Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-04-03, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 3. apríl 2017síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 3. apríl 2017 · Nr. 40 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo – Tað er framvegis óvist um pen­ sjóns­aldurin í Føroyum fer at hækka. Hesum boðaði løgmaður mill­um ann­að frá á landsfundi Javnað­ar­ floks­ins um vikuskiftið. Tað er eitt stórt tak at gera eina pen­sjóns­ný­skipan, sum skal vera fyri alt fólk­ið. Sjálvandi ber tað til, um vilji er til tess. Men hesin vilj­ in er tí­verri ikki í Løgtinginum. Tá summi fólk hava so nógv­ar ferðir betri pen­sjóns­skip­an­ir, enn fólk flest – so góðar, at tað ber ikki til at geva øllum so góða skipan, so er ringt at broyta. Ta all­ar bestu pen­ sjóns­skip­an­ina hava tingfólk sjálvi. Kaj Leo Holm Johannesen var so fræg­ur – fram um sínar und­an­ menn í Ting­anesi, at hann kom við upp­skoti ­at normalisera pen­sjón­ ir­nar hjá lands­stýris­fólk­um (gott nokk bara hjá teimum, sum komu aft­an á hann), sum vóru dupult so góð­ar sum gylta pensjónsskipanin hjá ting­fólki. Tað merkir, at Aksel V. Jo­hann­e­sen og hansara fólk í lands­stýr­i­num nú fáa eitt ganska al­mind­i­ligt pen­sjóns­inn­gjald, sum er 15 pro­sent av lønini. Afturfyri hækk­aði lønin hjá teimum mun­ andi. Kaj Leo er tann síðsti løg­mað­ur, sum fær tæn­astu­manna­pen­sjón. Men ikki eina vanliga tæn­astu­ manna­pen­sjón. Tí vanligir tæn­ast­ u­menn skulu brúka 37 ár til at fáa fulla pensjón. Landsstýrisfólkini skuldu bara brúka 8 ár – og pen­ sjóns­ald­ur­in hjá Kaj Leo er 60 ár! Um van­lig fólk skulu tekna sær eina slíka pensjón hjá til dømis Lív, so kost­ar tað einar 125.000 krónur í pen­sjóns­inn­gjaldi um mánaðin. Ja, 125.000 krónur um mánaðin! Tað lá í kortunum, tá pen­sjóns­ skip­an­in hjá landsstýrisfólkum varð broytt, at hon eisini skuldi broyt­ast hjá ­tings­fólk­um. Jógv­an á Lakj­uni gjørdi tó einki við tað, tá hann var ting­for­mað­ur, og Páll á Reyna­túgvu hevur heldur einki í­tøki­ligt gjørt. Og kenna vit løg­tings­for­mann­in rætt, so verður einki tikið av hans­ ara egnu pensjón, og kenna vit ting­ fólk rætt, so verður bíðað og drálað sum longst. Men um tingfólk vilja hava virð­ ing frá fólkinum, so skulu tey siga gyltu pen­sjóns­s­kip­an­ina frá sær og fáa sær eina van­liga pen­sjónss­kip­ an, sum vanlig fólk – og lands­stýr­ is­fólk fáa. Javn­að­ar­flokk­ur­in kann sam­ tykkja, at teirra fólk ikki skulu røkja fleiri pol­it­isk­ar sessir. Men so leingi, sum tingfólk ikki frá­siga sær gyltu pensjónina, so fáa vit onga rímuliga pensjónsskipan fyri fólkið. Men fer ein nýggj pen­sjóns­skip­ an eisini at fevna um politikarar, so skal hon nokk blíva til veruleika! tingfólk missa serrættindi Tingfólk skulu hava somu pensjón sum fólkið, sjálvandi! Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Landsapotekari Starvið sum landsapotekari verður við hesum lýst leyst til setan 1. juni 2017 ella eftir nærri avtalu HEILSU- OG INNLENDISMÁLARÁÐIÐ Landsapotekarin er ovasti leiðari fyri apo teks verkið og hevur mótvegis Heilsu- og inn lendis mála ráðnum enda ligu ábyrgdina av virkseminum. Uppgávurnar eru í høvuðsheitunum hesar: • ábyrgd fyri ráðlegging, raðfesting, ígongdseting og samskipan av arbeiðs uppgávunum í apoteks- verkinum, • ábyrgd fyri støðugari menning í apo teks verkinum, soleiðis at apo teks- verkið á heilivágsøkinum livir upp til nú tíðar krøv, • ábyrgd fyri at gera uppskot til fíggjar ætlan fyri stovnin, • ábyrgd av, at góðkend fíggjarætlan verð ur hildin, • ábyrgd fyri at hagtøl fyri samlaðu heilivágsnýtsluna í føroyska sam felag- num eru tøk, • ábyrgd av at røkja nærri útgreinaðar mynd ugleikauppgávur og ráðgeva Heilsu- og innlendismálaráðnum um heilivág í síni heild, eftirlit við at lóg gávan viðvíkjandi apo teks verk- inum v.m. verður hildin dagførd, • ábyrgd av samstarvi um heili vágs- viður skifti við útlendskar stovnar og myndugleikar. Førleikar Landsapotekarin skal hava staðið danskt farmaseutiskt kandidatprógv ella samsvarandi prógv, sum er góðkent at lúka sáttmála við onnur lond. Harumframt verður kravt, at við kom- andi í starvi hevur víst seg skikkaðan at reka apotek. Tann rætti umsøkjarin skal harumframt hava: • áhuga og vitan um heilsuverkið í síni heild, • góð leiðslu- og samstarvsevni, • ein mennandi leiðslustíl, • evni at seta í verk fyriskipanir, • vitan um fíggjarstýring og heilsubúskap, • góð samskiftisevni í skrift/talu. Løn- og setanarkrøv Setanarøkið er Apoteksverkið og Heilsu- og innlendismálaráðið við undirliggjandi stovnum. Viðkomandi, ið settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum, bæði í starvsinnihaldi og vavi. Næsti fyrisetti er aðalstjórin í Heilsu- og innlendismálaráðnum. Lønin er ásett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Pharma Danmark. Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til: Turid Arge, aðalstjóra, á t-posti: turid.arge@himr.fo ella tel 30 40 50. Umsókn við CV og avriti av neyðugum skjølum skal sendast til: Heilsu- og innlendismálaráðið Eirargarður 2, 100 Tórshavn himr@himr.fo Umsóknarfreist: 19. apríl 2017, kl. 12:00. Heilsu- og innlendismálaráðið umsitur heilsumál, orkumál, kommunumál, umhvørvismál og familjurættarlig mál, og veitir landsstýrinum ráð, tryggjar haldgott grundarlag og ger hugskot til veruleika.