og manglandi uppgerðir upp á pláss, vísir úrslitið, at landskassin fekk góðar 40 milliónir krónur afturat inn í skatti fyri árið í fjør.  – Rættingar fyri 145 milliónir krónur ljóðar av nógvum og tað er eisini eitt sindur meiri enn miðal, sigur Eyðun Mørkøre, stjóri á TAKS.  Hann sigur eisini, at vinnulívið í Føroyum er meira torgreitt nú enn áður.  – Vit koma nú oftari fram á stór mál, sum krevja rættingar fyri fleiri milliónir, sigur stjórin í Taks í fráboðanini. Í vikuni vórðu fimmti ár liðin síðani fýra mans lótu lív við Nólsoyar Páll. Tað var 26. mars í 1967, at Nólsoyar Páll var ávegis til Grønlands. Góðar 170 fjórðingar úr Mykinesi fekk Nólsoyar Páll ein sjógv, sum gjørdi, at saltið í lastini fór fór í bakborð og skipið legði seg á liðina. Skipið mista allar bjarginarbátarnar, uttan ein, ið fýra mans vórðu farni í. Tann bjargingarbáturin rak frá skipinum. Nólsoyar Páll hevði sent út neyðarkall og hjálpin var skjótt á staðnum, teirra millum týskir trolarar. Andøvt var ímóti nógva vindinum, ið morgunin eftir at skipið hevði fingið ein sjógv, fór nakrir mans í lastina at lempa salt og fingu rætta uppá skipið, ið vendi aftur og sigldi inn á Havnina. Leitað var eftir bjarginarbátinum við teimum fýra monnunum, men teir komu ongantíð aftur. Vikan ið fór Sæð á Facebook: Havi drukki eini 3 koppar av kaffi og nú síggji eg inn í framtíðina Eg meini tað. 10 sekund sum fingu okkum at gloyma 90 milliónir… Um orðið sigur Sprotin: manipulation [m e nipju’leifn] n 1 at passa, røkt, ambætan, handfaring 2 handfaring, viðgerð 3 (listar)brøgd, lokabrøgd, manipulation Kringvarpið kom rættiliga í andglettin eftir sendingina Skattamálið II. Dia Midjord vísti øllum ákærunum frá Sjúrði Skaale aftur. Týsdagin var ferðsluóhapp við Streymnes. Ein maður varð fluttur á landssjúkrahúsið eftir óhappið. Ein 27 ára gamal maður møtti í vikuni í Føroya rætti, ákærdur fyri at hava sett lívið á fyrrverandi damuni í vága. Dómur fellur í komandi viku Á flokstingi hjá Tjóðveldi kom fram, at flokkurin vil lækka valaldurin niður í 16 ár. Samgongan stendur heldur einsamøll um uppskotið til eina nýggja fiskivinnuskipan. Tað er greitt eftir at hoyringssvar eru innkomin og samgongulimir alment finnast at. »Manipulatión« Góvu 145 milliónir krónur skeivt upp í skatti MEST NÝTTA ORÐIÐ HESA VIKUNA ...uppá ein minutt grund­stykkir skulu gerast í Miðvági 13 Visti tú? At tað eru 12 ár síðani seinasti føroyingurin fylti 100 ár? Kringvarpið hevur verið undir hørðum atfinningum um manipulatión. Um orðið sigur Sprotin. 50 ár síðan fýra mans sjólótust við Nólsoyar Páll FRÍGGJADAGUR LEYGARDAGUR SUNNUDAGUR 3-8 m/s 5-10 m/s 5-10 m/s Lot til andøvsgul av suðri, 3-8 m/s. Eitt skifti niður í lítið lot av ymsum ættum. Um náttina veksur hann vindin til 5-10 m/s. Tað verður skíggjað og regn, men síðst á degnum verður turt við møguleika fyri sólglottum. Tað verður 8 stig um dagin og 5 stig um náttina. Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5-10 m/s, sum snarar í ein sunnan síðst á degnum og veksur vindin til strúk í vindi upp í skrið, 13-20 m/s. Tað verður turt og nakað av sól, men seinnapartin verður skíggjað og út á kvøldið fer at regna. Hitin alt samdøgrið millum 6 og 9 stig. Gul til stívt andøvsgul av vestri, 5-10 m/s, sum veksur vindin til andøvsgul upp í ein strúk, 8-13 m/s. Tað verður nakað av sól, men eisini møguleiki fyri ælum. Tað verður 8 stig um dagin og um náttina niður í 2-5 stig. 5-10 8-13 m/s 13-20