hósdagur 30. mars 2017síða 32
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 31. MARS 2017
SOSIALURIN 39
32
A
merikanski sangskriv
arin og tónleikarin Bob
Dylan vann í fjør Nobel
bókmentaheiðursløn
ina, og saman við hesum heiðri
fylgja góðar 6 milliónir krónur.
Men nú kann tað vera, at Bob
Dylan ikki fær pengarnar.
Kravið fyri at fáa pengarnar er,
at Bob Dylan heldur ein Nobel-
fyrilestur innan 10. juni. Dylan
avger sjálvur, hvar fyrilesturin
verður, og hvat hann snýr seg um.
Dylan kann eisini velja at gera
fyrilesturin sum video.
Bob Dylan hevur verið ógvuliga
kvirrur um Nobel heiðurslønina,
og hann møtti ikki til handanina
í desember. Amerikanski sendi
harrin í Svøríki læs upp eina talu,
sum Bob Dylan hevði skrivað
til høvið. Síðani hevur Nobel-
nevndin hvørki hoyrt orð ella eið
frá tónleikaraunum.
Bob Dylan skal spæla tríggjar
konsertir í Svøríki komandi tíðina,
og nú verður róð fram undir, at
Dylan kanska fer at halda sín
Nobel-fyrilestur í hesum sam
bandi.
Dylan kann missa Nobel-milliónir
MYND: HEINESEN MYNDIR
E
in spurningur, sum krevur
svar og hevur gjørt tað leingi,
kravt eitt svar, er hasin um
javnstøðu.
Ein ævigur trupulleiki, sum ikki
verður loystur, tí eingin ger nakað við
hann, uttan at tosa og skriva um hann,
tosa og skriva upp í ryggsekkir.
Ikki tí, svørini eru og hava verið
nógv, men tey eru ov abstrakt til at
kunna brúkast.
Ein hugburðsbroyting er einasta
loysnin, siga tey. Gamaní, men hon
tekur 500 ár.
Nei, her má sterkari lútur
til enn alt hatta uppogniður
ultra light.
Takið løgtingið til døm
is. Einasti máti at fáa líka
nógvar kvinnur sum menn
í løgtingið er tann, at tær
16 kvinnurnar, sum
fáa flestar atkvøður á
valinum, eru valdar, og
tað sama teir 16 menninir, sum fáa
flestar atkvøður.
Annar møguleiki er ikki, tá
kvinnur ikki fáast at velja
kvinnur.
Í hesari loysnini eru 32
tingfólk, hóast lógin
sigur tingmenn. Men
tað veldst um
tingfólkatalið
hjá flokkunum. Allir mugu hava líka
tal fyri at sleppa undan lutakasti.
Við 33, sum nú eru, ber tað til dømis
ikki til. Vinnur ein maður lutakastið um
33. sessin, so er hjákona Fanans aftur
súr. So 32, 16 og 16, ella okkurt annað
makað tal, so skuldi hatta verið loyst.
Sami frymil kann brúkast til øll onnur
val. Javnstøða fram um fólkaræði,
tað gerst ikki við. Javnstøða er eisini
ivaleyst betri enn fólkaræði.
Og í annaðhvørt starv skal kvinna
setast, í annaðhvørt maður.
Tað verður torført í fyrstani, mill
um annað í sjúkrahúsunum og í fiski
flotanum. Men tað verður harvið. Vit
halda við jarnbetongfeministunum.
Ein lóg má gerast um, at pápar eru
pápar, ikki bara á pappírinum, men eisini
í veruleikanum, í gerandisdegnum, ikki
bara sunnudagar og á jólum. Til dømis
skal ásetast við lóg, at pápar skulu vera
heima hjá sjúkum børnum. Sum nú er,
eiga sjúk børn í Føroyum ongan pápa.
Men hetta er sjálvandi alt ógjørligt.
Ongar kvotur og ongar lógir og eingi
frúarboð.
So tí noyðast vit aftur næsta ár og
øll næstu ár at hoyra sama knarrið
8.mars og allar hinar dagar í árinum. Ella
sløkkja fyri lortinum, sum ein plagar at
siga.
Av øllum orðum er orðið feministur
kallkynsorð. Men kvinnur tosa um seg
sjálvar í kallkyni, so hví ikki?
Eitt afturat, tíggjunda boð skal um
skrivast, um ikki annað.
Eina ferð høvdu kvinnurnar størri
rætt enn menninir. Tað var áðrenn,
nøkur tosaði um javnstøðu.
Tey tíggju boðini eru harraboð frá
Harranum.
Sambært tí, tíggjunda Harraboð
num, kunnu konur girnast mann næsta
síns so nógv teimum lystir. Her hava
kvinnurnar endiliga ein frammihjárætt.
Og hann er elligamal. Men steðgið nú!
Hetta ber ikki til, skal javnrættur ráða.
Í tíggjunda boði stendur, at tú mást
ikki girnast konu næsta tíns, ei heldur
træl hansara (er okkurt eksotiskt
samkynt krógvað her?) trælkvinnu
hansara, neyt hansara, esil hansara.
Áhugavert annars, at kvinnur tá
vórðu settar í sama bás sum neyt og
esil og trælir, nevndar í sama setningi
sum tey.
Tað ber ikki til, ikki í Føroyum, ið
hvussu so er, at broyta tíggjunda boð.
Vit noyðast tí at gera eitt ellivta boð:
tú mást ikki girnast mann næstu tína,
ei heldur træl hennara, trælkvinnu
hennara, neyt hennara, esil hennara.
Ivist í, at nøkur kvinna girnast
neytini ella eslini hjá øðrum kvinnum,
heldur ikki trælkvinnuna (nú er heitið
arbeiðskona ella au pair) hennara, ja,
nakrar gera, men mannin ella trælin,
ja, hví ikki?
Nakrar dagar eftir 8.mars kemur
tjaldrið og við tí sum vant veturin. Tað
fáa vit heldur einki gjørt við.
Høgni
Djurhuus
Høgni Djurhuus
fekk Móðurmáls
virðislønina
2012
Jarnstyrktir betong
feministar girnast
BAKSÍÐAN